leygardagur 9. februar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 28 - 9. februar 2002
Nr. 28 - 9. februar 2002
7
– Í mínari verð verður
tað ein treyt fyri at
fara í samgongu eftir
løgtingsvalið í apríl, at
fullveldistilgongdin
sleppur at halda fram,
sigur Poul Michelsen,
sum aftur bjóðar seg
fram at stilla upp til
løgtingsval
UPPSTILLING
Áki Bertholdsen
– Fullveldistilgongdin má
undir ongum umstøðum
detta niðurfyri aftur. Verði
eg valdur, verður tað tí ein
treyt fyri at fara upp í eina
samgongu, eftir løgtings-
valið í apríl, at hon sleppur
at halda fram.
Poul Michelsen í Havn
var ein av teimum kendastu
politikarunu í landinum øll
áttatiárini. Men fyrst í níti-
árunum tók hann seg brád-
liga úr politikki. Fyrst úr
løgtinginum í 1990, síðani
úr býráðnum í Havn í 1992.
Men nú trínir gamli
fólkaflokshøvdingurin
í
Havn fram aftur á pallin.
Hann hevur bjóðað seg
fram at stilla upp á fólka-
flokslistanum
í
Suður-
streymoy til løgtingsvalið í
apríl. Fyrsti uppstillingar-
fundur hevur verið og tá
stóð navna hansara á lista-
num og hann hevur játtað at
taka av. Nú eru tveir upp-
stillingarfundir eftir og teir
koma so at gera av, um
flokkurin yvirhøvur vil
hava hann á listan. Men tað
er valla ivi um, at navn
hansara eisini fer at standa
á tí endaliga valevnislista-
num
Poul Michelsen, sum nú
er 57 ára gamal, sat í Tórs-
havnar Býráði frá 1980 til
1992, tá ið hann ikki still-
aði uppaftur. Árini frá 1994
til 1990 var hann eisini løg-
tingsmaður.
– Hjá mær riggaði ikki
væl at vera býráðsformaður
í Havn og tingmaður í senn.
Eg helt, at hvørt starvið
kravdi so nógva arbeiðs-
orku, at skuldi eg ikki vera
hálvur báða staðni, tað bar
ikki til at hava bæði størv-
ini. Eg mátti velja og í
tveimum umførum hevði
eg eisini farloyvi úr tingi-
num fyri at røkja starvið
sum býráðsformaður burt-
urav, tí eg helt ikki, at tað
bar til at hava onnur størv
afturat.
Ganga hond í hond
Poul Michelsen sigur, at tað
eru ymisk viðurskifti, sum
nú freista hann til at taka
kampin uppaftur á lands-
politiska økinum.
– Starvið sum býráðfor-
maður var so mikið krevj-
andi, at eg føli ikki, at eg
nakrantíð rættiliga havi
verið uppi í landspolitikki.
Men síðani hava eg verið
aftur í vinnulívinum í 10 ár
og eg haldi, at skalt tú um-
boða vinnulívið í politikki,
er tað neyðugt tú sjálvur
hevur verið vinnulívsmaður
burturav í eina tíð og sæð
samfelagið uttaní frá.
– Hesi árini, eg havi verið
úr politikki, havi eg sostatt
brúkt til at fingið mær eina
vinnuliga barlast.
Men Poul Michelsen dyl-
ir heldur ikki fyri, at hann
er fullveldismaður um ein
háls og at eisini fullveldis-
tilgongdin av allarstørsta
týdningi.
Og júst hesi bæði pol-
itisku
hermótini
ganga
hond í hond í hansara verð.
– At vera frælslyntur
vinnulívsmaður, ber ikki
til, uttan eisini at vera full-
veldismaður. Tað stríðir
ímóti hvørjum øðrum.Tað
ber ikki til at byggja eina
vinnu upp á at fáa stuðul og
tú kanst heldur ikki byggja
eitt samfelag upp á at fáa
stuðul.
At vera vinnulívsmaður
og at vera sambandsmaður,
eru áskoðanir, sum ikki
kunnu sameinast. At standa
á egnum beinum og at hava
ábyrgd fyri sær sjálvum, og
sjálvsagt hava ábyrgd fyri
øðrum, er grundstuðulin
undir einum frælslyntum
vinnulívi, og tað er ósam-
bæriligt við at stuðla einum
politikki, har samfelagið er
bygt á stuðul úr einum
øðrum landi.
