fríggjadagur 15. oktober 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Mánakvøldið hevði Tvøroyrar
býráð fyrru viðgerð av einum
óvanligum uppskoti.
Uppskotið er at krevja
revsiváttanir, tá ið komm
unan setir fólk, og hetta
skuldi vera galdandi fyri allar
starvssetanir.
Men nú eftir, at upp
skotið hevur verið fyri á
fundi, verður tað helst til, at
revsiváttan bara skal krevj
ast í sambandi við setan av
starvsfólkum, sum hava við
børn og ung at gera, á skúlum
og í barnaansingini, væntar
Malla Dam, varabýráðsfor
kvinna.
Uppskotið fær seinnu við
gerð á fundinum, sum verður
26. oktober.
Kristin Michelsen, borgar
stjóri á Tvøroyri heldur
tað ikki í øllum førum vera
neyðugt við revsiváttanum
í Føroyum, tí plássini eru so
smá, at øll vita alt um øll.
Men neyðugt er at tryggja
seg, serliga tá ið starvsfólk
skulu setast at abreiða við
børnum og ungum. Tað kann
altið henda, at fólk uttan
eftir søkja, og tá kann vera
ilt at vita. Men tað ber ikki
til at krevja revsiváttan bara
frá summum.
Í Føroyum hevur higartil
ikki verið vanligt at kravt
revsiváttan í sambandi við
starvssetanir,
og
ávísar
treytir skulu lúkast, skal
revisváttan krevjast.
Sakligt og neyðugt
– Eftir persónsupplýsingar
lógini skal kravið um revsi
váttan
vera
sakligt
og
neyðugt, og ikki ber til at
krevja fulla revsiváttan, sigur
Rannvá Sólheim, ráðgevi á
Dátueftirlitinum.
Til ávís størv kann tað
vera sakligt at spyrja, um
umsøkjarin hevur nakran
dóm fyri fíggjarligt svik,
men
tað
viðkemur
ikki
einum arbeiðsgevara, um ein
umsøkjari til dømis hevur
dóm fyri eitt nú at hava
koyrt ov skjótt, sigur Rannvá
Sólheim.
– Meginreglan er, at kravið
skal vera sakligt og avgjørt
neyðugt, sigur hon.
Aðrastaðni verður meira
og meira vanligt at krevja
revsiváttan fyri starvsfólk,
sum skulu hava við børn at
gera.
Dátueftirlitið skal ikki
geva loyvi til kravið um revsi
váttan, men fær Dátueftir
litið kæru frá onkrum, sum
heldur tað vera órímiligt av
arbeiðsgeranum at krevja
revsiváttan, verður málið
tikið upp.
Persónlig váttan
Rannvá Sólheim veit bara
nøkur fá dømi um, at revsi
váttan hevur verið kravd í
Føroyum. Onkuntíð hava
fólk verið ímóti at útflýggjað
revsiváttan, tí tey halda hana
ikki vera neyðuga, men tey
tora ikki at mótmæla, tí gera
tey tað, verða tey útilokað frá
at fáa starvið.
Revsiváttanin er persónlig,
og viðkomandi, sum skal
hava revsiváttan, fara hana
frá politinum. Arbeiðsgevarin
kann ikki sjálvur útvega sær
váttanina.
Fara at krevja revsiváttan
Tvøroyrar býráð ætlar í framtíðini at krevja revsiváttan, tá ið fólk verða sett í starv.
Tað skal í hvussu er gerast, tá ið setast skulu starvsfólk, sum hava við børn at gera
Tvøroyrar býráð ætlar,
at starvsfólk í skúlum
og í barnaansing skulu
hava revsiváttan. Maud
Wang Hansen, forkvinna
í Føroya Pedagogfelag
dámar einki, at ein
starvsbólkur verður
pilkaður burturúr
savnsmynd
Randi Jacobsen
Tað
er
heilt
burturvið
glaðbeint at fara at krevja
revsiváttanir í sambandi við
starvssetanir.
Hetta heldur Maud Wang
Hansen, forkvinna í Føroya
Pedagogfelag.
– Sera umráandi er, at
børn verða væl vard, hvar
tey enn eru, og neyðugt er
at hugsa seg væl um, áðrenn
farið verður at biðja um
revsiváttanir.
Henni dámar eisini lítið,
tá ið tosað verður um at
krevja
revsiváttanir
frá
starvsfólkum
á
skúlum
og í barnaansingini, tí tað
er at kriminalisera henda
starvsbólk.
– Hvussu við øllum teim
um vaksnu, sum eru har, ið
børn og ung ferðast. Skal
revsiváttan verða kravd, mugu
vit hava eina væl umhusaða
og yvirornaða skipan, heldur
Maud Wang Hansen.
Hon heldur eisini, at
kravið um revsiváttan reisir
nakrar etiskar spurningar,
tí hvat liggur aftan fyri
kravið, og hvussu kennist
tað at skula útflýggja eina
revsiváttan.
Maud
Wang
Hansen
heldur
tað
bæði
vera
órættvíst og óneyðugt at
krevja revsiváttan bara frá
pedagogum og hjálparfólkum
ella frá ávísum fakbólkum.
Haraftrat gevur ein revsi
váttan
falska
trygd,
tí
revsiváttanin tryggar bara
móti teuimum, sum hava
onkran dóm.
Vit eiga at umhugsa, hvør
hugburður politiskt er til at
krevja inn revsiváttanar og
hvussu hetta skal fremjast,
so tað veruliga verður talan
um
fyribyrging
og
ikki
kriminalisering.
Annika Olsen, landsstýris
kvinna er við at smíða lógar
uppskot um hetta evnið, og
Føroya Pedagogfelag hevur
í tí sambandi biðið um fund
við hana.
– Annika Olsen vil fegin
hava góð ráð frá Føroya
Pedagogfelag, sum arbeiðir
fyri at tryggja børnini best,
sigur Annika Olsen.
Mugu ikki kriminalisera pedagogar
Kravið um revsiváttanir má umhugsast væl og virðiliga, og tað er ikki rætt bara at
krevja revsiváttarnir frá pedagogum og hjálparfólkum, tí tað er at kriminalisera
starvsbólkin, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag