Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 30 Sosialurin Veiði- og heystblað Snorri Brend Stóra Dímun: Í hesum døgum kunnu dímunarfólk fegnast um, at ein stór og torfør verkætlan er komin undir land: Fyrsta framleiðsluhúsið á út­ oyggj, við eini slátureind og eini eind at garva skinn í, er nú vorðið veruleiki. 8. september varð nevniliga slátu reindin løggildað, og nú kann kjøt og annar útdráttur úr Stóru Dímun seljast til handlar, matstovur og onnur uttan trupulleikar. Fyrsta fylgið varð flett 20. sep­ tember, og sum skilst riggaði tað sum tað skuldi. Tað fyrsta Tað er kortini ikki bert á Stóru Dímun at fólk fegnast um hetta framstigið. Eisini tey í Út oyggja­ felagnum gera tað sama. – Ja, tað kann sigast at vera ein sjáldsom støða, at einasta virki í Føroyum, ið er løggildað til slátur, liggur á landsins minstu oyggj. – Men hetta ber eisini boð um, at á útoyggj eru kreftir, ið ynskja og vilja framburð, verður sagt úr Útoyggjafelagnum. Seinastu trý árini er nærum øll orkan hjá dímuningum løgd í arbeiðið við framleiðsluhúsinum. Arbeiðið hevur haraftrat verið merkt av treiskni, tolsemi og áhaldni. – Uttan hetta, var ikki komið á mál, tí tað hava verið nógvir snávingarsteinar á vegnum, bæði við at fáa tilfar og arbeiðsorku til oynna, umframt tær fíggjarligu av bjóðingarnar, ið hava verið, stað­ festir Útoyggjafelagið. Víst verður á, at nú er slóðað fyri, at framleiðsluhús kunnu koma á allar útoyggjarnar. Dømi um slík støð er Fugloy, Skúvoy og aðra­ staðni við. snorri@sosialurin.fo Fyrsta av sínum slagi SLÁTUR Eftir at framleiðsluvirkið í Stóru Dímun fekk løggilding sum slíkt, hevur nógv virksemi verið her. Hetta er samstundis einasta virkið ið er løggildað til slátur FRAMLEIÐA Nýggja framleiðsluhúsið í Stóru Dímun er einasta av sínum slagi. Óhugsandi er ikki, at onnur slíkt verða bygd á øðrum útoyggjum. Óla Jákup úr Dímum kann fegnast um at fyrstu krovini eru komin upp at hanga Mynd: storadimun.fo Tað kann sigast at vera ein sjáldsom støða, at ein­ asta virki í Føroyum, ið er løg gildað til slátur, liggur á landsins minstu oyggj