Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 28 - 9. februar 2002 Nr. 28 - 9. februar 2002 9 Nýggi dansitopplistin í sendingini í ÚF, Hvat Nú?, hevur rættiliga vunnið frama hjá lurtarum. Tað er ein fegin útvarpsvertur, Elis Poulsen, ið kann staðfesta, at lurtarar taka undir við listanum. Ikki bert í Føroyum, men eisini í grannalandum okkara, har atkvøtt og lurta verður dúgliga. – Hetta er tað, ið er eydnast eina best øll míni ár í ÚF, metir Elis TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Í sendingini Hvat Nú? hjá Elisi Poulsen, er ein nýggj- ur dansitopplisiti á skránni. Elis hevur arbeitt við hes- um tiltakinum leingi, men á skránni er tiltakið nýtt, men longu merkist, at hetta hevur vunnið frama. - Slíkar sendingar eru jú vanligar í grannalondum okkara. Vit kenna t.d. Svensktoppen og Dansk- toppen, sigur Elis. - Og tað er sera gleðiligt, at fólk taka so væl undir við hugskotinum. Líka gleði- ligt er, at sendingin røkkur út um landoddarnar. Vit hava lurtarar og atkvøður í Danmark, Noreg og Svø- ríki, sigur Elis, ið eisini hevur fingið afturljóð úr Íslandi. Elis fegnast um heima- síðuna hjá Hvat nú?. Har atkvøða fólk á listanum, bæði í Føroyum og í grannalondunum. Í gesta- bókina skriva fegin fólk úr ymsum londum og Elis fær persónlig brøv frá fegnum lurtarum, útvarpsvertum og tónleikarum, ið fegnast um listan. - Ein kann jú á heimasíðu okkara trýsta seg inn á útvarp og lurta. Og vit hava luttakarar og lurtarar í yms- um londum. Fólk atkvøða og svara eisini við brøvum. Nakrar av fløgunum, ið vit hava drigið um, eru end- aðar í Íslandi og Noreg, sigur Elis. Hittast í Føroyum Í fjør vóru Elis og konan á einum festivali í Noreg, har tey hittu útvarpsvertir og dansibólkar, umframt fjepparar. Hetta var stórt upplivilsi, sigur Elis, ið viðmerkir, at blíðskapurin var óførur og at tey vórðu borin á lógvum. Nú er hann boðin til Svø- ríkis á festival. - Eg hitti fleiri útvarps- vertir í Noreg í fjør. Avrátt er, at vit skulu hittast at um- røða okkara starvsøki, dansitónleikin. Eftir ætlan skal hetta fyrsta slíka ”treff ” verða í Føroyum, sigur Elis, ið als ikki skúgvar til viks hugsanina um, at listin gerst sjálvstøð- ug sending, so góð sum undirtøkan longu nú er. - Í grannalondunum eru tey hugtikin av, hvussu skjótt og væl tað hevur gingið. Og vit eru dagførd og kenna eisini gomlu løgini og tónleikasøguna. Áhugin fyri samstarvi landanna millum er stórur, sigur Elis, ið hevur fingið sambond við øll møgulig týðandi fólk á økinum, bæði vertir og tónleikarar. Slóðir til sendingina hjá Elisi eru á øllum týðandi heimasíðum, so sum út- vørpum og kendum dansi- bólkum, ið merta tað sum ein heiður at koma á før- oyska listan - Eisini eru tey áhugað at fáa føroyskan tónleik send- andi, sigur Elis, sum tó harmast um, at vit í Før- oyum ikki eiga so nógvar bólkar, ið beinleiðis hava lagt seg eftir hesum tón- leikaslag. Vestmenn eru nú við á listanum við einum eyka- lag, so spennandi verður at vita, hvussu hepnast. Føroyskt nótahorn Greitt er, at nýggja tilktakið hjá Elisi ikki bert er ein viðfáningur. Áhugin er stórur, og á heimasíðuni sæst – og á brævahópinum til Elis – at fylgt