Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 15. oktober 2010 4 VIKUSKIFTI Malta Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@kallnet.fo Wagga Wagga yeah yeah, this time for Afrika. Summarhittið úr Suðurafrika rung ar so hart í yvirfylta bussinum, at tað bæði doyvir larmandi motorin og kvalir dieselroykin, ið snýkir seg upp mill um sveittandi mannamongdina. Vit eru áveg úr Qaura suður móti høvðus­ staðnum Valletta. Fólk smílast, og sjálvt tey hepnu, ið hava fingið eitt setur at sita á, røra seg í takt við tónarnar. Errin greiðir førarin mær frá, at hansa ra bussur er bygdur einaferð síðst í fjørutiárunum. Komfortin er einki at reypa av, eingir hentleikar eru at finna í sparsomu innrættingini, og bussurin stríð ist veruliga í mótbrekku. Okay, onkursvegna skilji eg sjónar­ miðið um, at tað kann vera eitt sindur troytt andi at hava hesar gomlu, gulu buss ar sum álit í einum hektiskum gerand is degi í einum modernaðum sam felag. Men píkasjey sum tað er sjarm er andi at seta seg inn í eitt elli s­ ak far og lata seg imponera av, at slík enn finnast. Tí vinnur nostalgiin á for­ nuft ini, og eg taki ikki serliga væl ímóti tíðindunum um, at eitt týskt flutn ings­ felag við nýggjum bussum ætlar sær at yvirtaka maltesisku bygdaleiðirnar. Hetta er onkursvegna ein mynd av tí tvístøðu, sum merkir Malta. Eitt sam­ felag, ið bæði vil varðveita og hjúkla um sína serstøku søgu og mentan, men sam stund is stendur á speedaranum á veg inn í altjóðagerðina. Cafe latte Við borðini á fortovskaféini í Republic Street, vakra og hugnaliga høvuðsgøtan í elsta býarpartinum í Valletta, verður bílagt á maltesiskum, enskum og italsk um. Og í dag verður eisini heils ­ að á føroyskum. Maltesiskt og enskt eru mál, ið eru rótfest niður í yngs tu flokkarnar í fólkaskúlunum og sum allir maltabúgvar tosa, meðan ávirka­ nin frá nærmastu grannatjóð ger italskt til natúrligt tungumál í hesum lítla oyggja samfelag, har útvið 400.000 fólk bú leik ast á einum øki til støddar við Eysturoynna. Henry Margeir Petersen, ið hevur lis ið marknaðarføring & búskap á Niels Brock í Keypmannahavn, tók í fjørsummar eitt sokallað erasmus se­ mest er í maltesiska høvuðsstaðnum. Tað var tá, at hann hitti Joannu Delia, ella Jo, sum hon vanliga rópar seg. ­ Eg var farin í eina veitslu saman við einum vinmanni, eitt kvøldið í oktober. Og har stóð hon, byrjar hann at greiða frá, og við eitt blívur frá greið­ ing in til ein argandi dialog millum tey bæði, soleiðis sum bara forelskað pør kun nu arga hvønnannan. Tað var kærleiki við fyrsta eygnabrá, og í dag búgva tey saman í hjartanum av Valletta, við útsýni yvir heimskenda havna lagið. Henry var liðugur við útbúgvingina í summar, og við próvnum frá Niels Brock í hondini fekk hann arbeiði hjá fyri tøku ni Neogames, ið fæst við spøl og casinovirksemi á internetinum. Úr skrivstovunum í Valletta bjóðar fyri tøk­ an seg fram kring alt Evropa, og upp­ gávan hjá Henry er at røkja danska mark n aðin. Joanna er útbúgvin lækni, hon arbeiddi á einum sjúkrahúsi í trý ár, áðrenn hon í 2007 fór at arbeiða við derma tologi. Í vár lat hon upp egna kli­ nikk í grannabýnum hjá Valletta, Slie­ ma. Joanna er einans 29 ára gomul, men skúla­ og útbúgvingarskipanin á Malta er soleiðis samansett, at til ber at nema sær hægri útbúgving á rættu liga ungum aldri, samanborið við norður­ lenska leistin. Føtur undir gamalt borð Tað er týðuligt, at Joanna elskar og er errin av sínum landi. Hon kennir hvønn krók, fylgir væl við í politikki og samfelagsviðurskiftum annnars, og hevur stóran áhuga í turbulentu søguni hjá Malta. ­ Kanska er tað tí, at vit bæði eru oyggja búgvar, at vit passa so væl sam­ an, sigur hon brosandi móti sínum før­ oys ka sjeiki. Tað er nakað serligt við fólki úr smá um samfeløgum. Onkursvegna tyk­ ist sum kenna tey meira til sítt land, engagera seg meira í tí og hava sterk­ ari meiningar, samanborið við fólk úr størri samfeløgum. Ein stuttlig søga av Mal ta sigur, at politisku diskusjónirnar gingu so heitar, at myndugleikarnir í 1992 settu forboð fyri at diskutera poli­ tikk á vertshúsum. Tosar tú politikk á Malta, so slepst ikki uttan um gamla sosia lista leiðaran Dom Mintoff, sum í eftir krígs tíðini stóð á odda fyri Sosia­ lista flokkin í samfull 35 ár. Í 16 ár var hann landsins leiðari, bæði undir bretska yvirvaldinum og eftir endaligu loys ing ina í 1974. Tað var Mintoff, sum eftir eina ósemju við bretar gjørdist so firtin, at hann strikaði hópin av bretskum gøtunøvnum og setti malte­ s isk nøvn í staðin. Tað var hann, sum í sjeytiárunum gav eini kinesiskari sjoku látu fabrikk einkarætt at framleiða og selja sjokulátu á Malta, fyri síðani at vera møttur av vreiði, tí fólkinum ikki dámdi hetta slagið av sjokulátu. Og tað var eisini Mintoff, sum fá ár eftir Vermandi keldur í Valletta 27 ára gamli kambsdalsbúgvin Henry Margeir Petersen fann kærleikan í tveimum djúpum, brúnum MaltesiskuM eygum, eitt lýtt kvøld í Valletta fyri ári síðani. í dag liva tey dreyMin í einum maltesiskum saMfelag, har ferðin økist í tráð við fráferðirnar hjá lágPrísflogfeløgunuM, samstundis sum søgan og Mentanin fáa tann VitJandi at steðga á og bara nJóta løtuna