mikudagur 13. oktober 2010síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
40
Sosialurin
Ítróttur
Uni Holm Johannesen
– Nei, avrikið og úrslitið eru út av
lagi vánaligt.
Hann svaraði stutt. Lands liðs
venjarin hjá Norðurírlandi.
Nigel Worthington hevði lítl an
hug at tosa, aftaná dystin á Svanga
skarði. Um tað ikki er meira ella
minni eitt krav, at venjarin er sinn
aður at tosa við fjølmiðlarnir, so er
ivasamt, um hann yvirhøvur hevði
tosað við journalistarnar, sum bíð
aðu eftir honum.
Fyri aðru ferð í sínari yrkisleið
eydnaðist tað ikki Worthington at
vinna móti føroyska landsliðnum.
Hann var við sum spælari, tá Før
oyar spældu javnt í Belfast í 1991.
Í gjár eydnaðist tað heldur ikki
manninum við drúgvu yrkisleiðini
á fótbóltspallinum at fáa stig móti
Føroyum.
Sum spælari
Worthington var virkin sum fót
bóltsspælari í samfull 19 ár.
Hann var skjótt ein fongur hjá
fjølmiðlunum, tí Worthington var
altíð bersøgin í almenna rúminum.
Hann hevur ongantíð verið bangin
fyri at sagt sína hugsan.
Tað var skjótt staðfest, at norð
urírin, sum spældi vinstri bakk ur
og vinstri vongur, hevði fótbólts
evni, sum rukku væl og virðiliga út
um heimligu kappingina í Norður
írlandi. Sum 20 ára gamal skifti
hann til enska Notts County, sum
spældi í bestu deildini, í royndini
at røkka tindunum. Skjótt vóru
boð
eftir
honum
í
Sheffield
Wednesday.
Howard Wilkinson, ið hevði
verið venjari hjá Notts County, sum
flutti niður úr bestu deildini, hevði
sett seg í venjarasessin í Sheffield
Wednesday, og Wilkinson vildi hava
Worthington við, nú felagið ætl
aði at vinna sær pláss millum teir
bestu.
Tað eydnaðist, og uppflytararnir
stóðu seg óvæntað væl í fyrsta kapp
ingarárinum í bestu ensku deildini.
Liðið var nummar fimm í røðini
av 22 liðnum, tá kappingarárið
1985/1986 varð spælt.
Worthington fekk sítt gjøgnum
brot sum fótbóltsspælari í Sheffield
Wednesday, har hann spældi í 10
ár.
Hann royndi seinni at tapa
steypa finalurnar í League Cup og
FA Cup við liðnum.
Umvegis Leeds, byrjaði hann
sum venjari í 1997, tá hann varð
settur sum leikandi venjari hjá
Black pool.
Á landsliðnum
Nigel Worthington er ein av teimum
drúgvu í landsliðshøpi. Hann er
skrá settur fyri 66 landsdystir, og
hann er nummar nýggju í røðini
av spæl arum, sum hava spælt flest
lands dystir fyri Norðurírland.
Hann var við í landsliðshópinum
í 13 ár. Hann var við fyri fyrstu ferð,
tá Norðurírland vitjaði í Wales í
1984, og tá norðurírar vunnu 30 í
venjingardysti móti Belgia í 1997,
varð 36 ára gamli Worthington inn
skiftur í seinna hálvleiki.
Tá segði hann somuleiðis lands
liðnum farvæl sum spælari.
Bjargaði Leicester
Worthington hevur leingi roynt at
fingið sítt veruliga gjøgnumbrot
sum venjari.
Hann fekk uppreisn í 2007, tá
hann tók við venjarastarvinum í
Leicester. Felagið, sum nærkaðist
niður flyting í triðbestu deildina,
heitti á norðuríran, tí leiðslan hevði
sagt venjaran upp.
Tað eydnaðist Worthington og
Leicester at sleppa undan niður
flyting. Hann var sinnaður at halda
fram, tá tað brádliga stóð hon um í
boði at stjórna norðurírska lands
liðnum. Tað vildi hann fegin.
Worthington hevur áður staðið
á odda fyri Blackpool. Hann segði
upp í 1999, tí hann kundi ikki geva
liðnum meira.
Hann flutti til Norwich, sum
hann vann upp í Premier League í
2005. Liðið flutti niður aftur í 2006,
og aftaná fáar dystir í næstbestu
deildini varð hann uppsagdur, tí
úrs litini vóru ov vána lig.
Vónbrotin
Nú vil Worthington vinna Norður
írland til EMendaspælið í 2012, men
dreymurin fekk ein ordiligan undir
vangan á Svangaskarði í gjár.
Liðið er komið sera væl frá
byrjan. Norðurírar hava vunnið
óvænt að á útivølli móti Slovenia og
spælt málleysan javnleik á heima
vølli móti Italia.
– Fimm stig fyri tríggjar dystir
er nøktandi. Vit hava eisini verið
hepnir móti Slovenia og Italia.
Men vit fingu eina framúr byrjan,
og vit skuldu havt sjey stig nú. Tað
er krav, at vit vinna dystirnar móti
Føroyum, sigur Worthington.
Landsliðsvenjarin er bersøgin, tá
hann verður spurdur um dystin.
– Eg helt, at vit vóru væl fyri
reikaðir, men tað vístu vit ikki á
vøllinum. Tað er irreterandi, at vit
traðka við síðurnar av í hesum
dyst inum. Ræðuliga irreterandi.
Vit spæla illa, og vit spæla ikki við
full ari megi. Spælararnir tóktist
taka sær av løttum, og tað kann eg
ikki góðtaka. Eg ætli mær at hyggja
at dystinum aftur, og so fáa vit at
síggja, hvussu vit handfara avrikið,
sigur Nigel Worthington, sum eisini
sá ymsar glottar.
– Lafferty er eyðsýndur, og hann
spælir væl, hóast hann skuldi fingið
fleiri mál. Og vit reisa okkum skjótt
aftur, hóast Føroyar leggja seg á
odda. Men tað er eisini einastu
positivu hendingarnar í hesum
dyst inum fyri okkara viðkomandi,
sigur Worthington, og lýsir dystin,
avrikið og úrslitið við tveimum
orðum.
– Fucking embarrassing!, sigur
hann.
uni@sosialurin.fo
FAKTA:
Navn: Nigel Worthington
Føðingardagur: 4. november, 1961
Aldur: 48 ár
Tjóðskapur: Norðurírland
Starv: Landsliðsvenjari
hjá Norðurírlandi
Landsdystir sum spælari: 66 dystir
Yrkisleið sum spælari:
1979-1981: Ballymena United
1981-1984: Notts County, 67 / 4
1984-1994: Sheffield W, 338 / 12
1994-1996: Leeds Utd, 43 d. / 1 mál
1996-1997: Stoke City, 12 dystir
1997-1998: Blackpool, 9 dystir
Yrkisleið sum venjari:
1997-1999: Blackpool
2000-2006: Norwich City
2007: Leicester City (fyribils venjari)
2007: Norðurírland
Tíðindafundurin Tað var stutta, men greiða niðurstøðan hjá Nigel Worthington, landsliðsvenjari hjá
Norðurírlandi, aftaná dystin. Bersøgni Worthington hevur eina drúgva fortíð í fótbóltsheiminum
Fuckin' embarrassing!
Norðurírski landsliðsvenjarin, Nigel Worthington, var fámæltur aftaná dystin í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen