Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146 10 Sosialurin Randi Jacobsen Ein av fremstu spælarunum hjá hond bólts felagnum Stjør n u ni í Klaksvík er Ann i­ ka Karlsdóttir Ljósstein. Fyrst í árinum helt hon seg hava funnið ein knykil í øðrum bróstinum. Hon fór til kanningar, men einki var at finna. ­ Eg var órólig, og ein dagin í summar, eg var til arbeiðis á Lands sjúkrahúsinum, segði ein lækni, at hann skuldi taka biopsi­ roynd, sigur Annika, sum er læknaskrivari. Góðar tríggjar viku seinni fekk hon boðini, at hon hevði krabbamein í øðrum brósti­ num. Dagin eftir varð hon løgd undir skurð, og hon var hepp in, tí krabbameinið var ikki farið víðari. Hon fær nú kemoviðgerð og aftaná nýggjár skal hon til Dan markar at fáa strálur. Annika hevur tað gott og sær tað ikki sum nakra ólukku, at hon hevur fingið krabba mein. Góðar vinkonur Fyri tveimum vikum síðan komu liðfelagar hennara í Stjørn uni at spyrja hana, hvat hon segði til, at tær fóru at gera nakað fyri at savna inn pening til granskingina av bróstkrabba. Tær vildu fegn ar á henda hátt stuðla Anni ku. ­ Mær dámdi tað ógvuliga væl, tí tað ræður um at vera opin um sjúkuna, og eg vil fegin vísa, at eisini ung ítrótta r fólk sum eg kunnu fáa krabbamein, sigur Anni­ ka. Stjørnukvinnurnar hava ver ið runt hjá fyritøkum og handlum í Klaksvík við áheit an um at stuðla, og bræv ið er somuleiðis lagt í fleiri postkassar hjá privat­ fólki. Tær hava eisini tosað við Krabba meinsfelagið, og tær hava fingið armbond frá felag num at selja í sambandi við dystin týskvøldið. Sjálvar fara stjørnurnar týs kvøldið at spæla í blusum frá krabbameinsfelagnum, og tað halda sponsorarnir vera í lagi. Kyndil tók væl ímóti hug skotinum um at spæla til frama fyri krabba meins­ granskingini og hevur eggjað við haldsfólkum sínum at fara til Klaksvíkar týskvøldið fyri at stuðla innsavningini. Øll sølan av at gongu­ merkj um fer somleiðis til inn savn ing ina. Venjing skal til Síðan Annika Karlsdóttir Ljós stein fekk staðfest krabba mein, hevur hon ikki kunn að vant í Stjørnuni, men hon plagar at vera við fyri at gera nakrar venjingar. ­ Tað geri eg, tí allar kann­ ingar vísa, at man kemur skjót ari fyri seg við at vera væl fyri kropsliga, sigur Ann­ ika. Hon sigur, at liðfelagar hennara hugsa so nógv um hana, at er hon ikki í høllini, tá ið tær byrja at venja, ringja tær eftir henni. Annika hevur frá fyrsta degi tosað opið um, at hon fekk krabbamein. ­ Eg havi sagt tað alla stað ni, har eg havi verið, og tá eg havi møtt fólki, havi eg skundað mær at sagt teim um tað. Eg havi vist teimum, hvussu knykilin kend ist, og eg syrgi fyri, at fleiri ymisk fólk koma við mær til kemoviðgerð, so tey skulu vita, hvussu tað er. At um hvørvið er hugnaligt o.s.v., sigur Annika. Skal vera opin Tað eru framvegis tey, sum halda, at fært tú krabbamein, er alt liðugt. ­ Eg vil gjarna sleppa at for telja serliga børnum, at tað ikki bara eru tilkomin fólk og mammur, sum fáa krabba mein, og at sjúkan kann lekjast. Meira opin og natúr lig vit eru um sjúkuna, betri er. Lívið steðgar ikki upp, fyri tað um tú fær krabba mein. Kemoviðgerðin hevur við sær, at hárið fellur. Annika hev ur tí fingið parúkk. ­ Parúkkurin riggar væl, men eg tími ikki at ganga við honum til dagligt. Eg krógvi heldur ikki á nakran hátt, at eg havi krabbamein. Pa­ rúkk in fari eg bara í, tá ið eg ordi liga skal pynta meg, sigur Anni ka. Hon er spent uppá, hvat kem ur burtur úr týskvøldið. Alllur peningurin, sum kem ur inn í dystinum og í innsavningini fer óskerd ur til innsavningina “Stuðl ið bróstunum”, bróst krabba­ gran sk ingini, sum fer fram á Lands sjúkrahúsinum. Herrópið hjá Stjørn uni er: ­ Stjørnan vil vin na á bróst krabba, vilt tú eisini? Krabbamein r eisini ítróttar bróstkrabbi Allur peningurin, sum kemur inn, tá ið kvinnurnar hjá Kyndli og Stjørnuni spæla dyst í Klaksvík týskvøldið, fer óskerdur til granskingina av bróstkrabbameini. – Eg eri so fegin um, at liðfelagar mínir hava tikið hetta stigið og harvið fáa fram, atkrabbamein kann raka øll, eisini ung og sunn ítróttarfólk, sigur Annika K. Ljósstein, sum er í viðgerð fyri bróstkrabba