Ein perivellingur
Poul Michelsen er sann-
førdur um, at tað fæst ikki
skil á føroyskan politikk,
fyrrenn spurningurin um
fullveldi er avgreiddur. Og
vit kunnu tað sama sláa
okkum til tols við, at hann
verður ikki avgreiddur,
fyrrenn vit hava tikið full-
veldi. So leingi vit ikki
hava tað, verður føroyskur
politikkur ein perivellingur
við tað, at vit skulu stríðast
á fýra hermótum, tí um-
framt vinstra og høgrapoli-
tikk, sum politikarar í
øðrum londum stríðast við,
skulu vit eisini stríðast við
spurningin um loysing og
samband.
– Sostatt er onki hugsjón-
arligt fantilsi á føroyslum
politikki. Vanligu aðalhug-
sjónirnar um høgra og vin-
stra koma slett ikki fram, tí
alt druknar í spurninginum
um loysing og samband.
Fyrrenn, vit hava avgreitt
tann spurningin, skulu vit
ikki gera okkum vónir um
at fáa skil á almanna- og
heilsupolitikki, skúlapoli-
tikki,
mentanarpolitikki
o.s.fr., fyri ikki at tosa um
vinnulívspolitikki.
Poul Michelsen sigur, at
tað tykist sum um allir
flokkar eru sinnaðir at
broyta viðurskiftini ímill-
um Føroyar og Danmark,
sjálvt sambandsflokkurin.
Men samstundis er hann
sannførdur um, at fólka-
flokkurin er einasti flokkur,
ið kann sambinda hesi sjón-
armiðini og verða trygdin
fyri, at eitt úrslit spyrst
burturúr.
– Verður fólkaflokkurin
ikki við, fer fullveldis-
gongdin fyri bakka, sigur
Poul Michelsen.
Hann sigur, at tjóðveldis-
flokkurin kemur at standa
einsamallur
við
sínum
sjónarmiði um at kappa á
stokkinum.
– Tað er umsráðandi, at
fullveldistilgongdi er trygg
og væl kjølfestí samfelag-
num, eins væl og í fólki-
num og tí eigur hon at taka
tað tíð, hon tekur. Men tað
skal gerast so skjótt, sum
yvirhøvur gjørligt.
– Eg havi fulla virðing
fyri teimum hugsjónum,
tjóðveldisflokkurin stríðist
fyri, men teir verða ikki
álitið í fullveldistilgongd-
ini. Tað krevst ein annar
partur til at skipa tilgongd-
ina, so at føroyska sam-
felagið ikki kemur sær í
størri vanda enn avgjørt
neyðugt.
– Eftir mínum tykki er
júst Anfinn Kallsberg sjálv
ímyndin av teirri tryggu til-
gongdini, tí framum allar
aðrar, er hann maðurin,
sum hevur borið tilgongd-
ina ígjøgnum hesar truplu
tíðir.
Poul Michelsen heldur
eisini, at hendan samgong-
an hevur framt eitt ótrúligt
avrik við at avdúka viður-
skiftini ímillum Føroyar of
Danmark og hevur skapt
nógv størri virðing fyri
politiska kjakinum.
Fáa endaúrslitið á
borðið
Poul Michelsen sigur, at
tað, sum hevði havt alstór-
an áhuga, hevði verið at
longu nú at gjørt okkum
greitt, hvussu føroyska
samfelagið skal síggja út,
aftaná fullveldið.
– Um tað so tekur fýra ár,
ella 12 ár at koma fram til
endaúrslitið, hevur minni
týdning fyri meg. Tað, sum
er avgerðandi er, hvussu
samfelagið skal síggja út, tá
ið vit hava tikið fullveldið.
Fyri Poul Michelsen er
tað heldur ikki so avgerandi
um tað føroyska fullveldið
verður uttanfyri ríki, ella
innanfyri.
– Tað ber eisini til at
skipa ríkið sum ein felags-
skapur av sjálvstøðugum
londum, kanska við felags
gjaldoyra, felags kongi og
felags hægstarætti, um so
skal vera.
Hann heldur nevniliga
eisini, at ríkisfelagsskapur-
in kann brúkast til eitt gott
endamál.