verður við bæði úti og heima. Nýggja sendihugskotið er eftir ongari tíð vorðið okkurt stórt og týðandi, bæði í Føroyum og ikki minst í londunum kring okkum, har henda tónleika- mentan jú rættiliga hevur verið frammi í mong ár. Heimasíðan hjá Hvat Nú?, og øðrum líknandi sendingum í grannalond- unum, er gott høvi at fylgja við í tí, ið hendir innan allan tónleik. Tann bólkur, ið fær flest stig, tá talt verður upp seinni í ár, fær heiðursgávu. Elis Poulsen hevur biðið Torgerð Suðuroy gera eitt serstakt horn, ið vinnandi bólkurin fær, Det færøske melodihorn, Nótahornið. Fegnir um føroyingar Elis er fegin, tá hann greið- ir frá gongdini í hesum nýggja tiltakinum, ið hevur givið honum sambond og vinabond í okkara parti av dansiheiminum og sum hevur við sær, at hann við telduposti og vanligum posti rættiliga merkir, at lurtarar og tónlkeikarar taka undir. - Tónleikaslagið er í menning í londunum kring okkum og er eisini broytt, so tað er meira vinarligt fyri yngri ættarlið, sigur Elis, ið hevur manga góða løtuna at greiða frá, síðani hann spakuliga byrjaði uppá nýggja tiltakið, sum nú hevur tikið dik á seg. Og nútímans tøkni fyri at takka, so eru Elis og listin komin á heimskortið hjá mongum lurtara uttanfyri føroyska sjómarkið. Vitjanir á veg Elis sigur, at tá Scandinavia vitjaði til dansitiltak á Skála, so var hetta sera væl eydnað. Eisini tónleikarun- um dámdi væl og teir koma fegnir aftur. Eisini til sama helvtarprís, hóast teir hava úr at gera. Og fleiri bólkar vilja koma, hóast grund- arlag ikki er fyri at gjalda teimum somu upphæddir, ið eitt kvøld á heimligum støðum gevur. Príslegan má lagast eftir umstøðunum, men tónleikararnir vilja fegnir hava eitt upplivilisi. - Uttan at avdúka ov nógv kann eg siga, at onkur av kendu dansibólkunum er á veg til Føroya, sigur fegni útvarpsverturin, ið hevur ein lurtaraskara, ið røkkur um stóran part av Norð- urlondum. Vertur: Elis Poulsen Útvarp Føroya Hvat Nú? Postsmoga 326 110 Tórshavn Vanligur postur: Teldupostur: hvatnu@uf.fo 1. Ole Ivars - Jag trodde änglarna fanns 2. Scandinavia - Tänker du på mig ibland 3. Vikingarna - Jeg sänder en tanke 4. Ferdinandoz - Tomma Løften 5. Heidi Hauge - Min barndoms grønne dal 6. Lasse Stefanz - När gässen återvänder 7. Picazzo - Timeglass 8. Hedez - Släpper inte taget 9. Sten & Stanley - Vänd inte taget 10. Trond Erics - Godt voksen 11. Dansa huckelbuck 12. Ole Ivars - Man måste va två 13. Ingemars - Hallo hallo finns du der Hvat nú verður send mánadag kl. 17.05 Atkvøð Klipp út & Send inn 1. 2. 3. EYKALAG 1: EYKALAG 2: Navn & Bústaður Elis trívist á toppinum Elis Poulsen er ein av okkara kendu útvarpsmonnum Í nógvum førum noyðast fiskimenn at gevast at sigla langt fyri pensjónsaldur, tí teir orka ikki meira – og yngri kreftir taka við á skipsdekki, har teir gomlu sleptu FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað er ikki so sjáldan, tú hoyrir tilkomnar fiskimenn siga, at tað einasta, teir duga og tíma, er at arbeiða á skipsdekki. Og tað duga teir væl, tí sjógvurin hevur verið teirra lív, síðan teir fóru úr sjeynda ella tíggj- unda flokki. Nógvir kenna ikki til nakað annað enn at sigla og