Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 28 - 9. februar 2002 Nr. 28 - 9. februar 2002 5 Klaksvíkingurin, Krist- ian Joensen, er ein av ágrýtnu og dugnaligu tip- parunum í Føroyum. Hann luttekur, sum tann einasti føroyingurin, í eini kapping á heima- síðuni hjá Dansk Tips- tjeneste. Teir eru níggju luttakarar, og nú átta hava tippað, liggur Krist- ian Joensen á odda. Vinnarin av hesi kapp- ing fær, umframt tann heiðurliga tittulin ”Uge- ns Gæstetipper”, ein fót- bóltsdyst, eftir egnum ynski, í Premier League í Englandi. Um Kristian skuldi verið so heppin at vunn- ið, so ætlar hann sær at hyggja eftir einum dysti á Anfield Road, sum er heimavøllurin hjá Liver- pool. -sae- Klaksvíkingur tippar Kristian Joensen liggur væl fyri í kappingini HØLI OG LIST Jan Müller Tað var tann tíð, tá tosað varð um, hvat gamla smiðj- an í Lítluvík kundi brúkast til. Endin varð, at hon burturav gjørdist framsýn- ingarhøli hjá listafólki. Og tey eru mong, sum ár um dag hava víst fram verk síni fyri ikki at siga lívsverk síni í hesi gomlu, søguligu og hugnaligu smiðjuni.Og fyri Høgna Larsen, lista- mann kemur júst Smiðjan sera væl við og eisini til sín rætt. At vísa fram akvarell- málningar av mongu gomlu gøtunum í Havnini t.d. Konradsbrekkuna í sjálvum hjartanum í gomlu Havnini skuldi passa sum fótur í hosu. Og Høgni hevur bara gott at bera hesum frálíka framsýningarhølinum við sínum serstøku og dámligu hvítkálkaðu grótveggjum. Ja í sær sjálvum er Smiðjan eitt listaverk. Hon er júst málað innan, gólvið er ferniserað og er hon sum nýggj. –Tað er ein sonn uppliving at kunna sita her í Smiðjuni og saman við havnafólki tosa um Havn- ina og tær gomlu gøturnar. Tað snýr seg ikki bert um list. Tað er so sanniliga eis- ini søga. Øll hava okkurt uppá hjartað og kenna seg aftur í málningunum. Hetta er jú teirra heimliga um- hvørvi sigur listamálarin, sum eisini heldur Havnina vera eitt frálíkan pall á arb- eiða á hjá einum lista- manni. Framsýningin er opin leygardagin og sunnu- dagin aftrat frá kl. 14 til 19. Smiðjan frálíkt listaumhvørvi Við málningunum hjá Høgna Larsen við motivum úr havnagøtum kemur Smiðjan í Lítluvík í hjartanum á gomlu Havnini veruliga til sín rætt. Mynd Álvur Haraldsen. ÚTSØLA Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Vit hava hitt fýra fólk úti á gøtuni og spurt, um tey ganga nógv á útsølu Erna T. Sigurðsson, 23 ára gomul - Jú, eg plagi altíð at fara ein túr, men sum oftast endi eg við at keypa okkurt, sum ikki er í útsølu. Eg fari út fyri at finna onkrar skógvar ella klæðir, og plagi eg at nýta millum 400 og 500 krónur. Eg fari á útsølu hvørt ár, men sum sagt endi eg altíð við at keypa okkurt av tí nýggja, sum handlarnir hava fingið, heldur enn av útsøluvørunum. So eg spari ikki nógvan pening av hesum... Allan Poulsen, 27 ára gamal - Eg havi ikki verið á útsølu enn, men ætli mær at keypa okkurt í vikuskiftinum. Eg fari út fyri at finna mær onkur klæðir, og møguliga okkurt annað eisini. Eg plagi sum oftast at ganga á útsølu, men vil ikki siga, at útsølan er hæddarpunktið í mínum lívi. Síðsta ár brúkti eg eini 1.500 krónur á útsøluni, men um eg fari at nýta eins nógv í ár, tað veit eg ikki enn. Armgarð Balsa, 46 ára gomul - Jú, eg plagi sum oftast at fara út í býin ein túr, tá handlarnir fara í útsølu. Eg fari fyri at finna mær onkur klæðir, og komi altíð heimaftur við einum ella øðrum. Hvussu nógv eg brúki, veit eg ikki. Tað er so ymiskt frá ári til ári. Karl Martin Samuelsen, 44 ára gamal - Eg hugsi ikki so nógv um útsølu; eg fari heldur út at keypa, tá eg havi brúk fyri onkrum nýggjum. Eg eri júst liðugur at lesa til pedagog, og fái prógvið handað í morgin, og tí eri eg í býnum og keypi klæðir í dag. Ein skuldi jú helst verið eitt sindur snøggur á einum slíkum degi... Eg fór út fyri at finna einar skógvar og eina skjúrtu, og skógvarnar fann eg í eini útsølu, so har spardi eg nakrar krónur. Men sum sagt er tað ikki útsølan, sum hevur fingið meg í býin í dag. Vit hitta fólk á gøtuni Landsfundur Sambandsfloksins 2002 verður í Læraraskúlahøllini fríggjakvøldið 15. og leygardagin 16.mars Fundarskrá samb.viðtøkunum Leygarkvøldið kl. 19.30 verður veitsla í HB- húsinum.Tekning til veitsluna á