Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 31 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 pludselige stærke indtryk jeg fik af manden af uendelig godhed og elskværdighed. Det var så stærk en følelse af sympati, at det næsten gik over i medlidenhed, fordi andre havde talt ondt om ham og havde stået skarpt imod ham. Jeg havde i samme sekund følel­ sen af at have taget parti, og at jeg i hvert fald ikke vilde komme på kant med ham. Det var vel indtrykket i de mærkelige leende, godmodig melan­ kolske øjne, der fængslede mig.« Men so væl lýddur var Poul ikki av øllum. Tað varð eisini sagt um hann, at »hann var ikke elsket af alle sine undersåtter, nok fordi han har været en bestemt person, der var vanskelig at køre om hjørner med.« Hevði skiftandi sinnalag Ein onnur lýsing er av »Poul Müller som en meget egensindig herre, som ikke overlod pligter eller uddelegerede arbejde og ansvar til sine underordnede eller til andre i kolonien, men hellere selv stod med arbejdet. Ligeledes ser det ud til, at Poul Müller var en person, man var nødt til at omgåes med varsomhed. Den travle Poul Müller har formentlig været træt sent på dagen og havde derfor mindre overskud.« Ein kelda til lýsingina av Poul Müller er dagbókin hjá William Thalbitzer, sum seinni gjørdist serfrøðingur í grønlendska máli­ num. Hann búði eina tíð 1900­1901 hjá Poul Müller, tá ið hann lærdi grønlendskt. Thalbitzer skrivar: »Kolonibestyreren plejede selv at besørge handlen i butikken, hvor han tilbringer hele formiddagen, hjulpet af et par kivfakker. Desuden er der en del arbejde med båden, der er vendt hjem fra rejse til udstederne nordpå, mange tønder (við lodnu) skal anbringes, folkene skal sættes i arbejde og i trit, der er tømrerværkstedet, spækhuset og trankogeriet på den anden side havnefjorden. Han (Poul) er ikki sjælden træt, mut og kort for hovedet. Der skal en del kunst til at omgås ham. Til tider er han meget fore­ kommende, især når distrikslægen er tilstede. Til andre tider er han stiv, formel, tvær, gnaven og umulig. Han kan være temmelig hidsig og er måske noget mistænksom, bliver let såret, har det med sympatier og antipatier, er egensindig. Bortset fra et par smagløsheder, har han i det hele taget været særdeles gæstfri og elskværdig mod mig.« Poul Müller hevur verið nakað snarsintur. Ein søga um hetta er, at hann hevur verið í bardaga við ein Nikolaj Ravn, sum kom frá einum útplássi á leiðini. Hetta kundi verið komið av, at hesin Nikolaj hevði verið ein sleygari fyri ein undanfarnan starvsmann til skaða fyri Poul. Samstundis var Niolaj Ravn komin í størri og størri skuld til kolonipengakassan. Hetta hevur verið ov nógv fyri Poul, tí hetta var nakað, sum hann sjálvur hefti fyri. Bert ein inn at keypa í senn Poul Müller ásetti eina reglu um, at bert ein persónur í senn kundi keypa ella selja í handlinum. Hann kravdi skipaði viðurskifti. Hetta gav eisini trupulleikar, sum tá kolo­ nistjórin kravdi av sóknarstýrin­ um, at tað ávaraði móti »trængsel í butikken.« Annars verður sagt, at Poul Müller dugdi heilt væl grønlendskt. Hann kendi øll í koloniini, og hann kendi tey so væl, at hann kundi eisini glósa tey, tá ið tey komu í handilin. Men hetta var kanska ikki væl dámt, men er neyvan ókent fyribrigdi nakra staðni. Sum ein, ið var komin útfrá sum dani ella føroyingur hevði Poul ein vissan myndugleika í hesum lítla samfelagnum. Tað vóru ikki øll fremmand, sum blivu so væl lýdd í einum slíkum samfelag. Men Poul tykist hóast alt at hava verið væl lýddur, og í minsta lagi var hann virdur. Gávumildur Poul Müller var ein sera gávumildur maður. Hetta vísti seg serliga á jólum, sum tað var greitt frá av Thalbitzer: »Bestyreren uddeler sine gave, børnene får en masse ting, tildels efter eget valg, og endda synes det knap nok at tømmes på træet, så rigeligt er det. Trompeter, trommer, mundharmonikaer, dukker, lotteri­ spil, klodser og uendeligt mange andre ting, som kræmmerhuse, flag, stads af al slags, glansbilleder os.v. i det uendelige. Figner, rosiner, punsj, og kager og chokolade flyder over som af bundløse kilder til disse stakkels grønlændere i det barske, kolde, arktiske, livsforladte land. Til trods for udtalelserne, huser bestyreren vistnok i grunden meget varme følelser for grønlænderene, vel at mærke, for sine venner mellem dem. Hvad han mellem år og dag gir ud til dem af mad og penge, beløber sig vist til store summer. Grønlænderne har over for hans gæst (Thalbitzer sjálvan) de mest smigrende lovprisninger over bestyreren – i alt fald de fleste af dem, navnlig hen imod højtid­ erne. For penge kan man vist nok altid vinde venner, især blandt de fattige grønlændere.« Spurningurin verður settur, um tað er av hjarta, at Poul er so gávumildur ella tað er fyri at keypa sær vinalag. Men eftir tí, sum tað sæst í hansara brævaskifti, hevur hann ikki verið roknaður fyri at vera smáligur á nakran hátt. Bjargaði dønum undan skyrbjóg Poul Müller fær eisini gott ummæli í brøvum sum prestafamiljan Wagner sendi til pápan Ludvig. Poul fær æruna fyri, at tey sluppu undan skyrbjóg. Poul Müller lænti familjuni eina stóra mongd av matvørum sum henda unga prestafamiljan ikki hevði við sær til Grønlands, og sum kom at resta í, tá veiðan í 1898/99 miseydnaðist, og tí ikki matur kundu keypast frá grønlendarum. Men tá Poul Müller fekk at vita, at tey einki áttu, lat hann fyrst sín grís og síðan ein seyð slakta at lata teimum. Uppgerðin av deyðsbúgvinum vísir annars, at Poul Müller hevur lænt pening, mat og aðrar vørur til næstan allar embætismenn í Diskovíkini. Hesin partur var so ein lýsing av persóninum Poul Müller. Men tað, sum ger hann kendan fyri eftirtíðini, er, at Poul var undan­ gongumaður við útflutningi av svartkalva. Hetta verður lýst í komandi parti. Poul Müller átti einar 40 sleduhundar. Tað var roknað fyri at vera nógv Poul var óvinur við donsku prestarnar og gekk tí als ikki í kirkju. Hetta var ikki væl dámt. Hetta er kirkjan í Jacobshavn Her í Jacobshavn livdi Poul Müller síni seinastu ár Grøvin hjá Poul Müller er eitt varandi minni eftir hann