mikudagur 13. oktober 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
26
Sosialurin
Veiði- og heystblað
Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Haraldssund: Tað er týðiligt at
síggja, at her er talan um menn
sum vita hvat teir skulu gera, tá tað
ræður um fletting.
– Tað er best, tá vit eru seks
mans. Vit eru bara fimm beint nú,
men tann sætti kemur um eina løtu,
vísir Leon á, meðan tann stríðist við
at skjóta eitt lambið fyri og annað
eftir.
Serligi flutningsbilur teirra er
júst komin norður um Norð oya
tunnilin við seyði av Skála fjørð
inum. Hinir menninir standa klárir
við hvør sítt borð og við spølini, ið
hjálpa og lætta munandi um flett
ingina.
Teir rigga skjótt til, hvør maður
veit hvat hann skal gera: Ein skjýtur.
Ein tummar. Ein togar skinnið
av. Ein syrgir fyri at burturbeina
vemburnar og alt hitt. Og uttanfyri
er ein annar sum koyrir skinnini
inn í eina bingju.
– Tað tekur eina løtu at koma
í gongd. Men tá vit so eru komnir
upp í umdrejningar, vita vit nærum
ikki av, fyrrenn vit hava flett teir
fyrstu 20 seyðirnar, sigur Leon, ið
er ættaður úr Klaksvík.
Hann hevur hjálpt til her í eini
trý ár, men er annars sjómaður við
einum skipi úr Leirvík. Beint nú eru
teir ikki til fiskiskap.
– So tað passar bara fínt við
flettingina, sum jú bert er hesa
ársins tíð – tað vil siga henda eina
mánaðin.
– Onkutíð er nakað nógv press
á, tí alt skal ordnast í sjálvari
heystfrítíðini. Kanska burdi heyst
ferian vart í tvær vikur, sigur hann
við einum brosi.
2-3 tímar
Hósdagin var úr at gera hjá teim
um fimm monnunum á Slátur
miðstøðini – Leon, Fríðjohn, Ragn
ari, Jón og Elmar.
Beint eftir døgurða komu teir
til Haraldssunds við einum inni
lokaðum lastbili, fyltur við seyði av
Skálafjørðinum, og sum var klárur
til flettingar.
– Her eru einir 50 seyðir, so tað
skuldi eftir røttum ikki tikið meiri
enn einar 23 tímar at fletta, greiðir
Leon íðin frá.
Vanliga siga teir, at eru teir seks
vandir mans til arbeiðis, kunnu teir
lættliga fletta 30 seyðir um tíman.
Ja, her fær ein nærum ikki vent sær,
fyrrenn enn næsta gongan kann
koma til flettingar.
Henda dagin hevði ein annar
privatmaður, somuleiðis úr Eyst
uroynni, biðið um tíð at fáa einar
12 seyðir flettar. Og hetta skuldi
takast inn ímillum seyðirnar hjá
bóndanum.
– Um tað passar seg so, plaga vit
at møta klokkan átta um morgunin
og fara til hús aftur um 4tíðina,
sigur Leon.
Soleiðis gongur tað bara – hond
í hond. Ella seyð av seyði.
70 seyðir
Sláturmiðstøðin hevur longu nøkur
ár á baki. Undir verandi umstøðum,
hevur miðstøðin loyvi at virka eftir
galdandi lógum og reglugerðum
fram til komandi heyst.
Líkt er til, at bøndur og privat
fólk hava sæð hetta sum ein kær
komnan møguleika at fáa seyð sín
flettan.
– Teir flestu koma sjálvandi higar
úr Norðoyggjum, men nógvir koma
somuleiðis úr Eysturoynni. Ja, tað
koma eisini seyðir frá monnum í
Havn, sigur Leon brosandi.
Ein av hentu møguleikunum hjá
Sláturmiðstøðini er tilboðið um
at koma eftir seyðinum hjá bónd
anum. Við flutningsbili teirra, ið
kann taka einar 70 seyðir, er lætt
og einfalt at fáa seyðin koyrdan á
staðið.
Tað er skjótt hjá royndu monn
unum at fletta allar seyðin. Tá tað
fer at nærkast endanum á flett
ingini, verða boð send til eigaran
um, at nú kann hann so smátt
fyri reika seg at koma norður eftir
krovunum.
Men sesongin er stutt, og tí
ræður um at arbeitt verður bæði
skjótt og væl.
– Ikki bara onkur, men fleiri hava
boðað frá, at teir fara at koma við
eini 150 seyðum í hesi vikuni. Tað
fara vit eisini at klára. Eingin ivi um
tað, sigur Leon Sólheyg.
snorri@sosialurin.fo
Eitt spæl
at flEtta
SLÁTUR Høvdu teir gomlu vitað: Í dag tíma færri og færri at fletta. Tí velja mangir bøndur og privatmenn at senda
flettingarlombini til Sláturmiðstøðina í Haraldssundi. - Ja, her koma menn við familjum sínum. Og meðan vit
fletta seyðin, fara tey til Klaksvíkar at svimja. So skjótt kann tað ganga, sigur ein av flettarunum, Leon Sólheyg.
Ein smakk av heystinum
– Okkara sannroynd er, at tað verða
færri og færri sum fletta sum fletta
sjálv. Tí er brúk fyri eini slíkari miðstøð
sum hesi, sigur Leon Sólheyg.
Hóast flestu viðskiftafólkini bert eru
áhugað í krovunum, vísir tað seg, at tey
eisini vilja hava tað sum Leon nevnir »ein
smakk av heystinum«, samstundis sum
tey sleppa undan upptakinum aftaná.
TAÐ vilja tey heldur betala seg frá.
– Ja, fólk vilja ikki hava ta stóru rúgvuna
við sær aftur til húsa, men bert henda lítla
smakkin av heystinum, slær hann fast.
Ofta ynskja fólk sær bert tann eina
sveitan og kanska okkurt annað úr
innvølunum. Men í stóran mun verður
restin burturbeind her á miðstøðini.
BØNDUR OG PRIVATFÓLK
Trý ár eru liðin síðani teir byrjaðu at slátra á miðstøðini í Haraldssundi.
Her koma bøndur við 150 seyðum, og privatfólk við 12 seyðum. Tað
gongur skjótt fyri seg - einir 30 seyðir verða flettir eftir einum tíma
Fleiri hava
boðað frá, at
teir fara at
koma við eini
150 seyðum
í hesi vikuni.
Tað fara vit
eisini at klára
Her eru einir 50 seyðir, so
tað skuldi eftir røttum ikki
tikið meiri enn einar 2-3 tímar
at fletta