mikudagur 13. oktober 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
42
Sosialurin
Ítróttur
Uni Holm Johannesen
Brian Kerr er skjótur at hyggja
upp.
– Sást tú ikki tað?, spyr hann
aftur og flennir síðan í kíki, tá hann
verð ur spurdur, hví Erling Jacobsen
var við frá byrjan.
Verjuleikarin úr Víkingi var mill
um mest eyðsýndu føroy ingar nar
á Svangaskarði í gjár. Jacobsen var
framúr í verjustøðu, og hann syrgdi
fyri, at gestirnir komu sjáldan
til innlegg í høgru síðu. Erling
Jacobsen hevði tað trupult fyrstu
løtuna, men spældi sera sann før
andi seinasta tíman av dystinum.
Hendrik Rubeksen hevur røkt
plássið seinastu dystirnar, men
Brian Kerr metti, at tað var tørvur
á eini úrskifting.
– Hendrik Rubeksen hevur
spælt sum framherji í fleiri ár.
Hann er umskúlaður til vinstra
bakk í hesum kappingarárinum, so
hann er óroyndur á plássinum. Eg
eri ikki ónøgdur við hansara spæl,
men hann hevði tað trupult í Slo
venia. Tað var eisini tørvur á eini
út skifting, tí tað er strævið at spæla
tveir dystir eftir fýra døgum, sigur
Brian Kerr.
Landsliðsvenjarin hevur leingi
havt Erling Jacobsen í huganum
sum ein møguligan vinstra bakk.
– Hann er ungur, og tú skal
sjálv andi ansa eftir, nær tú tveitir
ungar leikarar fyri løvurnar. Erling
Jacobsen hevur spælt væl fyri
Víking í hesum kappingarárinum,
og eg tosaði eisini við Jógvan
Martin Olsen, venjara hjá Víkingi,
undan dyst inum, og løtan var tann
rætta. Hann spældi eisini sera væl
og sann førandi, sigur Brian Kerr.
Erling Jacobsen sigur, at hann
var nervøsur fyrstu løtuna.
– Men eg gloymdi skjótt nerv
arnar, og eg haldi, at tað gekk væl.
Tað var stuttligt at fáa eitt so gott
úrslit í mínum fyrsta landsdysti,
og serliga framman fyri eina slíkari
áskoðarafjøld, sum stuðlaði okkum
væl, sigur Erling Jacobsen.
Tí var Erling
við frá byrjan
Debutantur Sera óvæntað spældi Erling Jacobsen sín fyrsta
landsdyst, tá Brian Kerr ynskti, at hann skuldi røkja uppgávuna
sum vinstri bakkur. Landsliðsvenjarin valdi aftur rætt
Eiler Ramussen, dómari í Vodafonedeildini, rósar
Cyril Zimmermann, sum dømdi dystin í gjár.
Rasmussen vísir serliga til málið hjá føroyingum.
– Jóan Símun Edmundsson verður feldur, men
dómarin letur spælið ganga víðari, og Føroyar fáa
mál fá sekund seinni. Tað er besta kenslan, sum
ein dómari kann fáa, sigur Eiler Rasmussen, sum
heldur, at Zimmermann kom væl frá uppgávuni.
Besta kenslan hjá dómarum
Mynd: Álvur Haraldsen
Takk fyri hesaferð
Jákup Mikkelsen hevur spælt seg væl, nú
hann noyddist at loysa Gunnar Nielsen av.
Mikkelsen segði eisini far væl við Svangaskarð í
fjør, tá Føroyar vunnu á Litava. Nú segði hann
aftur farvæl við Svanga skarð – hesaferð við
einum javnleiki móti Norður írlandi í skjáttuni.
– Eg takki so aftur fyri meg á hesum
sinni, skemtar Jákup Mikkelsen, sum er
væl nøgdur við føroyska avrikið.
– Vit verða ongantíð sett ir undir stórt trýst, og vit
duga væl at draga ferðina úr dyst inum. Serliga
vóru vit stinnir í verjupartinum, og vit skulu vera
glaðir fyri úrslitið, og ikki minst avrikið, sigur Jákup
Mikkelsen, sum spældi sín dyst nummar 68 í gjár.
uni@sosialurin.fo
Tað hevur hilnast væl, tá Jákup Mikkelsen
takkar fyri seg á Svangaskarði
Mynd: Álvur Haraldsen
Víkingaleikarin, Erling Jacobsen, leikti sín fyrsta A-landsdyst í gjár, og kom hann serstakliga væl frá uppgávuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Málið er gloymt
Málskjúttin Christian Lamhauge
Holst hevur gloymt, hvussu hann
brádliga kom til møguleikan
at leggja Føroyar á odda
Uni Holm Johannesen
– Eg veit ikki, tavagud. Eg
var so glaður, at eg gloymdi
alt um uppspælið og skotið
beinan vegin, sigur Christian
Lamhauge Holst.
Jóan
Símun
Edmunds
son varð feldur á brotsteigar
markinum, tá Daniel Udsen
til vildarliga og brádliga hevði
bóltin fyri føturnar og spældi
hin føroyingin úr Dan mark.
Holst sneiddi tveir mót støðu
menn av og sendi bóltin niður
í handara málhorn við vinstra
beininum.
– Hetta er eitt fantastiskt
úrs lit fyri okkum. Teirra spæli
skipan við langum bóltum
pass aðu okkum serstakliga
væl, tí liðini stríddust meira
um bólt in í luftspælinum enn
á vøll inum, sigur Christian
Lamhauge Holst.
1921
áskoðarar
vóru
á
Svanga skarði í gjár. Framherjin
úr Silkeborg ynskir, at fleiri
føroyingar
stuðla
lands lið
num.
– Tað ert tú meira enn væl
komin at skriva. Stuðulin
til føroyska liðið í kroystum
støðum er sera, sera týdn ingar
mikil, og tí vóni eg, at fleiri fólk
verða til komandi landsdystin,
sigur
Christian
Lamhauge
Holst.