fríggjadagur 15. oktober 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
vikuskiftisblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eingin ivi skal vera um, at almenna
Kringvarpið hevur ein public service
sáttmála fyri neyðini. Ein stovnur,
sum ikki hevur eitt yvirskipað
mál - eitt virðisgrundarlag - hevur
fyri sovítt ongan legitimitet í sam-
fe lagnum, og tí er sáttmálin eitt
sjálv sagt krav. Eitt krav, sum bæði
stovnurin sjálvur og almenningurin
við fullum rætti kann seta.
Sáttmálin inniheldur eisini nógv
góð orð, góðar ætlanir og fagrar
visiónir, men so er eisini tað mesta
sagt.
Tí landsstýriskvinnan hevur
»gloymt« ein av hornasteinunum í
Kringvarpssemjuni, sum varð gjørd
fyri skjótt nógvum árum síðani.
Hvør sum ein vóru politisku
flokk arnir tá samdir um, at Kring-
varpið skuldi missa rættin at kapp-
ast um handilsligu lýsingarnar,
men at fíggjarlig kompensatión
skuldi latast Kringvarpinum fyri
hendan missin. Ein setningur, sum
Helena Dam á Neystabø á tingsins
røðarapalli hevur sagt seg vilja
arbeiða fyri.
At einki er hent á tí økinum –
samstundis sum Kringvarpið ikki
er sloppið at hækkað kring varps-
gjaldið, hevur viðført eina kapp-
ingarstøðu, sum als ikki sømir seg
einum demokratiskum samfelag.
Eina kappingarstøðu, har almenni
miðilin við 60-70 milliónum í rygg-
inum er farin í knallharða kapping
við privatu aktørarnar, sum tískil í
besta føri kunnu veita eitt munandi
skert íkast til demokratiska orða-
skiftið her á landi, og í ringasta føri
als ikki hóra undan.
Heldur enn at halda semjuna,
sum á sinni varð gjørd, hevur
Helena Dam á Neystabø gjørt livi-
korini hjá privatu miðlunum enn
verri við uppskotinum.
Kringvarpið er styrkt við eyka
innkrevjingarmøguleikum
fyri
Kring varpsgjaldið. Tað ger stovnin
føran fyri at dubba seg enn meira
í kappingini um lýsingarnar, og
sjálvandi verður tað úrslitið. Tí tær
milliónir, sum nú kunnu vinnast
eyka, eru langt ífrá nóg mikið, um
føgru orðingarnar og ætlanirnar í
nýggja sáttmálanum skulu røkk-
ast.
ES: Annars er einki nýtt í eini
serstakari játtan til talgildan av
savninum hjá Kringvarpinum. Hana
hevur stovnurin nevnliga havt í
fleiri ár. Kundi verið áhugavert at
vita, hvussu nógv er talgilt fyri ta
upphæddina.
Helena Dam á Neystabø
hevur gjørt livikorini hjá
privatu miðlunum enn verri
Lokalblaðið í Norðoyggjum
heldur, at hóast Dimma-
lætt ing nú hevur fingið
nýggj an eigara, sum er
ætt aður úr Norðoyggjum,
so er lítið broytt á størsta
lokal blaðnum í Havn, sum
Norðlýsið rópar Dimma-
lætting.
– Ein av blaðstjórunum
á Dimmu slær ring um
Poul
Michelsen,
ið
alla
sína tíð í politikki hev ur
verið ímyndin av lokal-
partiotismuni
í
høvuðs-
staðnum, skrivar Norðlýsið í
síni oddagrein hesa vik una.
– Tað er ótrúligt, at
Dimma soleiðis skal hálova
lokalpolitisku úrslitunum
hjá Poul Mikkelsen, sum
ikki minst var ein sera góður
borgarstjóri fyri Havnina, og
har borgarstjórahógvarnir
fleiri ferðir eisini hava
stung ið undan í Tinginum.
Dimma verjir lokal-
patriotismu í Havn
So nógv vóru lyftini verd
Ólvuá Zachariasen, sum er
tíðindaleiðari í útvarpinum
hjá Kringvarpinum sigur,
at hon bíðar í spenningi
eftir eini kringvarpssøgu úr
Miðlahúsinum.
Tað eru so mong fólk
í leið andi starvi, sum eru
komin illa fyri av at skriva
óum hugsaðar viðmerkingar
á Facebook. Um Óluva Zacha-
riasen er ein teirra, fáa vit
kanska at síggja, men
tað tykist ikki serliga
búgvið, tá tíðinda-
leiðarin í landsins
fremsta
public
service
stovni,
Krin g varpi
Før-
oya,
speirekur
kapp ingarneyta
á Facebook.
Á
vegginum
hjá sær á Facebook
skrivar
Ólvuvá
Zach ariasen,
tíðinda leið-
ari í útvarpinum hjá Kring-
varp inum, at hon »bíðar við
stórum spenningi eftir, hvat
man fara at vera dag sins
Kringvarps-søga úr Miðla-
húsinum í morgin:-) Onki ov
smátt til at rudda forsíðuna
í Vágsbotni;-)«
Um tað er public service
sátt málin,
sum
Helena Dam á Neystabø
hev ur undir skrivað, sum er
or søkin, er ikki gott at vita,
men Helena Dam á Neystabø
hevur nú brotið ta politisku
semjuna, sum fyri fimm
árum síðani varð gjørt um,
at Kringvarpið skuldi missa
handilslýsingarnar og harvið
ikki vera í ójavnari kapping
við privatu miðlarnar.
Á vegginum hjá tíð inda-
l eiðaranum í Kring varp in-
um spyr fyrrver andi tíð-
indaleiðarin í sjónvarp inum,
Øssur Winthereig, um hon
meinar
við
raðfestingina
hjá
Kringvarpinum
at
senda fólk at dekka kríggið
í Af ganistan. Til hetta svarar
tíðindaleiðarin, at »hon er
bara ein av mongum, mong-
um
raðfestingum,
sum
okk ara fittu starvsbrøður/
systrar halda vera øgilia
áhuga verdar. Tjaaaaeee... hví
skal mann grenja um at fáa
so nógva ókeypis reklamu
hjá kapp ingar neyt anum:-)«
Óluvá ræðist Miðlahúsið
Vit hava
ser stakliga
góðan
formann
anfinn kallsberg síða 6
Ræður
um at vera
opin um
sjúkuna
annika k. ljósstein
síða 10-11
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Freistin at lata inn sjálv-
uppgávu við roknskapi til
TAKS fyri 2009 var 3. mai.
Síðani tá hevur TAKS
higartil í sínum eftir lits-
arbeiði hugt nærri eftir
umleið 250 sjálvuppgávum
við atknýttum roknskapum.
Hetta hevur ført til, at
TAKS hevur fyribils gjørt
rættingar í skattskyldugu
inntøkuni
fyri
nakað
meira enn 14 mió. kr. hjá
hesum bólkinum av skatt-
gjaldarum. Talan er serliga
um hækkingar og um frá -
dráttir, sum ikki eru loyvdir.
Øll
hava
nú
fingið
upp gerð
fyri
skattaárið
2009, men TAKS fer nú í
sínum framhaldi av eftir-
litsarbeiðinum at hyggja
nærri eftir útvald um sjálv -
uppgávum og rokn skap-
um.
Sagt verður, at eftirlits-
arbeiðið
hjá
TAKS
er
mál fest í Mál- og avriks-
sáttmálanum, sum TAKS
arbeiðir eftir.
TAKS funnið
14 milliónir