– Føroyar eru smáar og
tað er ongin orsøk til at
gera umstøður okkara trup-
lari enn neyðugt. Tað finst
onki land, sum eg heldur
vildi samstarva við, enn
danir og fyri tann vinnulig-
an dynamikkin kundi tað
verið gagnligt at varðveitt
ríki sum ein felagsskap, har
føroyskt og danskt vinnulív,
t.d. í felag fóru út í heim at
gera vart við okkara vørur
og kunnleika. Tað hevði
eisini borið til at samstarva
um sendistovur úti í heimi,
umframt um aðrar skipanir.
Rura í svøvn
Tað, sum Poul Michelsen
leggur allarstørsta dentin á
tey komandu árini, er, at
fullveldistilgongdin
ikki
steðgar aftur.
–Nógv
hava
hálovað
Anders Fogh Rasmussen
fyri vælvild eftir føroya-
vitjanina herfyri. Men eg
havi illgruna um, at tað,
sum hann í roynd og veru
ætlar, er at endurskapa eina
1948-støðu, har ið alt
kvaldist í politiskari ósemju
í Føroyum.
–Tað er heilt avgerandi,
at vit ikki latra okkum rura
í svøvn av vælvildini frá
Anders Fogh. Tað slepst
ikki uttanum, at danski
stuðulin til Føroyar er einki
uttan olmussa, og at vit fáa
olmussu úr einum øðrum
landi, eigur at fáa okkum at
steðga á, serliga tá ið vit
hugsa um, hvussu onnur
fólk kring um í heiminum
hava tað. Men tað er eisini
ein olmussa, sum vit ikki
kunnu líta á, at vit varð-
veita.
– Tí skal okkara samfelag
sleppa sær burturúr hesi
støðuni upp á rættiliga fá
ár. Heimastýrislógin skal
avmonterast so skjótt sum
gjørligt, men hvussu nógv
árini skulu vera, er ikki so
avgerandi. Tað hevur minni
týdning um tað tekur fýra
ár, ella 10 ár at røkka full-
veldinum, gongdin skal
bara vera trygg.
–Tað er lítið skilagott at
gera tað skjótari, enn tað er
forsvarligt, tí tað skal vera
fíggjarliga forsvarligt, sam-
stundis sum vit skulu
byggja okkara fyrisiting
upp til at umsita tey øki,
sum vit fáa afturat at um-
sita, tí fullveldið er ikki
bara ein spurningur um
eina búskaparliga tillaging,
tað er eisini ein spurningur
um eina umsitingarliga til-
laging.
– Sjálvandi skal umsit-
ingin verða so effektiv sum
gjørligt, men vit skulu ikki
fyrigykla okkum, at vit fáa
eina minni umsiting í ein-
um fullveldisríki. Tað sigur
seg sjálvt, tí tá fáa vit fleiri
mál at umsita.
– Tað, sum hevur týd-
ning, er, at fullveldisgongd-
in heldur fram óbrotin og í
mínari verð, verður ongin
samgonga skipa við nakran
flokk, sum ikki vil halda
fram við teirri búskaparlig-
ari tillagingini til fullveld-
ið.
Hetta er sjálvsagt um
hann verður valdur, sigur
hann. Men hann ivast onga
løtu í, at fólkaflokkurin
hevur somu støðu undir øll-
um umstøðum.
Sjálvur vónar hann, at
Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin sleppa at
halda fram í samgongu eftir
valið.
Men hann vónar eisini, at
aðrir flokkar koma uppí, tí
tað er umráðandi at øll
standa aftanfyri hesa til-
gongdina.
– Sjálvt sambandsflokk-
urin er sinnaður at fremja
broytingar, hóast hann í
løtuni mest livir av at mála
ræðumyndir fyri fólki. Men
tær taka vit ikki fyri fult, tí
líka síðani sambandsflokk-
urin varð stovnaður í 1906,
hevur hann ongantíð enn
havt rætt í nøkrum í føroy-
skum politikki og eg dugi
ikki at síggja , hví hann
skal fáa rætt nú. Men í
longdini livir ongin av
ræðumyndum og nú hevur
hann bara ein veg eftir at
fara
Hann vónar eisini, at
javnaðarflokkurin verður
sinnaður til at taka lut í full-
veldistilgongdini í einum
komandi valskeiði.
– Nú er stundin komin til
at javnaðarflokkurin kemur
uppí fullveldistilgongdina.
Vil hann kki tað, men fer til
val sum ein sambands-
flokkur burturav, ivist eg
ikki í, at hann verður tann
stóri taparin á løgtingsvali-
num. Tá verður tjóðveldis-
flokkurin tann stóri vinnar-
in, tí tað er ein heilt stórur
partur av javnaðarveljar-
unum, sum vilja hava full-
veldi og úrslitið av tí verð-
ur, at tjóðveldisflokkurin
og fólkaflokkurin skipa
samgongu einsamallir, um
so skuldi verið.
Tú tosar um taparar: Velj-
arakanningarnar geva ikki
fólkaflokkinum stórvegis
undirtøku. Er tað ikki júst
tí, at veljarar floksins ikki
taka undir við fullveldistil-
gongdini?
– Nei, tað er beint øvugt.
Fólkaflokkurin hevur eina
púra greiða stevnuskrá, eis-
ini á fullveldisøkinum.
Fólkafloksfólk eru fræls-
lynt og tí fáa tey heldur ikki
verið annað enn fullveldis-
fólk og tað er neyðugt, at
rennur saman ímillum hesi
báðar frontarnar. Taka vit
gongdina frá 1948 til nú,
haldi eg ikki, at vit kunnu
siga, at vit hava gjørt nóg
nógv. Tað hava aðrir flokkar
heldur ikki gjørt, men nú er
tíðin komin at taka hendan
partin í álvara.
Annars veit hann ikki,
hví flokkurin hevur so
vánaligar veljarakanningar.
Men hann ivast ikki í, at
flokkurin fær eitt gott val, tí
vit eiga at vera bindiliðið í
fullveldisætlanini.
Poul Michelsen sigur, at
verður hann valdur, er tað
hansara endamál at hava
fullveldistilgongdin
skal
vera trygg og at hava heilt
greiða støðu á hasum øki-
num.
Men hann hevur eisini
onnur hjartamál. Eitt nú er
hann ikki serliga errin av
eldrapolitikkinum.
– Tey, sum hava somu
áskoðan sum eg, skulu ikki
føla seg noydd til at fara í
tjóðveldisflokkin,
sigur
Poul Michelsen.
Men hann hevur ongar
ætlanir um at gerast løg-
maður ella landsstýris-
maður, tí hann hevur eisini
eitt hampiliga stórt virki,
sum hann varar av og fær
hann givið sítt íkast til dag-
liga politikkin sum løg-
tingsmaður,
er
hansara
endamál rokkið.
Fullveldismaður um ein háls bjóðar seg aftur fram
–Nú er fullveldistilgongdin
byrjað og tað er umráðandi,
at vit ikki lata okkum rura í
svøvn aftur nú, sigur Poul
Michelsen, sum aftur bjóðar
seg fram til løgtingsvalið,
men hann hevur ongar
ætlanir um at gerast
landsstýrismaður
Nú er stundin komin,
har vit í sátt og semju
normalisera og fáa
trygg, lagalig og skila-
góð viður-skifti
Føroyar og Dan-
markar millum. Løg-
maður og forsætis-
málarráðharrin hava
slóðað fyri møguleik-
anum, sigur Bjarni
Djurholm, lands-
stýrismaður Fólka-
floksins, sum skjýtur
upp at vit gera eitt
samveldi millum
Føroyar og Danmark
SJÁLVSTÝRISMÁL
Eirikur Lindenskov
– Vit eiga at fara burtur frá
øsingini um viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark – og í staðin skipa eitt
samveldi millum londini.
Tað heldur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður fyri
Fólkaflokkin, sum í grein í
Sosialinum í dag mælir til,
at vit við støði í yvir-
lýsingini millum løgmann
og forsætisráðharran, sum
skrivað varð, meðan And-
ers Fogh Rasmussen vitjaði
í Føroyum – og sum øll eru
samd um, fáa viðurskiftini
við danir í trygga legu.
– Tað er avgjørt neyðugt
fyri føroyskan politikk, at
vit fáa eina nýggja avtalu,
sum einaferð med alla legg-
ur avgerðirnar um støðu
okkara í ríkinum til løg-
tingið og føroyska veljaran.
Eina avtalu, sum eisini
forðar fyri konfrontaións-
politikkinum, sigur hann.
Bjarni Djurholm sigur, at
nú høvi býðst, eigur polit-
iski myndugleikin tí skjót-
ast at virka fyri eini skipan,
sum fjøldin av føroying-
unum tekur undir við. Hann
skjýtur tí upp, at nýggj
samveldisavtala við danir
verður skipað.
