fríggjadagur 15. oktober 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
Sosialurin
Fiskivinnuroyndir 2011
Lýsing eftir umsóknum
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum,
sum stuðlar royndir og kanningar – bæði prak
tiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og
økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti
at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari
burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til,
eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Burðardyggur fiskiskapur
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Búskaparlig og samfelagslig menning
av fiskivinnuni
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• vinnan tekur lut í verkætlanini
• eginfígging ella onnur fígging er
• samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum
(almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.
• at verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu
søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at
søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innan
fyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%. *
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verk
ætlanir ber til at seta seg í samband við samskip
aran um hetta.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiski
vinnugransking í hendi í seinasta lagi
mánadagin 1. november 2010, kl. 12.00
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og
annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara
www.fvg.fo
Áhugað eru vælkomin at venda sær til Jákup
Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2011.
Jákup Mørkøre, samskipari
tel.: 35 30 30 / 35 32 48
fartel.: 55 32 48
t-post: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Bókbindaragøta 8
FO110 Tórshavn
* max. 300 kkr./ár í 3 ár
www.sosialurin.fo