Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146 8 Sosialurin Skift dekkini hjá Bilrøkt Vit hava nýmótans SUVO Anti-Rust anlegg til rustviðgerð av nýggjum og gomlum bilum. Eisini hava vit fólk, sum hevur spesialiserað seg í rustviðgerð. Stiðjagøta 3 · 100 Tórshavn · tel: 358888 · bilrokt@bilrokt.fo · www.bilrokt.fo Opið gerandisdagar frá 08.00-17.00 og leygardagar frá 10.00-13.00 Ring 35 88 88 og bílegg tíð Opið er eisini leygardagar frá 10.00-13.00 Sosialurin 341800 Listabólkurin FØRKA hevur sítt fyrsta tiltak í Sjónleikarhúsinum í Havn mikukvøldið. Hetta er ein installatión við málningum, upplestri av yrkingum og annað. Av tí at hetta ikki er eitt heilt vanligt tiltak, men stimbrar sansir á fólki á ein heldur øðrvísi hátt, hava tey, sum skipa fyri, valt einans at sleppa 17 gestum inn í senn, so øll kunnu fáa eina so góða uppliving sum gjørligt. Tiltakið verður kvørt kvøld í døgunum frá 10. til 31. oktober frá kl. 19.37. FØRKA er nýstovnaður listabólkur, sum hevur í hyggju at skipa fyri øðrvísi, nýskapandi tiltøkum, har bert hugflogið setur mørk. Í bólkinum eru: Anna Sofía Egilstrøð, Jytte Joensen, Ellindur Egilstrøð og Jónvá Danielsen Mánadagin fær Dansifrøi í Havn vitjan ur Hvíta­ russlandi. Dansi hjálpar felags­ skap urin “Dinesmindes venner” hevur boðið 42 ungdómum út Hvítaruss­ landi, og tað er í hesum sambandi, at tey koma til Føroya at vitja í fýra dagar. Ungdómsbólkurin er úr býnum Brest, ið liggur á markinum millum Pol­ land og Hvítarussland. Tey flestu av børnunum eru uppvaksin á barna­ hei m um og kostskúlum. Hóast korini eru trong, fáa næmingarnir frálæru um framt í vanligu læru­ grein um dygga frálæru í list. Men tað eru tey út valdu, sum sleppa av landi num henda túrin. Tey koma at dansa og spæla í Føroyum, og har­ aftrat hava tey eina máln­ ing a framsýning við sær. 30 málningar verða til sølu, og teir verða at siggja í Norðoya Sparikassa í Mið lon í Havn. Um viðrar, fara gest­ ir nir mánadagin kl. 16 at fram føra dansir og spøl á parkeringsplássinum fram m an fyri býráðs húsi­ num. Gestirnir skulu har um­ framt vitja ymsar skúlar í Havn, og teir fara eisini at hava eina almenna fram­ sýning í skúlanum við Løgmannabreyt týs kvøld­ ið. kl. 19.30. Eyðun Klakstein Um vikuskiftið skal 200 spæla á Iceland Airwaves festi vali num í Reykjavík. Hetta er aðru ferð, at 200 eru bidnir at spæla á hesum festi vali. ­ Í kjalarvørrinum á iva­ somu móttøkuni, sum ís­ lendski for sætis mála ráð har­ r in og kona hennara fingu í Før oyum herfyri, fer 200 at royna at bera í bøtuflaka fyri hetta, siga teir í 200. ­ Hóast Jóhanna Sigurð­ ar dóttir ikki hevði so nógvar við merkingar til hendingina á tíðindafundinum í Før­ oy um var greitt, at kaldliga mót tøkan frá pørtum av okkara poilitisku skipan hevði rakt hana meinari enn hon vildi vera við, siga teir í bólki num. ­ Tí hevur 200 tikið tað á seg at biðja um umbering. Veg na fólkið, landið og tjóð­ ina. Treytaleyst og uttan himpr. 200 heitir við hes um á sendiharra Før oya í Reyk­ ja vík um at kunna ís lends­ ka forsætis mála ráð harr an um, at hon og kona henn­ ara eru hjartaliga væl­ kom na r á 200 konsert í ís­ lends ka høvuðsstaðnum leygar kvøldið ­ og um stund­ ir og høvi loyva tí at eta ein døgurðabita saman við bólki num, meðan hann er í ís landi. Eisini vil 200 bjóða Jó­ honnu at taka ímóti Ridd a­ ra krossinum hjá bólkinum. Áður hava Magni Laksá­ foss, Hergeir Staksberg, Anna Kirstin Thomsen, Felix van den Berg og Jóannes Paturs son tikið við hesum ser staka heiður. Norðborg landaði 1350 tons av sildafløkum í Norð havn­ ini í gjár. Í dag skal nóta­ skipið á nýggjan túr. Áðrenn teir komu í Norð havnina at landa, legði Norðborg 300 tons av mjøli og 150 tons av lýsi upp í Fuglafirði. Eisini tóku teir tungolju í Fuglafirði, áðrenn farið varð til Klaksvíkar, har restin av veiðini varð løgd upp. Størsti partur av veiðini fer til Pólands. Sildin er fyri størsta part fiskað í norskum sjógvi. Eyðun Klakstein Ellivu mánaðir eru farnir, síðani kanningar fyri CTD­ sjúkuna vórðu settar í verk. Umleið 26.000 føroyingar eru kannaðir síðani tá, og tað svarar til helmingin av íbúgvatalinum í Føroyum. Talan er um persónar í øllum aldri og kring alt landið, sum hava latið seg kannað, og blóðroyndir eru kannaðar á Screening­Labor í Hannover í Týsklandi. Higartil eru staðfestir 119 tilburðir av CTD­sjúkuni. Av teimum búgva fleiri í Danmark, og sjey persónar eru deyðir á ungum aldri, sum høvdu sjúkuna CTD. Kanningar í øðrum londum Í tíðarskeiðinum er eisini vorðið gjørligt at lata seg kanna fyri CTD í Danmark, Íslandi og Noregi. Harumframt hava fleiri útisetar nýtt høvið at lata seg kanna, tá tey hava vitjað í Føroyum. Tað er framhaldandi møguleiki at lata seg kanna fyri CTD­sjúku Til ber at fáa tikið eina blóðroynd á teimum trimum sjúkrahúsunum; á Lækna­ og heilsumiðstøðini í Gøtudali og á Heilsumiðstøðini í Vági. Kostnaður fyri kanningina er 100 kr. 200 biður um umbering í Íslandi Umbering Føroyski rockbólkurin, sum spælir í Íslandi um vikuskiftið, biður nú íslendska forsætisráðharran um umbering fyri viðferðina í Føroyum í summar List úr Belarus til Havnar Í næstu viku kemur ein bókur av ungum og børnum úr Hvítarusslandi at dansa og spæla, og tey fara eisini at hava listaframsýning Bert 17 sleppa inn samstundis Norðborg landaði í Norðhavnini 26.000 føroyingar kannaðir CTD 26.000 føroyingar eru nú CTD-kannaðir, og higartil eru 119 tilburðir av sjúkuni staðfestir