Hann hugsar sær inni-
haldið í skipanini soleiðis:
1.Føroyska
heimastýrið
kann gera av, at øll máls-
øki, undantikin uttan-
ríkismál, verjumál, ríkis-
borgararættur og gjald-
oyramál, kunnu yvirtak-
ast sum føroysk sermál
við
teirri
fylgju,
at
heimastýrið tekur uppá
seg tær útreiðslur, ið
fylgja við teimum.
2.Heimildirnar hjá Lands-
stýri og Løgtingi í uttan-
ríkismálum verða víðk-
aðar til at umfata altjóða
sáttmálagerðir viðvíkj-
andi yvirtiknum málum
og medavgerðarætti í
øllum málum, sum við-
víkja Føroyum.
3.Tekur Føroya fólk avgerð
um, at Føroyar verða
sjálvstøðugar,
koma
málsøkini uttanríkismál,
verjumál, ríkisborgara-
rættur og gjaldoyramál
undir føroyskt málsræði.
4.Danska stjórnin boðar
altjóða samfelagnum frá
nýggja sáttmálanum.
Bjarni Djurholm staðfestir,
at eftir yvirlýsingina frá
løgmanni og forsætisráð-
harranum, so er semja um
at venda sjálvstýrisprosess-
ini á høvdið. Hann vísir á,
at raðfylgjan í tilgongdini í
ríkisrættarligu viðurskift
unum er ikki longur av-
gerandi fyri málsetningin.
Hann vísir eisini á, at sam-
antvinnanin av suvereniteti
og skiftistíð er liðað sundur.
– Nú kann landsstýrið
miðja eftir at gera ein sátt-
mála, har løgtingið einsa-
malt hevur heimild at taka
yvir málsøki. Gjaldingin
fyri hvørt málsøki sær
verður at gjalda av lands-
kassanum so hvørt, sum
tikið verður yvir, sigur
hann.
– Sostatt verður tað gjør-
ligt at skipa ríkisrættarligu
viðurskiftini eftir tí leisti,
sum løgtingið og í síðsta
enda veljarin metir at vera
rætt. Ein lagalig og varlig
skipan, har eingi óráð verða
tikin. Har broytingarnar
fara at taka ta tíð tær taka,
sigur Bjarni Djurholm.
Tað er einki at ivast í, at
hendan útmeldingin frá
fólkaflokslandsstýrismanni
num ikki fellir í góða jørð
hjá Tjóðveldisflokkinum,
sum hevur eina heilt aðra
tulking av sjálvstýristil-
gongdini.
Bæði
Høgni
Hoydal og Karsten Hansen
hava seinastu tíðina sagt
við útlendskar fjølmiðlar, at
tað er væl hugsandi at
Føroya loysa frá Danmark í
komandi valskeiðið – t. v. s.
innan løgtingsvalið í 2006.
Bjarni Djurholm dylur
ikki fyri, at hann hevur havt
sjálvstýrisuppskotið
hjá
Javnaðarflokkinum í huga í
hesum sambandi.
– Nú er stund--in komin,
har vit í sátt og semju
normalisera og fáa trygg,
lagalig og skilagóð viður-
skifti Føroyar og Dan-
markar millum. Løgmaður
og forsætismálarráðharrin
hava slóðað fyri møguleik-
anum, sigur Bjarni Djur-
holm.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa viðmerking frá
Tjóðveldisflokkinum
og
andstøðuni áðrenn blaðið
fór til prentingar.
Vil gera samveldi
við Danmark
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
Fólkafloksins, mælir til, at
gjørdur verður
samveldissáttmáli millum
Føroyar og Danmark
Grýlu-
dansur í
Virkinum
á Sandi
Sandur:
Í
kvøld
verður grýludansur í
Virkinum á Sandi, har
Countrybólkurin
úr
Klaksvík spælir til
dans. Vakrasta grýlan
vinnur eitthvørt, men
tað er tó eingin treyt,
at fólk skulu verða
grýluklødd.
Sunnukvøldið
og
mánakvøldið verður
eisini dansur, tá spælir
Bjørn Djurhuus Band
til dans.
Fastur siður á Sandi
er eisini, at Føstulá-
vintskemt
verður
framført, og so verður
eisini hesaferð. Tvær
sýningar verða leygar-
dagin
og
tríggjar
sunnudagin.
