Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 24 Sosialurin Veiði- og heystblað Øll tóku lut FJALLGONGA Ein dag í september mánaði vóru hvalbingar á fjalli í Lítla Dímun. - Tað var týðiligt at síggja, at fólkið stóð saman um hesa uppgávuna, sigur sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum var í Hvalba, tá teir komu aftur við seyðinum VIÐ SLUPP Jóhanna við bryggju í Hvalba, meðan menn viga seyðin og koyra hann í búrini á bryggjuni Mynd: Torleif Johannesen Á heimasíðuni hjá Lítlu Dímun - www.ldimun. com - verður upplýst, at alt gekk gott, hóast tað var nógv ungt og ókent fólk við. Eftir at seyðurin var komin til lands, var hann býttur, og vóru tað 6 seyðir uppá gyllin. 6 SEYÐIR Snorri Brend Hvalba: – Hetta var ein stemn­ ingsfull løta, sigur Torleif, ið er ættaður av Nesi í Eysturoynni. Hvalbingar høvdu til hetta høvið leigað sær sluppina Jó ­ hannu úr Vági til at fara út í Dímun við. Raksturin henda mánadagin 27. september gekk væl, hóast tað leið nakað út á kvøldið, áðrenn teir vóru aftur í Hvalba. – Eg vitjaði í oynni, og fór oman á bryggjuna um 10­tíðina hetta kvøldið. Og eg má siga, at tað var tað bæði hugnaligt og hugaligt at síggja lívið. – Har stríddust menn við at viga seyð, meðan aðrir sleptu teimum inn í búrini, teir høvdu sett upp á bryggjuni. Og onnur fólk, ið ikki beinleiðis høvdu uppgávur stóðu og eygleiddu, prátaðu saman og hugnaðu sær, greiðir Torleif frá. Siðvenja Við Suðuroyarportalin vísir hann á, at tað var hugaligt at síggja, at børnini eisini sluppu upp í part. Tey tóku ímóti seyðinum tá hann var lyftur upp av dekkinum á Jóhannu og upp á bryggjuna. Síðani stóðu tey í bíðirøðum, við seyðinum í hondunum, og bíðaðu eftir, til teirra túrur var at viga seyðin. – Eg fekk at vita, at megin­ parturin av seyðinum varð býttur út til eigararnar. Nakað verður selt á uppboðssølu, og fer hesin peningurin til ymiskt í samband við arbeiðið í Lítla Dímun, sigur Torleif Johannsen. Hann endar hesa lýsingina av bygdarlívi í Hvalba við hesum orðum: – Mín uppliving var, at fólkið stóð saman um hesa uppgávu, sum meiri hevur við siðvenju og áhuga at gera, enn fíggjarligar spekulatiónir. snorri@sosialurin.fo Seyðurin verður vigaður. Seinni varð hann seldur á uppboði