fiska. Men baldrutu umstøður- nar á sjónum slíta kroppin, og tað eru nógvir fiski-og útróðrarmenn, sum í bestu árum føla seg útslitnar; ryggur, lendar, knø, armar og hendur eru slitin, og giktin er farin at gera um seg. Tað eru eisini teir, sum hava áhaldandi pínu, men kortini sigla, tí teir hava einki val; teir hava skyldur heima og noyðast tí at halda á sum longst. Og kanska longri, enn ráðiligt er. Uppá land - og hvat so? Í dag er ikki sum fyrr – ella bara fyri 10 árum síðan. Tá høvdu vit næstan eitt flaka- virki á hvørjum tanga, sum tikið plagdi at vera til. Fá av hesum virkjum eru stongd í dag, men nøkur av teimum smærru verða nýtt til onnur endamál, t.d. aling ella kryvjing av alifiski. Tí er ikki tørvur á sama tali av fólki á hesum virkjum kring landið, sum í sínari tíð, tá ið hesi arbeiddu van- ligu fiskasløgini. Nógvir uppilagstir fiski- menn arbeiddu á hesum virkjum, tá ið teir ikki ork- aðu atsigla meira. Hetta var høgligt hjá teimum, tí flakavirki var í heimbygd- ini, og her kundu teir hand- fara fisk, sum teir høvdu gjørt, síðan teir fóru til skips sum stórir smádreing- ir. Møguleikarnir hjá uppi- lagstum fiskimanni eru ikki so nógvir úti á bygd. Er einki flakavirki, kunnu teir rógva út, um teir eiga bát ella hava ráð at keypa sær bát. Men tað er ikki lættasta lív av verðini – og allar- minst, har havnaviðurskifti- ni eru vánalig, og menn eru ótryggir um bátarnar alt vetrarhálvárið. Uppilagstir rógva út Sosialurin hevur tosað við Juul Jacobsen í Nólsoy, sum er sonur Juul Jacob- sen, sála. Hann eigur 27- fóts glastrevjabátin, Maj N. Báturin er ein av fimm, sum rógva út úr Nólsoy. Í flestu førum er talan um uppilagstar fiskimenn, hó- ast fleiri teirra eru í góðum árum. Hjá teimum, sum kenna til viðurskiftini í Nólsoy, er tað undrunarvert, at hesir menn hætta sær at hava út- róður sum livibreyð í eini bygd, har stórur ampi er av bátunum á vetrardegi, tá ið illsligt veður er. Men so kunnu vit spyrja: Hvat er alternativið hjá hes- um monnum, sum alla sína tíð hava verið á sjónum? Í Nólsoy læt flakavirkið upp í 1979. Sum so mong onnur virkir, endaði tað í mølposanum hjá Føroya Fiskavirking í kreppuár- unum. Seinni er virkið selt og latið uppaftur sum ali- støð. Í teirri góðu tíðini arb- eiddu kanska 30-40 fólk á virkinum; í dag kunnu arb- eiðsplássini teljast á einari hond. Nógvir uppilagstir fiski- menn arbeiddu á virkinum, men síðan virkið læt aftur sum flakavirki, hava nógvir teirra ikki tjent eina krónu. Áhugaverdur spurningur Jú, so sanniliga er tað ein áhugaverdur spurningur, hvat uppilagstir fiskimenn skulu brúka tíðina til. Hóast teirra kroppur slítist skjót- ari enn hjá flestu øðrum, eru teir undir somu pen- sjónsskipan sum fólk annars. Men í nógvum før- um noyðast teir at gevast at sigla langt fyri pensjóns- aldur, tí teir orka ikki meira – og yngri kreftir taka við á skipsdekki, har teir gomlu sleptu. Hvat skulu uppilagstir fiskimenn gera? Nógvir uppilagstir fiskimenn arbeiddu á flakavirkjunum kring landið, men síðan hesi lótu aftur ella løgdu um til annað minni skapandi virk- semi, hava nógvir uppilagstir fiskimenn ikki tjent eina krónu. Alternativið er, at hesir menn fáa sær bát og fara at rógva út. Men tað er ikki allastaðni, at tað ber til Skip og manningar gremja seg stundum um, at ov lítil prísur fæst fyri tann smáa fiskin, men hetta ætlar Føroya Fiskavirking nú at gera nakað við.