fríggjadagur 15. oktober 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 15. oktober 2010
2
VIKUSKIFTI
Einsamøll
saman
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Jákup Mikkelsen / Álvur Haraldsen
2 KluMMa: Einsamøll saman
4 REPoRtaSJa: HEnry PEtErsEn fann kærlEikan á malta
8 tiPS: HEimið og børn
10 10 ting uM sir cliff ricHard
11 90 SEKund: jákuP mikkElsEn
12 BagRund: googlE valdið
14 til aRBEiðiS: anna sofía ZacHariasEn
15 uMaftuRaftuRuM: Høgni djurHuus
16 BaKgRund: tá arbEiðsPlássið vErður Himmiríki
18 HEilSuSíðan: mEira um tEy 8 kostráðini
19 MiðlaMJaRR: tað siga tEy á facEbook og í miðlunum
23 tað HEndiR: konsErtir, tiltøk, bøkur og annað
24 ViKuMyndin
Johannes Møllehave greiðir einastaðni frá,
at hann tók eitt par, sum stóð og tumlaði
á vegnum, upp í bilin. Hann skuldi koyra
langt og vildi hava onkran at tosa við. Hann
vildi tó ikki byrja samrøðuna, men vildi lata
parið siga fyrstu orðini. Tey søgdu tó ikki eitt
einasta orð. Tey koyrdu í fleiri tímar, og tá
parið skuldi setast av, spurdi Møllehave, um
tey yvirhøvur kendu hvørt annað. – Vit skulu
giftast um ein mánað, var svarið.
Vit tosa alsamt minni saman. Her í
Keypmannahavn er heilt galið. At koma
inn í bussin er sum at koma inn í eitt kapell,
og kennir tú ongan (tað gert tú næstan
aldri) tosar tú ikki við nakran. Øll hava
ein i-pod, sum verjir tey frá umheiminum.
Oyraproppar við leidningi eru eitt sterkt
tekin um, at fólk ikki vilja órógvast. Og
á støðum, sum krevja eitt minimum av
sambandi við umheimin, t.d. á apotekinum,
har man skal fylgja við í, nær man eigur
tørn, hava vit fartelefonir, sum kunnu logga á
netið. So sleppa vit frá at vera til staðar og at
fyrihalda okkum til tey, vit bíða saman við.
Eitt eru tó fremmand fólk, sum vit ikki
tíma at práta við. Nakað annað eru tey, vit
fylgjast við á lívsleiðini.
Eygleiddi eitt par á eini matstovu.
Rammurnar vóru settar til nærveru við víni
og livandi ljósi. Hon hugdi uppá hann, og
hann… ja, hann tosaði í telefon. Og tjekkaði
mail og facebook. Líka frá forrætti til dessert
søgdu tey nærum einki við hvørtannað. Tí
hóast hann sat har, var hann ikki til staðar.
Ì gjár bar tó av, tá eg møtti einum pari
við barnavogni. Ein fitt familja, sum var
farin út at trilla. Men bæði foreldrini høvdu
i-podin drøn frá. Og har sat barnið púra
einsamalt í verðini, hóast tað var saman við
báðum foreldrunum. Tað kundi ikki tosa um,
hvat tað sá og upplivdi á vegnum. Tí eingin
lurtaði.
Granskarar siga, at vit nú eru á veg
út úr individualistiska tíðarskeiðnum. At
felagsskapurin er in, og vit aftur skulu koma
hvørjum øðrum við. Men so leingi vit isolera
okkum í tøknini, heldur enn at varnast
medmenniskjuni, hjálpa samtalukøkar og
vælveru-wc fyri tvey einki.
INNIHALD
klumman
Eydna
Skaale
savnsmynd
kvalstur, kuldi og krím
VIt eru komin væl inn í oktober og krímsjúkAN er so smátt
farin at gerA um seg. fólk eru farin at HostA, sNorA og
NjósA, og summi mugu LeggjA seg heima í nakrar DAgAr.
eftir H1N1-sjúk uNA vænta serfrøðingar, at krímsjúkAN
verður mILD í ár. men eingin vil gerast sjúkur, óansæð hvat
serfrøðINgArNIr siga. her eru nøkur fakta og góð ráð um krím
lagt tIl rættIs: Eydna Skaale
Fyribyrging:
Influensan smittar gjøgnum luftina, tá tú ert
saman við smittaðum fólki. Og hon smittar
lætt. sjúkan smittar frá nøs, hálsi, lungum og
umvegis hendurnar, sum ofta verða dálkaðar
av hosta ella njósi. minst tí til at vaska
hendurnar ofta –og altíð áðrenn tú fært tær
at eta. smáu sprittdunkarnir, sum gjørdust
smartir, tá H1n1 floreraði, eru eitt gott tipp.
Lær eisini børnini at vaska hendurnar ofta,
serliga tá tey ganga í barnagarði ella skúla.
Lat vera við at nerta eygu, munnu og nøs, tá
tú hevur verið úti millum fólk. Ert tú saman
við onkrum, sum er sjúkur, halt teg so tveir
metrar frá viðkomandi.
Til ber at koppseta seg ímóti krími, og
tað verður viðmælt eldri fólki og teimum, ið
hava veika immunverju. Tað skal helst gerast
tíðliga um heystið, tí koppsetingin virkar ikki
fyrr enn 3-4 vikur eftir, at sproytan er givin.
virusið broytist hvørt ár, og tí er neyðugt at
koppseta seg einaferð árliga. Besta verjan er
tó at hava eina góða immunverju, og tað fært
tú við at eta sunt og røra teg regluliga.
summi halda, at slavin luft ella kuldi kann
elva til krím, men tað er ikki rætt. Um hitin
tó skiftir brádliga, kann tað skunda undir
sjúkueyðkennini.
Tá tú hevur fingið smittuna:
Tú kanst smitta onnur longu dagin fyri, at tú
sjálvur merkir nøkur sjúkueyðkenni. vaksin
fólk smitta so leingi, tey eru sjúk og hava
fepur, meðan smá børn kunnu smitta í fleiri
dagar eftir, at tey eru eru fepurfrí. so skjótt
tú merkir byrjandi eyðkennini, eigur tú tí
at skunda tær til hús, og halda teg fyri teg
sjálvan, so tú ikki smittar onnur. minst til
at vaska hendurnar ofta og njós og hosta
í ermuna, um tú býrt saman við øðrum.
Krímsjúk børn eiga at verða hildin heima í
nakrar dagar eftir, at tey annars sýnast frísk.
Tað er týdningarmikið at drekka nógv,
tí tú missir nógva vætu, tá tú hevur fepur.
Heitir drykkir linna sárar hálsar, so tað er
upplagt. Bint frið, legg teg í seingina og
sov so nógv, tú hevur tørv á. Lat vera við at
roykja ella drekka alkohol, tí tað kann leingja
um sjúkutíðina. Linnandi heilivágur fæst
eisini, til dømis hostasaft, um tú hostar illa,
ella pínustillandi medisin við paracetamol,
sum slær fepurin niður. Tú fært tað betri av
heiligvágnum, men minst til, at tú framvegis
ert sjúkur, og tí mást binda frið innandura.
Um sjúkan ikki er horvin eftir eini viku,
eigur tú at fara til læknan, tí krímið kann
menna seg til lungnabruna, millumoyrabruna
ella bruna í hjáholunum.
Ert tú við barn skalt tú vita, at tað kann
kennast verri enn bert ein vanlig krímsjúka,
men tað er ikki vandamikið fyri barnið.
Krímsjúkan verður mild í ár,
halda serfrøðingar