Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 15. oktober 2010 10 VIKUSKIFTI Tú veitst, at tað er kærleiki, tá ið tú ynskir, at ein persónur er lukkuligur, hóast tú ikki sjálv ert partur av lukkuni. Julia Roberts, sjónleikari 10 tIng um Sir Cliff Richard í vikuni gjørdist hann 70 ára gamal, men Cliff riChard hevur framvegis gott tak á kvinnuligu fjepparunum, m.a. margrethu drotning, sum ynskti sær hann sum føðingardagsundirhald fyrr í ár. hann hevur havt sera stóra ávirkan á bretskan roCk n’ roll tónleik, og er sagdur at vera ov vakur til sjónvarpið. lagt tIl rættIs: Eydna Skaale Rætta navnið er Harry Roger Webb, og hann varð føddur 14. oktober 1940 í bretska partinum av India. Tá India gjørdist sjálvstøðugt í 1947, flutti familjan aftur til Bretlands. Nógvar leysasøgur siga, at Cliff Richard er hálvur indari. Sjálvur hevur hann tó hvørki sannað ella avsannað hendan slaturin. Hósdagin gjørdist sir Cliff Richard 70 ár, men hann er framvegis virkin tónleikari. Saman við bólkinum The Shadows merkti hann bretska tónleikin í 50’unum og 60’unum. Sagt verður, at hann slættaði vegin fyri The Beatles, tí saman við The Shadows setti hann Rock n’ Roll á breddan. Tað var orsøkin til, at plátufelagið Parlaphone fór at leita eftir einum nýggjum Cliff Richard og The Shadows. Teir funnu the Beatles. Í 1964 traðkaði Cliff Richard fram sum nýfrelstur trúgvandi, og við hesum skifti hann stíl og segði rock n’ roll lívsstílinum farvæl. Í 70’unum var hann við í nógvum sjón varps send­ ingum og var tá betri kendur fyri sjónvarp enn tónleik. 25. oktober 1995 varð Cliff Richard fyrsti tónleikarin, sum varð sligin til riddara. Eftir hann komu Paul McCartney og Elton John. Seinastu seks áratíggjuni hevur Cliff Richard havt hópatals stakfløgur á hittlistunum, og hann hevur selt fleiri stakfløgur enn bæði the Beatles og Elvis. 10: Hann hevur altíð rúnarbundið kvinnuligu áhoyrarnar, og hennara hátign Margreta drotning yngdist eisini upp, tá Cliff Richard sang »congratulations« fyri henni á 70 ára degi hennara í apríl í ár. 1 2 3 4 5 7 6 8 9 10 tak á kvinnum 1 Løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum fór í vikuni úr flokkinum. Hvør var løgtingsmaðurin? 2 Løgtingsins umboðsmaður er afturvaldur til eitt nýtt skeið. Hvussu eitur hon? 3 Danskur tennisspælari er nú ovast á styrkis­ listanum yvir heimsins kvinnuligu tennis spæl­ arar. Hvussu eitur hon? 4 Stjórin á Føroya Handilsskúla í Havn finnist harðliga at leiðslu og nevnd í Eik. Hvussu eitur handilsskúlastjórin?? 5 Føroyingar fingu mál í fótbóltslandsdystinum ímóti Slovenia farna vikuskiftið. Hvør skoraði málið? 6 Hvussu eitur danski ráðharrin, sum varðar av málinum um Eik Banka? 7 Hvussu nógvir tinglimir eru partir av ABC- samgonguni, nú ein fólkafloksmaður er farin burturav? 8 Hvussu eitur stjórin á TAKS? 9 Hvør er í løtuni toppskjútti í Vodafonedeildini í fótbólti? 10 Brúkaraumboðsmaðurin ætlar sær at halda eyguni við marknaðarføring á eitt nú Facebook. Hvussu eitur Brúkaraumboðið? 1-4 ikki nóg gott 5-7 tú fylgir hampuliga væl við 8-9 tú fært tað mesta við 10 veitst tú alt? 1. Poul Michelsen, 2. Sólja í Ólavsstovu, 3. Caroline Wozniacki, 4. Reidar Nónfjall, 5. Christian Restorff Mouritsen, 6. Brian Mikkelsen, 7. 19 tinglimir, 8. Eyðun Mørkøre, 9. Arnbjørn T. Hansen , 10. Andras Holm Arge SvaR