mikudagur 13. oktober 2010síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Mikudagur 13. oktober 2010 · Nr. 145
Sosialurin
Ítróttur
Frøin var sum verða man stór á Brian Kerr, landsliðsvenjara, tá fyrsta stigið í hesi undankappingini kom til høldar
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
– Eg ynskti so hjartaliga, at vit fingu
stig í dag, og tað er fantastiskt, at tað
eydnaðist, er fyrsta viðmerkingin
hjá Brian Kerr.
Venjarin úr Írlandi hevur ættar
bond í Norðurírlandi, og hann
visti, at fleiri í familjuni og vinar
skarðanum hugdi at dystinum.
– Tí var tað serliga umráðandi,
at eg ikki stóð sum tapari. Hetta
úrslitið er sera týdningarmikið fyri
meg, sigur Kerr.
Hetta var møguleikin
Brian Kerr er fegin um, at Føroyar
fingu stig í einum av teimum
fýra dystunum, sum eru spældir í
undan kappingini í ár.
– Málið var í øllum førum at
fáa eitt stig. Vit kundu havt tvey,
ella fýra stig, um vit hildu tørn í
Estlandi, sum var mín ræðuligasta
fótbóltsuppliving nakrantíð. Men
vit rukku minsta málinum, og tað
eri eg nøgdur við, sigur Brian Kerr,
sum greiddi spælarunum frá undan
dystinum, at líkindi vóru stór fyri,
at teir fingu stig, um teir komu væl
frá uppgávuni.
Landsliðsvenjarin er serliga fegin
um avrikið hjá føroyingunum.
– Leikliga eru vit væl við. Vit
stríðast veruliga fyri tí, og vit
prógva, at um tú gevur alt, sum tú
eigur, so kemur tú eisini langt, sigur
lands liðsvenjarin.
Stórur dagur
hjá Kerr
LandsLiðsvenjarin – Eg veit, at
fleiri av írum fegnast um úrslitið,
sigur stórsmílandi Brian Kerr
Brian Kerr var meiri prátingar
samur enn norðurírski starvs
felagin aftaná dystin í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen
BÓLKUR A:
Belgia – Eysturríki . . . . . . . 4-4
Kasaksthan – Týskland . . . 0-3
Aserbadjan – Turkaland . . . 1-0
BÓLKUR B:
Slovakia – Írland . . . . . . . . . 1-1
Makedonia – Russland . . . . 0-1
Armenia – Andorra . . . . . . . 4-0
BÓLKUR C:
Estland – Slovenia . . . . . . . 0-1
Føroyar – Norðurírland . . . 1-1
BÓLKUR D:
Frakland – Luksemburg . . . 2-0
Hvítarussland – Albania . . 2-0
BÓLKUR E:
Holland – Svøríki . . . . . . . . 4-1
San Marino – Moldova . . . . 0-2
Finnlang – Ungarn . . . . . . . 1-2
BÓLKUR F:
Grikkaland – Ísrael . . . . . . . 2-1
Lettland – Georgia . . . . . . . 1-1
BÓLKUR G:
England – Montenegro . . . 0-0
Sveis – Wales . . . . . . . . . . . 4-1
BÓLKUR H:
Ísland – Portugal . . . . . . . . 1-3
Danmark – Kýpros . . . . . . . 2-0
BÓLKUR I:
Skotland – Spania . . . . . . . 2-3
Liktinstein – Kekkia . . . . . . 0-2
nR. LIð
DystIR
vUnnI
jAvnt
tApt
+ máL - máL
+/-
stIG
1 Italia
3
2
1
0
7
1
6
7
2 Slovenia
4
2
1
1
7
3
4
7
3 Estland
4
2
0
2
6
5
1
6
4 Norður Írland
3
1
2
0
2
1
1
5
5 Serbia
3
1
1
1
5
4
1
4
6 Føroyar
5
0
1
4
3
16
-13
1
EM undankapping Bólkur C
Uni Holm Johannesen
Atli Gregersen greiddi sína
uppgávu til lítar í gjár, tá mið
verjin ferð aftaná ferð noyddist
í luft dystir við norður írsku
mót støðu menninar.
Í fyrra hálvleiki tapti hann
hinvegin fleiri nærdystir móti
Kyle Lafferty, men føroy ing
urin stóð seg betur í seinna
hálvleiki.
– Eg lærdi í fyrra hálvleiki, at
eg hoppaði ov tíðliga, og tí varð
eg oftast ov stuttur. Eg spældi
meg upp, sum tíðin gekk, og
var oftast fyrstur á bóltinum
í seinna hálvleiki, sigur Atli
Gregersen, sum staðfestir, at
hans ara leiklutur passaði hon
um væl.
Lafferty
javnaði
fyri
Norður írland í gjár. Framherjin
sneiddi fýra føroyingar av,
áðrenn hann sendi bóltin av
stað. Umvegis stólpan tryggjaði
hann norðurírum eitt stig.
Fróði Benjaminsen, lið skip
ari, harmast.
– Vit skuldu fingið bóltin
av Lafferty, og tað er keðiligt,
at vit ikki fáa steðga honum.
Men hinvegin, teir høvdu fleiri
upplagdar møguleikar, sum
teir ikki fingu mál uppá, vísir
Fróði Benjaminsen á.
Kyle Lafferty var mest eyð
sýndi norðurírin í gjár. Hann
hótti støðugt føroysku verj
una.
uni@sosialurin.fo
Atli fekk
tamarhald
á Lafferty
verja Kyle Lafferty var
ein støðug hóttan, men Atli
Gregersen fekk tamarhald á
framherjanum í seinna hálvleiki
Christian
Høgni
Jacobsen,
Jónas Tór Næs, Bogi Løkin og
Andreas Lava Olsen eru millum
føroyingarnar, sum hava roynt
seg í næstbestu deildini í Dan
mark seinastu árini. Teir hava
ikki sannført venjararnar um,
at teir hava uppiborið pláss í
byrjunaruppstillingini.
Brian Kerr segði ikki skilja
støðuna á tíðindafundin á
Hotel Føroyum undan dyst
inum.
– Tað er ikki tí, at teir hava
uppiborið tað. Eg hugsi, at
danir hava ikki stórvegis virð
ing fyri føroyingum, og tí skulu
føroyingar vísa nógv meira enn
danir, sigur Brian Kerr.
Landsliðsvenjarin ynskir, at
fleiri føroyskir fótbóltsspælarar
fara uttanlands at spæla.
Hann vísir á, at tað er
neyðugt, at føroyskir lands liðs
leikarar spæla á hægri støði,
um landsliðið skal fáa betri
úrs lit.
– Flestu spælararnir spæla í
før oysku kappingini, og Voda
fonedeildin er altso ikki mill um
seks tær bestu fótbólts kapp
ingarnar í heiminum, skemt aði
Brian Kerr.
Hann segði, at samfullir
norðurírskir landsliðsleikarar,
sum vitjaðu á Svangaskarði
í gjár, spæla uttanlands – í
Skotlandi og Onglandi.
– Hugsið tykkum, at teir
spæla spældur í heimligu kapp
ingini í Norðurírlandi. Lands
liðið hevði ikki staðið seg eins
væl, segði Brian Kerr.
uni@sosialurin.fo
Lítil virðing
fyri føroyingum
í Danmark