Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 15. oktober 2010 8 VIKUSKIFTI VIKUSKIFTI Bókstaviligt og á heimligum Vikuskifti hevur vitjað tríggjar stórar ráðsteVnur í stockholm. Hem 2010, Hem&Villa og barna ráð stevnuna underbarabarn. hesar tríggjar ráðsteVnur eru vælvitjaðar av bæði Handlum og Vanligum fólki, ið eru forvitin eftur tí nýggja innan heim og innrætting. TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo 8 Tvey rák, ið ikki slapst undan á nakrari av teimum trimum messunum, vóru tað umhvørvisvinarliga og tað við bókstøvum. Bókstavar, sum pynt úr jarnið, betong og gipsið. Sitat at klistra á veggin og inrammaði orðatøk. Ja, bókstavar vóru bókstaviliga allastaðni á stevnunum. umhvørvið merktist nógv í tilfarinum, ið møblarnir og tingini eru gjørd úr. nógv verður tosa um eyndurnýtslu, og maturin til tey minstu skal sjálvandi verða vistfrøðiligur. Tilsamans væntaðu fyrireikarirnir at eini 40.000 fólk vitjaðu ráðstevnurnar. Vikuskifti hevði myndatólið við, og tók myndir av tí nýggjasta, besta og stuttligasta. Furoshiki House vil fáa okkum at gevast at pakka okkara gávur inn í pappír, sum vit síðani blaka vekk. Furoshiki, er aldargamal siður úr Japan, har pakkað verður inn við einum fýrakantaðum toystykki, ið síðani kann eyndurnýtast frá persóni til persón. Les meira á www.furoshikihouse.se Pakka inn við toyi Lampa sum fær tey flestu at hyggja uppeftir A,B,C-rákið Og her eru bókstavar í langum banum. Bæði sum sitat at hanga á veggin, klistra á veggin ella seta í vindeygakarmin. Bleytir bókstavar til børnini vóru eisini at finna Betongvakurt Ger tínar egnu vasar og ljósastakar úr betongi. Lætt og vakurt Vøkur seyðaskinn Seyðaskinn hava vit nógv av í bæði í Svøríki og Føroyum. Hendan fyritøkan hevur gjørt stólar og krakkar, sum tey síðani hava klætt við seyðaskinnið í ymiskum mynstrum. Les meira á www.yllebruk.se