- Vit halda, at skip skulu hava møguleika at landa tann smáa fiskin íFøroyum og fáa nakað fyri hann, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiska- virking. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Um ársskiftið yvirtók Før- oya Fiskavirking leigusátt- málan, sum Ísbjørnin hjá Bjarta Mohr, hevði við Havnar Arbeiðsmanna- felag, sum eigur bygningin í Álakeri. Meinhard Jacobsen sigur, at teir nú eru í holt við at gera virkið klárt og fáa neyðugu løggildingina, nú framleiðslan á virkinum verður ein onnur enn higa- rtil. - Í slíkum førum skal virkið løggildast av nýggj- um, og umsókn er send Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni í hesum sambandi. Men enn er einki svar komið haðani, sigur hann. Meinhard vísir á, at nógv skal eftirhyggjast á virki- num og nýggjar maskinur skulu setast upp. Tí væntar hann, at tað gongur ein tíð enn, áðrenn maskinurnar aftur fara at mala í Álakeri. - Men vit eru so í holt við at gera virkið klárt nú, leggur hann aftrat. Nýggjar maskinur Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá ið sagt verður, at Føroya Fiskavirking ætlar at bróta upp úr nýggj- um við virkinum í Álakeri. - Vit fara at byggja fram- leiðsluna á smáttfallandi fisk, sum loysir seg at arb- eiða. Hetta er ein roynd, vit gera. Eydnast hon, er tað gott, men eydnast hon ikki, hava vit roynt hetta, sigur Meinhard. Spurdur, hví teir júst fara at leggja seg eftir tí smáa fiskinum, vísir stjórin á, at hesin fiskurin er ein “trupulleiki” hjá skipunum. - Vit hava fingið fleiri “signalir” um, at ov lítið verður gjørt fyri at fáa nóg mikið burtur úr tí smáa fiskinum, sum undir van- ligum umstøðum er dýrur at arbeiða. Føroya Fiskavirking fer at gera íløgur í nýggjar maskinur, sum eru bygdar til framleiðslu av smáum fiski, og á henda hátt vænt- ar felagið at fáa sum mest burtur úr hesum fiskinum. - Enn er alt ikki fastlagt í smálutir, men vit fara at skera flak og gera ymiskar vørur, sum vit higartil ikki eru kendir við. So, hetta er ein spennandi og nýggj roynd, sum vit vóna fer at eydnast. Fiskurin smáur Stjórin í Føroya Fiskavirk- ing heldur, at hetta er rætta løtan at gera hesa royndina, tí nógvur smáur fiskur er at fáa, bæði hýsa, upsi og toskur. Í vetur hava vit hoyrt um smáu hýsuna og upsan, og tað er eingin loyna, at nógv hýsa er farin av landinum, tí føroysku virkini hava ikki verið kappingarfør við bret- ska marknaðin. - Nú vilja vit so skapa møguleikar fyri, at tað eis- ini skal loysa seg at selja tann smáa fiskin í Føroy- um, sigur Meinhard Jacob- sen at enda. Føroya Fiskavirking brýtur upp úr nýggjum: Fer at virka smáan fisk í Álakeri - Enn er alt ikki fastlagt í smálutir, men vit fara at skera flak og gera ymiskar vørur, sum vit higartil ikki eru kendir við. So, hetta er ein nýggj og spennandi roynd, sum vit vóna fer at eydnast, sigur stjórin í Før- oya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen C M Y K 9 8