Burðardygg menning
FRÁGREIÐING
Tíðindaskriv
Skriv er sent til Eyðun Elt-
tør, landsstýrismann í um-
hvørvismálum, sum er eitt
uppkast til ætlan um burð-
ardygga menning, 2002 –
2020.
Frágreiðingin er gjørd
sum verkætlan á Heilsu-
frøðiligu stravsstovuni í
2001, og hon er fíggjað av
játtanini til umhvørvis-
verndartiltøk.
Henda frágreiðing er
ætlað sum støði undir ein-
um framhaldandi arbeiði
við málsetningum. Lagt
verður upp til, at ein bólkur
verður settur við umboðum
úr øllum stýrum, at gera
ætlanir um eina burðar-
dygga menning í Føroyum
ítøkiligar
Fokus verður sett á fimm
úrvald øki, og vísir á, hvørji
umhvørvisfyrilit eiga at
verða tikin. Hesi øki eru
havi, ferðavinna, vinnulív,
orka, burturkast og Lokal
Agenda 21. Mælt verður til,
at eitt ítøkiligt kjak um
náttúru- og umhvørvis-
vernd, um møguleikar, mál
og íløgur verður partur av
eini fullgjørdari ætlan um
burðardygga menning. Tess
fleiri taka lut í tilgongdini
og koma við viðmerking-
um, tess betri úrslit fyri
okkum og fyri komandi
ættarlið.
Frágreiðingin hevur støði
í tí virksemi, sum hesi sein-
astu 10 árini er farið fram
um allan heim at ansa eftir,
at náttúrunnar virðir verða
umsitin soleiðis, at kom-
andi ættarlið eisini kunna
fáa ágóðan av teimum. Á
heimsráðstevnu í Rio de
Janeiro í 1992, varð heitt á
heimsins stjórnir um at
gera ætlanir fyri eina burð-
ardyggari menning í 21.
øld. Hugtakið um burðar-
dygga menning inniber, at
miðast skal eftir, at loysa
umhvørvisligar, búskapar-
ligar og sosialar trupulleik-
ar samstundis, og í mun til
hvønn annan.
Í summar fara heimsiins
lond at hittast aftur til eina
uppfylging av Rio-ráð-
stevnuni, hesuferð í Suður
Afrika. Hóast lítlar, eru
Føroyar eitt ríkt land, og
eiga at gera sítt til at fremja
eitt burðardygt alheims-
samfelag.
Frágreiðingin er løgd á
heimasíðuna hjá Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni, og
er hon at finna undir
www.hfs.fo. Trýst á deildir,
síðani umhvørvisdeildin,
og har liggur "Uppkast til
føroyska ætlan um burða-
dygga menning".
KONSERTIR
Norðurlandahúsið
Nú verður so aftur Orfeus á
skránni. Hetta verður so-
statt fyrstu Orfeuskonsert-
irnar í hesum árinum.
Í februar verða tvær kon-
sertir. Tann
fyrra
12.
februar 2002 kl. 19.30 í
Ósáskúlanum í Klaksvík og
hin seinna mikudagin 13.
februar 2002 kl. 19.30 í
Norðurlandahúsinum.
Til hesar báðar konsert-
irnar fara tey bæði Hege
Waldeland og Jóhannes
Andreasen at spæla. Hege
Waldeland er svensk og
spælir upp á cello, og
Jóhannes Andreasen fer at
spæla upp á klaver.
Skráin fyri bæði kvøldini
verður ein klassisk skrá.
Hege Waldeland hevur
nakrar ferðir spælt við í
bólkinum Aldubáruni bæði
í Føroyum og uttanlands.
Men hesaferð fer hon fyri
fyrstu ferð at hava sjálv-
støðuga konsert í Føroyum.
Annars
hevur
Hege
Waldeland spælt sum so-
listur í mongum londum og
hevur mangan fingið fram-
úrskarandi ummæli fyri
spæl sítt. Hon hevur í nógv
ár verið celloleikari í
Sjællands Symfoniorkester.
Hon undirvísir annars í
cellospæli á Tónlistahá-
skúlanum í Malmö og
spælir fast í Athelasbólk-
inum.
Hege
Waldeland
og
Jóhannes Andreasen fara at
spæla verk eftir m.a. Beet-
hoven og Chopin.
Atgongumerki
til
konsertirnar
fáast
við
dyrnar.
Tvær Orfeuskonsertir
C
M
Y
K
7
6