tlf. 318870. Kostnaður fyri veitsluna: 100 kr. Øll sambandsfólk eru vælkomin Landsnevndin Klaksvík: Í dag skipar Klaksvíkar Hornorkestur fyri tunnusláttri í KÍ høll- ini. Har verða ikki minni enn tíggju tunnur. Tiltakið er afturvendandi og verður skipað soleiðis, at børnini verða flokkað eftir aldri til hvørja tunnu. Tað eru altíð nógv børn í barnagarðs- aldri og barnaskúlanum, men tá tað kemur upp móti framhaldsdeildini, minkar skjótt. - Vit hava havt tunnu hangandi til framhalds- deildina hvørt ár, og tá hava páparnir onkuntíð sligið hana, sigur Andrass Sól- stein, formaður í Klaksvík- ar Hornorkestri. Har verður tó ikki bara tunnusláttur. Silvi kemur á vitjan og skipað verður eis- ini fyri stórum køkutom- bola. Tað kostar 20 krónur at koma inn. Um kvøldið verður so dansur í Skálanum, har Ei- ler og Øggi við orkestri spæla. Andrass Sólstein, sigur, at teir plagdu at hava gamlamannadansin í KÍ høllin, men tíðin er farin frá hesum. Nú eru trý ár síðani, teir seinast høvdu dans í høllini, og tá vóru einans 250 fólk. Tað kemur alt ov lítið fólk og harvið inntøkur, samanborið við útreiðslurnar. -sae- Føstulávints- tiltak í Klaksvík Tekniski Skúlin í Klaksvík kann kom- andi skúlaár bjóða næmingunum at fara undir eina nýggja Meedie & Kommuni- kation breyt. ÙTBÚGVING Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Í 1936 varð sjálvsognarstovnurin Tekn- iski Skúli í Klaksvík settur á stovn. Endamálið var at leggja lunnar undir eini skipaðari undirvísing, so- leiðis at handverki í øki- num kundu koma upp á norðurlenskt høpi. Nógv vatn er runnið í ánna síðan tá, og er skúlin í dag skipaður sum ein tekn- iskur studentarskúli. Nógvir møguleikar À skúlanum hevur tú møguleika at fara undir tí trý ára longu HT útbúgv- ingina. Útbúgvingin er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri at arbeiða við tøkni, bæði verkliga og ástøðiliga. Ella tú kanst fara undir SIT, sum er ein eitt ára long støðisútbúgving innan tøkni. Harafturat tekur skúlin eisini ímóti handverkara- lærlingum á El-, Maskin-, og Timburdeildini. Í august 2002 byrja 50 nýggir SIT og HT næming- ar á skúlanum, umframt 25 nýggir lærlingar. Hetta er størsta tilgongdin nakran- tíð. Ymsar breytir Sum er hevur skúlin tríggj- ar breytir at bjóða næming- unum á SIT og HT útbúgv- ingunum. Hesar eru Design & Pro- duktion, Eneri & Bygning og Evnisgongd og Matvøra. Hetta eru breytir, ið SIT næmingarnir allir sleppa at royna, meðan tú sum HT næmingur velur teg inn á eina av breytunum, og nýtir 12 tímar um vikuna á hesi breyt. Nýggj breyt á skránni Í august mánað fer Tekniski Studentarskúlin undir enn eina breyt. Hendan breyt verður nevnd Medie & Kommunikation, og er ætlað teimum, sum hava serligan áhuga fyri miðlum, sum til dømis grafiskum forritum og alnótini. Saman við Evnisgongd og Matvøru fer skúlin so- statt nú at hava tvær sokall- aðar bleytar breytir av bjóða næmingunum. - Vit byrjaðu at fyrireika okkum til hesa breyt áðrenn jólini. Millum annað hava vit vitjað fýra skúlar í Dan- mark, ið allir hava Medie & Kommunikation sum breyt, og koma vit ta fyrstu tíðina at hava tætt samband við Tekniska Skúlan í Odense. Tey skipaðu teirra breyt eftir sama leisti, ið vit hava hugsað okkum at gera her, og koma tey tí at hjálpa okkum í gongd, greiðir Pól Laksáfoss frá. Pól kemur saman við Linjon Jacobsen at hava ábyrgdina av, at breytin kemur at koyra sum hon skal. - Endamálið er at læra næmingarnar eitt sindur um samskifti. Hetta verður gjørt við fyrst at finna útav, hvønn móttaka ein ynskir, og síðani hvønn boðskap, ein skal senda til móttakar- an. Tá hetta er funnið, skal næmingurin finna útav, hvønn miðil hann skal nýta til endamálið; tað kann so verða vikubløð, loftmiðlar ella alnótin. Næmingurin skal eisini gera fýra verkætlanir ígjøg- num árið, harav tvær verða gjørdar í bólkum, sigur Pól víðari. Nýtt høli Av skúlanum frætta vit, at bæði lærarar og næmingar eru sera spentir at fara í gongd við hesa nýggju breyt. Í løtuni verða nýggj høli innrættað, ið skulu nýtast sum verkstað til projekt- arbeiði viðvíkjandi Medie & Kommunikation breyt- ini. Tekniski Skúlin undir nýggja lærugrein Í løtuni ganga umleið 80 næmingar á Tekniska Skúlanum í Klaksvík C M Y K 5 4