Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-13, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2010síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Føroyska liðið gav norðurírum ser­ bretska mótstøðu, og tað dugdu gest irnir ikki at handfara. Við vælskipaðum verjuparti, stríðs huganum miðvølli, ágrýtnum fram herja, nógvum longum bóltum og hótt andi mótálopum, eydnaðist tað før oyska liðnum at fáa stig móti Norður írlandi. Serbretskur, írskur og norður­ írskur fótbóltur verður róptur »kick and rush«, har uppspælið snýr seg um at sparka bóltin upp um mið­ vøll in, og fram til framherjarnar, sum onkurs vegna skulu finna út av at sparka bóltin í málið. Føroyar góvu norðurírum ser­ bretska mótstøðu í gjár, og tað riggaði. Ágrýtnir føroyingar Avrikið hjá føroyska landsliðnum í gjár er eitt hitt frægasta, sum før oy­ ingar hava víst á føroyskum vølli. Teir tveittu seg heilhjartaðir í nær dystirnar frá fyrsta bríksli, og før oyska liðið royndi at spæla bólt, tá møguleikin var til tað. Jónas Tór Næs og Erling Jacobsen stóðu seg væl sum vongverjar, og Christian Lamhauge Holst var snún ingsdepilin í mótálopum. Holst dugdi væl at halda bóltinum, meðan liðið flutti seg fram á vøllin, fyri síðan at spæla hann víðari. Lítið hugflog Norðurírland hevði lítið at bjóða í framrættaða spælinum. Tað sást týðiliga, at norðurírar eru ikki vanir við at vera nógv á bólt inum. Teir dugdu ikki at seta dags kránna, og gestirnir nýttu sama upp spæl, sum teir plaga. Við langum bóltum fram til Kyle Lafferty, sum skuldi berjast um bólt­ arnar við føroysku miðverjarnar. Tað passaði serliga væl hjá Atla Gregersen. Hann hevði trupulleikar við Lafferty í fyrra hálvleiki, sum hevði við sær, at framherjin kom fram til tríggjar møguleikar, uttan at hann setti Jákup Mikkelsen und ir trýst. Gregersen hevði betri tamar hald á honum eftir hvíldina. Verju leikarin hevði trupulleikar í Slo venia, tí hann noyddist ofta at renna um kapp við framherjarnar. Tað gjørdi hann ongantíð í gjár. Norðurírsku vengirnir høvdu lítið at bjóða. Teir høvdu lítið hug­ flog. Teir sluppu sjáldan til bak­ linjuna. Føroyska liðið hevði flestu menninar á aftastu 35 metrunum í verjustøðu, og føroyski miðvøllurin syrgdi fyri, at gestirnir høvdu lítið pláss at spæla á. Norðurírland saknaði ein ein­ stakling, sum kundi fanga føroy­ ingarnir á skeiva beininum, ella leggja grundarlagið undir óvænt­ aðar støður. Føroyingarnir vistu so at siga alla tíðina, hvør næsti leik­ urin hjá norður írum var, og tí var stund um lætt at verja fyri. Fantastisk bjarging Jákup Mikkelsen prógvaði væl og virð iliga, at hann er framvegis før ur fyri at vera føroyskur lands­ liðsmálverji. Hann varð tvær ferðir noyddur at tveita seg í fulla longd í seinna hálv leiki, og meistarliga vardi hann fyri. Men so hevði hann eisini eina bjarging í serflokki. Lafferty stýrdi bóltinum móti handara málhorni við høvdinum, tá Jákup Mikkelsen var sum ein køttur og tveitti seg heilt upp í hornið og fekk stýrt bólt inum framvið málinum. Ein fan tastiskt bjarging! Trýstu seinastu løtuna Norðurírar komu av álvara undir trýst, tá Holst hevði lagt Føroyar á odda. Tíbetur, kanska. Gestirnir fingu skund og gjørdu ov skjótt av, og tað hevði fleiri mistøk við sær. Ikki tí, norðurírarnir høvdu fleiri møguleikar at javna og at leggja seg á odda, men føroy ing­ arnir hóraðu undan. Men væntaði stormurin av álopum kom ongantíð. Takk fyri! Ágangurin er stundum harður mót vegis føroyska fótbólts lands­ liðnum. Tað hevur verið langt millum snapsirnar seinastu árini, og meðan Pál Joensen og aðrir svimjarar hava gjørt um seg millum tey bestu í Evropa, hava fleiri í sama viðfangi sagt, at fótbóltslandsliðið er ein skomm, tí liðið fær so sjáldan stig. Landsliðsleikararnir stað festu í gjár, hvussu ein stór fótbólts upp­ living kann savna føroysku tjóðina og fáa tjóðarskaparkensluna fram í okkum øllum. Føroyingarnir runnu, stríddust, skumpaðu og takklaðu í 90 min­ uttir. Júst soleiðis, sum vit vilja hava tað. Takk fyri! uni@sosialurin.fo Norðurírar smakkaðu sín egna heilivág Dystarfrásøgn Føroyar góvu norður­ írum mótstøðuna, sum norðurírar plaga at geva øðrum fót­ bóltstjóðum. Tað dugdu Worthingon, venjari, og hansara leikarar ikki at handfara Føroyar – Norður-Írland 1-1 (0-0) Svangaskarður, Toftir 1921 áskoðarar Dómari: Cyril Zimmermann, Sveis Linjuverjar: Beat Hidber og Bruno Zurbrugg 1-0: Christian Lamhauge Holst, 60. 1-1: Kyle Lafferty, 76. Føroyar: Jákup Mikkelsen, ÍF – Jónas Tór Næs, B36, Atli Gregersen, Víkingur, Jóhan Troest Davidsen, NSÍ, Erling Jacobsen, Víkingur – Símun Samuelsen, HB, (Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, 78.), Daniel Udsen, EB/Streymur, (Jann Ingi Petersen, 68., NSÍ), Christian Lamhauge Holst, Silkeborg, (Jústinus R. Hansen, 85.) Hjalgrím Elttør, B36, - Jóan Símun Edmundsson, Newcastle Gult kort: Jónas Tór Næs, 38., Atli Gregersen, 72., Arnbjørn Hansen, 84. Venjari: Brian Kerr Norður Írland: Maik Taylor, Birmingham – Chris Baird, Fulham, Jonathan Evans, Manchester United, Stephen Craigan, Motherwell, Gareth McAuley, Ipswich Town – Chris Brunt, West Bromwich Albion, Steven Davis, Glasgow Rangers, Niall McGinn, Peterborough United, (Corry Evans, Manchester United, 83.) Aaron Hughes, Fulham – Kyle Lafferty, Glasgow Rangers, Warren Feeney, Oldham (David Healy, Sunderland, 50.) Gult kort: Steven Davis, 87. Venjari: Nigel Worthington HAGTØL UM DYSTIN Føroyar N. Írland Mál skotin: 1 1 Skot á málið: 4 12 Skot framvið málinum: 1 10 Gul kort: 3 1 Reyð kort: 0 0 Fríspørk framd: 17 12 Hornaspørk: 1 8 Rangstøða: 1 2 Hagtøl frá uefa.com Christian Lamhauge Holst hevur júst sent bóltin í norðurírska málið. 1-0 til Føroyar! Mynd: Álvur Haraldsen Daniel Udsen og hinir føroysku leikararnir, høvdu gott tak á gestunum Mynd: Álvur Haraldsen Mál