Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 Sosialurin Veiði- og heystblað Virksemið á Slátur mið­ støðini í Haraldssundi byrjaði í 2007, men síð ani tá hava fólk fingið eyguni upp fyri tænastu teirra. Hetta fyrsta árið flettu teir slakar 1000 seyðir, men árið eftir so nógvar sum 1700. Hetta árið flettu og pakkaðu teir eisini 175 neyt. Tá vit vitjaðu á virkinum í farnu viku, høvdu teir longu flett 400. Men sum ordrabókin sær út, er lítil ivi um, at teir fáa meiri enn nokk at gera hesa vikuna, ið skúlarnir eru í heystfrí. 1700 Fólk vilja ikki hava ta stóru rúgvuna við sær aftur til húsa, men bert henda lítla smakkin av heystinum EITT SPÆL Alt á Sláturmiðstøðini er skipað soleiðis, at tað skal ganga bæði skjótt og lætt. Tað at taka skinnið burturav, er eitt spæl í orðsins sanna týdning – Eg plagi at hjálpa til her, sigur klaksvíkingurin Leon Sólheyg úr Klaksvík. - Eg ynski at hetta skal koyra SKAL KOYRA