leygardagur 9. februar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 28 - 9. februar 2002
Nr. 28 - 9. februar 2002
3
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at okkara kæra
mamma, vermamma, omma og langomma
Edith Mortensen
fyrrv. lærarinna í Oyndarfirði
andaðist á eldrasambýlinum Vesturstovu
í Fuglafirði hósmorgunin 7. februar 2002,
88 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Oyndarfjarðar kirkju
sunnudagin 10. februar 2002 kl. 1300.
Sungið verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Edith, kunnu lata
eldrasambýlinum Vesturstovu
eina peningagávu.
Fyri tey avvarðandi
Marjun og Jaspur
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu
og alt hjálpsemi, tá kæra kona, mamma,
vermamma og omma okkara
Jonna Andreasen
f. 7. september 1940
d. 6. januar 2002
andaðist og fór til gravar.
Tøkk til prestar, kirkjutænarar, sangarar,
berarar og gravarar, og til tykkum øll, ið hava
ringt og somuleiðis stukku inn á gólvið.
Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum,
og á ymsan hátt stuðlaðu í stóru sorg okkara.
Tøkk fyri blómur og kransar, og
takk til tykkum øll, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Eyðun, Diana, Karl og Hans Jákup
Tøkk
Øllum tykkum – av Viðoynni til Suðuroyar
og tykkum uttanlands – ið mintust meg á
pálsmessu, nú eg rundaði tey sekstifimm,
takki eg hjartaliga.
Heilsan
Michael Matras
Sunnukvøldið 3. februar
andaðist
Jákup
Olsen,
Jákup Zahle, sum hann var
nevndur, hann var føddur í
1943 og hevði fylt 59 ár 5.
februar.
Foreldur Jákups vóru
Birtelena,
f.
Djurhuus
ættað úr Hósvík og Jacob
Olsen, postboð úr Havn.
Jákup var lærdur sum
bilmekanikari frá verkstað-
num hjá Vilhelm Nielsen,
men hann var ikki bara bil-
handverkarin,
tí
flestu
minnast hann frá Sjónleik-
arahúsinum, sum sjónleik-
arin og ótroyttiligi hjálpar-
maðurin hjá Havnar Sjón-
leikarfelag. Var hann ikki
við á palli, var hann sum
oftast ein av neyðugu hjól-
unum aftan fyri leikin.
Sjónleikaralistin var hans-
ara stóri áhugi.
Uttan
fyri
Sjónleikahúsið var hann
eisini sum listamaðurin,
hann hevði týðandi leiklut í
leikinum
»Glataðu
spælimenninir«, sum var
settur
upp
í
Norður-
landahúsinum t. d., men
einamest minnast vit hann í
barnaleikum, tá hann spæl-
di fyri børnum.
Eftir Jákup verður tóm-
leiki, øðrvísi fær tað ikki
verið, bæði sum sjónleikari
og sum menniskja at vera
saman
við,
var
hann
livandi og leikandi.
Í september 1997 giftust
Eydna og Jákup, men
longu
17.
desember
andaðist Eydna eftir svára
sjúku, og nú vóru boðini
eisini eftir honum.
Jákup
frøddist,
at
hansara kæru vóru um
hann hesa tíðina, hann so
ofta skiftist ímillum at vera
heima og á sjúkhúsi.
Jákup Zahle farin
Tá Jákup og Eydna
giftust í 1997. Hon
doyði stutt eftir
brúdleypið
LØGTINGSVAL
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Javnaðarfelagið
í Norðoyggjum hevur enn
ikki fingið listan við val-
evnum til løgtingsvalið
lidnan.
Sjey valevni kunnu vera
á listanum, men enn eru
bara fimm nøvn komin
uppá.
Hesi fimm eru: Vilhelm
Johannesen, Tummas Ler-
vig, Jógvan Páll Poulsen,
Torleif
Sigurðsson
og
Mamy Dahl Sørensen.
Afturat hesum er ein, ið
umhugsar seg, og væntar
felagið at fáa svar frá hes-
um sum skjótast.
- Vit høvdu tann sama
trupulleikan seinasta ár,
sigur Vilhelm Johannesen.
- Vit vita ikki, hví tað
skal vera so trupult at fáa
fólk at stilla upp. Møguliga
kemst tað av, at tey ungu í
dag hava ov lítlan áhuga í
politikki sum heild. Vit
hava roynt at fingið okkurt
ungt fólk inn á listan, men
tað er so ikki eydnast
okkum enn. Tað vísir seg
eisini at vera trupult at fáa
konufólk á listan, men vit
royna okkara besta, greiðir
Vilhelm frá.
Í komandi viku skal
felagið hava ein enn ein
fund um uppstillingina, og
vóna teir at fáa listan lidnan
til ta tíð.
Tey ungu
ov lítlan áhuga
FØSTULÁVINT
Tíðindaskriv
Aftur í ár verður føstu-
lávintshald
fyri
yngru
børnunum í sølumiðstøðini
í Havn.
Mánadagin verður Torgið
í SMS karmur um føstu-
lávintshaldið við tunnu-
sláttri, føstulávintskøkum
og andlitsmáling.
Í ár er tað Angela – sum
flest øll børn í Føroyum
kenna – sum skipar fyri
føstulávintstiltakinum
í
SMS.
Tiltakið byrjar kl. 15, tá
tunnusláttur verður fyri
børnum undir skúlaaldur.
Tá kattakongarnir eru
funnir og hava fingið sínar
vinningar, bjóðar SMS
føstulávintskøkur, kakao
og Pop Top til øll. Tá verð-
ur eisini møguleiki hjá
børnunum at fáa andlitið
føstulávintsmálað
av
Angelu og hjálparfólki
hennara.
Áðrenn tiltakið endar kl.
17.30 fáa øll børn ókeypis
SMS ballónir heim við sær.
Føstulávintshald
við Angelu í SMS
C
M
Y
K
3
2
Fyri hvønn
Fyri hvønn
Fyri hvønn
NEYVAN!
Dýrt ...??
team85
25 oyru
TÚ SPARIR NÚ
fyri hvønn minutt, tú tosar
Kvøld er: kl. 18.00 til 08.00. Príslækkingin er galdandi fyri allar samrøður frá vanligum GSM-haldi. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum
Vit lækka prísirnar á GSM
samtalum frá 1 februar.
Um dagin 1,90 kr/min
Um kvøldið 1,15 kr/min