fríggjadagur 15. oktober 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
30
Sosialurin
Søgan um jødarnar
Nøvn
Hevur hetta tín áhuga›, ert tú vælkomin at ringja á tel 214453
ella senda ein teldupost til mb@mb.fo
Loysnir
Vinnustykki til sølu
Mykinesgøta 9, 100 Tórshavn
Stødd: 1968 m2
Sendirøðin, Søgan um jød
arnar, hjá Sonna Smith,
journalisti, og Hans Holm,
lektara, í útvarpinum hjá
Kringvarpi Føroya, kemur
nú út í bók
Um tað seinasta mundið
– í 1996/97 – tá ið Hans Holm,
og Sonne Smith gjørdu tær
mongu sendingarnar fyri
Útvarp Føroya um øll heim
sins lond og fólk, komu teir
ásamt um at fremja eitt fleiri
ára gamalt hugskot í verki:
Søguna um jødarnar.
Við teirri miklu og objek
tivu vitan, Hans Holm hevði
um evnið, fór hetta at verða
tað higartil einasta føroyska
væl skjalfesta, søguliga til
far ið, føroyingar fóru at eiga
um ta ótrúligu søguna um
jødarnar heilt frá teirri løtu,
patriarkurin Ábraham fór úr
Ur í Kaldea í núverandi Irak
við sínum fólki og fæ, og til
okkara dagar.
Søgan um jødarnar varð
endursend í 2009 í út varp
inum hjá Kringvarpi Føroya,
og mong spurdu Sonna
Smith tá, um hann kanska
ikki átti at roynt at givið
tilfarið út í bók.
Frásøgnin er skrivað nið
ur og kemur nú út í bók á
Forlagnum Smith.
Bókin er styðjað við mong
um myndum og viðkomandi
myndateksti.
Søgan um jødarnar er ætl
að sum undirvísingartilfar
og skjalsannað, áhugavert,
hugtakandi og spennandi
søguligt tilfar, sum øll kunnu
ogna sær.
Framløga er á Sendistovuni
í Jóannesar Paturssonar gøtu
í Havn týsdagin, 2. november
klokkan
Eg siti í mínum kamari og
lurti. Eg lurti eftir einum
sonnum meistaraverki, og
eg kenni allar sangirnar
uttanat. Eg lurti eftir einari
liveupptøku av Dynamit,
har teir syngja og spæla á
Summarfestivalinum. Henda
fløgan, eg eri farin í holt við
at lurta eftir, steðgar ikki á
í fløguspælaranum, tí tað
er ikki ein sangur á fløguni,
sum eg ikki vil lurta eftir. Í
mong ár hevði eg fløguna hjá
MCHár: Framvegis uttan vit
sum favorit innan føroyskan
tónleik, men tað fløguna hev
ur nú Dynamit Live skúgva til
viks. Nú liggur hon numm ero
uno hjá mær.
Fløgan byrjar soleiðis: Teir
syngja illa, og teir spæla illa.
Og sangirnir hjá teimum eru
ikki bara vánaligir – teir eru
elendigir. Tað er bara eitt,
sum er verri enn at hoyra teir
á fløgu, og tað er at hoyra teir
live. Mínar dámur og harrar,
hesir mennirnir eru so primi
tivir, at heilin fær skaða, tá
man lurtar eftir teimum. Ok,
hviss ummælarnir høvdu
rátt, so slapp Dynamit slett
ikki á pallin í kvøld – Dyna
mit høvdu verið settir í eitt
sinnissjúkrahús. Men tað
eru ikki ummælarnir sum
ráða – tað eru tit sum ráða.
Hvat siga tit – Vilja tit hava
Dynamit? Tit fáa Dynamit –
ger so væl..! DYNAMIT ..!
Ímeðan rópað verður í
mikrofonina, um vit vilja
hava Dynamit, verður rópað
av fjøldini: JAAAA ..! Og síðan
byrjar Niclas Heri Jákupsson
at syngja sangin Rudolf, sum
síðan verður mixaður við
sanginum hjá Queen We will
rock you, sum Hans Jacob
Nystrøm syngur. Man hoyrir
á fløguni, at fjøldin kókar, og
minnist eg eisini konsertina
á
Summarfestivalinum,
har Shaky, tað vil siga Hans
Jacob, sang á takinum á
Politistøðini. Og má eg siga,
at tá ein lurtar eftir fløguni
hjá Dynamit Live, so verður
ein mintur á Føroya feitastu
konsert ... nakrantíð ..!
Allir klassikara eru á fløg
uni. Sangir so sum: Bangin,
Til allar kvinnur, Á lat meg
vera, Aja umba, Grøv nr. 13
og sjálvandi Pápi tín býr
ei í Tórshavn og eru allir á
fløguni, og eisini fylgir ein
dvdfløga við, sum er ein
dokumentar um orkestrið.
Eg dugi ikki at seta orð á,
hvussu væl mær dámdi
fløguna, men tað er nærum
hvønn dag, at eg lurti eftir
henni og serliga stuttligt er
at lurta eftir sanginum Pápi
tín býr ei í Tórshavn, har øll
fjøldin syngur við og dugir
allan sangin uttanat. Og
her verður altso tosað um
10.000 fólk, sum tá vóru á
Summarfestivali.
Dvdfløgan, sum eisini
fylgir við, er simpulten eitt
must fyri allar Dynamit
fjeppara, og sjálvandi er
tón leika fløgan
eisini
tað.
Eg kundi kanska ummælt
fløguna við einum orði,
nevniliga: BRAVO ..!
Og eigur tú ikki fløguna
Dynamit Live – jamen so
keyp hana og døm um tað
sjálvir og lat ikki nakrar
ummælarar frá Útvarpinum
oyðileggja gleðina yvir at
lurta eftir nøkrum wellum
klaksvíksingum, sum totalt
rokka ! Rock on, Dynamit!
Jógvan á Høvdanum,
yngri
Søgan um
Jødarnar
Sonne Smith
Grannskoðaravirkini MENTA
og GrannskoðaraStovan hava
tikið seg saman í grann skoð
ara samtakið ERFA. ERFA er
ætlað sum eitt fakligt sam starv
millum feløgini, við høv uðs
enda mál in um at menna eitt
fak ligt umhvørvi og vit an ina
um høvuðs yrkini rokn skap,
grann skoðan og ráð geving.
Eisini er ætlanin at sam starva
um størri upp gávur.
Øktu krøvini til góð kend
ar grannskoðarar hava m.a
við sær eina kravda eftir út
búgving og góðsku stýring.
ERFA hevur ætlanir um at
skipa fyri viðkomandi skeiðum
og at bjóða skeið ini alment
út til onnur áhugað. Hetta
kann lætta um hjá øðrum
góðkendum grannskoðarum,
sum kunnu fáa tann partin
av útbúgv ingini í Føroyum,
so ikki øll útbúgvingin verður
neyðug at fáa uttanlands.
Tey fyrstu skeiðini verða
longu nú í november.
Í ERFA samtakinum starv
ast tilsamans 19 fólk, harav 6
eru skrásettir grannskoðarar
og eru feløgini í samtakinum
førar fyri at átaka sær all
ar grannskoðanar og ráð
gevingaruppgávur.
Samtakið
hevur
eina
heima síðu www.erfa.fo, har
fleiri
upplýsingar
kunnu
fáast.
Nýtt grannskoðarasamtak stovnað
Dynamit – betri enn nakrantíð