Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Kjakið, um føroyska fótbólts lands­ liðið skal spæla sínar landsdystir á Svangaskarði ella Tórsvølli, hevur aftur fingið luft undir veing ir nar. Úrtøkan hjá Brian Kerr, lands­ liðsvenjara, og føroyska lands­ lið num er fýra stig á vøllinum á Toftum fyri dystirnir móti Litava og Norður írlandi. Brian Kerr hevur staðfest, at hann ynskir at spæla dyst irnar á Svangaskarði. Hann hevur grund­ givið fyri, at endamálið við heima­ dystum skal fremst av øllum vera, at mótstøðuliðini fáa eina so trupla uppgávu sum tilber í Før oyum. Vøllurin á Svangaskarði er minni enn Tórsvøllur, sum ger, at tað er minni pláss at spæla á. Áskoðar­ arnir sita eisini nærri vøll inum, og tí er rómurin betur kring vøllin enn í Havn. Virgar Hvidbro er aðaðskrivari í Fótbóltssambandið. Hann staðfestir aftaná dystin í gjár, at úrslitini tala fyri, at landsliðið skal spæla á Svangaskarði. – Fýra stig av seks møguligum er nógv hjá føroyska landsliðnum. Men tað eru ikki bara úrslitini sum avgerða, um vit spæla á Svanga­ skarði ella Tórsvølli, sigur Virgar Hvidbro. Italia verður á Tórsvølli Italia skal spæla í Føroyum tann 2. september í 2011. Tað er longu greitt, at dysturin verður spældur á Tórsvølli. Framleiðslumøguleikarnir hjá italskum fjølmiðlum eru ikki nøkt­ andi á Svangaskarði, og tað er fyrst og fremst orsøkin, at dyst urin verður spældur í føroyska høvuðs­ staðnum. Fótbóltslandsliðið hjá Estlandi og Slovenia vitja eisini í Føroyum í 2011, og Fótbóltssambandið hevur framvegis ikki gjørt av, hvar teir dystirnir verða spældir. Tað sigur Virgar Hvidbro, aðal­ skrivaði. – Men Brian Kerr hevur fleiri ferðir sagt, at hann vil helst spæla á Svangaskarði. Hansara avgerðir hava sjálvsagt týdning, tá avgerðin verður tikin. Politiski myndugleikin ynskir, at báðir vøllirnir verða nýtt­ ir, sigur Virgar Hvidbro. Men úrslitini benda greitt og týðiligt á, at landsliðið skal spæla á Toftum – er tað ikki rætta loysnin? – Úrslitini hava verið betri á Svangaskarði, men sum sagt, tað er annað, sum eisini hevur týdning, sigur Virgar Hvidbro. Leikararnir siga lítitð Christian Lamhauge Holst skeyt før oyska málið í gjár. Hann vil ikki beinleiðis siga, um tað loysir seg best at spæla á Svanga skarði. – Søgan sigur okkum, at føroyska landsliðið fær flestu stigini á Toftum. Tað er eisini ein fyrimunur, at áskoðararnir sita nær við vøllin, tí geylini og trummurnar eru við at lyfta liðið. Men nú má eg ansa eftir, hvat eg sigi, tí føroyska familjan býr í Havn, sigur Christian Lamhauge Holst. Brian Kerr tímdi illa at tveita seg í kjakið um Svangaskarð og Tórs­ vøll, aftaná dystin í morgin. – Nú skulu vit bara fegnast um javnleikin. Men úrslitini tala mína søk, sigur hann. Atli Gregersen, sum spældi í mið verjuni, greiddi eisini frá fyri­ munum við vøllinum á Toftum. – Vøllurin er minni, og hini liðini hava minni pláss at spæla á. Tað er ein fyrimunur hjá okkum, sigur hann. uni@sosialurin.fo FSF kann ikki sleppa Tórsvølli Vøllurin Hóast Brian Kerr og føroyska landsliðið hava fingið fýra stig av seks møguligum á Svangaskarði seinasta árið, so verður landsdysturin móti Italia spældur á Tórsvølli. Fótbóltssambandið skal hinvegin taka støðu til, hvar dystirnir móti Estlandi og Slovenia skulu avgreiðast Hví tað? – Tað eru fyrimunir við báð­ um vøll unum. Tað sigur seg sjálvt, at lands liðið skal eisini spæla í høvuðs staðnum. Søgu­ liga hava úrslitini verið betri á Svangaskarði, men tað er eingin orsøk at kolldøma Tórs­ vøll. Um støðurnar hjá fjølmiðl­ unum, áskoð arunum og leikar­ unum eru betri í Havn. Úrslitini vísa, at landsliðið skal spæla á Toftum. Skal tað ikki rað festast hægst? – Jú, men eg vil seta spurnar­ tekin við mótstøðuliðini, sum hava spælt á Svangaskarði. Eg havi ikki sæð Thierry Henry ella Francesco Totti á Toftum. Leisturin hevur verið, at stóru stjørnurnar spæla í Havn, og smærri tjóðirnar spæla á Toftum. Møguleikin at fáa stig hev ur altíð verið størri á Svanga skarði. Lands liðið spældi javnt móti Eysturríki, sum eru á nøkunlunda sama støði sum Norðurírland og Litava. Tann dysturin var á Tórs vølli. Umstøðurnar at spæla fót bólt hjá føroyska liðnum eru betri á Toftum, tí vøllurin er so lítil. Er tað ikki júst tí, at Svanga­ skarður skal brúkast? – Vøllurin er minni á Svanga­ skarði, og tað er ein fyrimunur. Men hin vegin, so vil føroyskur fótbóltur menna seg, at tað er sagt, at føroy ingar skulu spæla meira bólt og bjóða mót støðu­ liðinum av leikliga. Tað eru møgu leikarnir ikki reiðiliga til á Svangaskarði, júst tí, at vøll­ urin er so lítil, sigur Helgi L. Petersen. Brúkið báðar vøllirnar Vøllurin Helgi L. Petersen, fót­ bóltsviðmerkjari, sigur, at landsliðið skal fram vegis spæla sínar dystir á Tórs vølli og á Svangaskarði. Helgi L. Petersen, fótbóltsviðmerkjari savnsmynd Hóðast áskoðaratalið ikki var av teim hægstu á Svangaskarði, so hoyrdist rómurin til tíðir væl Mynd: Álvur Haraldsen