Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146 38 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Tað hava ikki verið tær bestu fyri treytirnar hjá B36 og NSÍ at fyrireika seg til uppgerðina, sum ser liga fyri NSÍ kann hava stóran týdning. Fimm NSÍ spælarar – Jann Ingi Petersen, Jóhan Troest Davidsen, Jónhard Frederiksberg, Jústinus R. Hansen og Bogi Løkin – hava verið upptiknir av landsliðsfótbólti, og ein stórur partur av B36 spælar­ unum hava verið í hitanum í Katar, har teir hava luttikið í granskingar­ verkæltan undir leiðslu av Magna Mohr. B36 ferðalagið skuldi eftir ætlan lenda aftur í Føroyum í dag. Tað hevur hilnast illa hjá NSÍ nógvu tær seinastu ferðirnar. Í sjey dystum hevur NSÍ bara vunnið á AB. Tríggjar ferðir hevur NSÍ tapt, og tríggjar ferðir hevur tað verið javnt. NSÍ hevur framvegis møguleika at vinna FM, og tí kemur tað illa við, at miðverjin Jens Joensen og liðformaðurin og toppskjúttin Christian Høgni Jacobsen eru leik­ bannaðir. Umframt Katar ferðini hava fyri reikingarnar hjá Allani Mørkøre verið órógvaðar av, at tríggir B36 spælarar hava verið upptiknir av lands liðnum – Jónas Tór Næs, Hjalgrím Elttør og Christian R. Mouritsen. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tað stendur nógv upp á spæl bæði hjá EB/Streymi og hjá B71, sum sunnudagin verður vertur fyri teimum í Sundalagnum. Tá ið B71 varð niðurspælt í Fuglafirði og legði rygg til 3­0 tap, vóru fimm spælarar skaddir, og tá var neyðugt hjá Eli Hentze at traðka til. Nú stendur frægari til á Sandi, har tað tó er eitt sindur ivasamt, um Bogi Hermansen verður før ur fyri at spæla. B71 er í niðurflytingarvanda, og hóast mótstøðuliðið seinastu tíðina hevur verið sera væl upplagt, so vóna sandoyingar, at rætti hugburðurin kann røkka langt. Í Sundalagnum iðra teir seg um, at tað so ofta er endað við javnleiki. EB/Streymur hevur níggju ferðir spælt javnt, og tað er oftari enn nakað annað felag í ár. Egil á Bø, Daniel Udsen og Arnbjørn Hansen hava verið upp tiknir av landsliðnum, og Kristoffur Jakobsen hevur ver­ ið í Katar. – Vit taka einki fyri givið. Royndirnar siga, at úrslitini ofta eru óvæntað fram ímóti kappingarenda. B71 er í trong­ um skóm, og vit mugu leggja alt í hesa avbjóðingina, staðfestir liðformaðurin Egil á Bø. Uni Holm Johannesen Undan tveimum teimum síðstu umførunum er tað greitt, at B68 eftir slakt kappingarár verður hangandi í bestu deildini, og at AB næsta ár skal spæla í næst­ bestu deildini. Tá ið B36 fyri tveimum vik­ um síðani vitjaði á Argjum, legði heimaliðið rygg til 5­0 tap, og síðsta tíman var talan um upploysn. Á Svangaskarði hava argjamenn møguleika at reisa seg ímóti B68, sum fyri tveimum vikum síðani tapti í Vági. Hjá B68 kemur tað illa við, at miðvallarin Ndende Adama Guéye er leikbannaður. Hjá ÍF stendur tað væl til við fólki undan lyklauppgerðini. Allir spælararnir eru tøkir. Eisini mið­ verjin Poul Ennigarð, sum varð burturstaddur seinast. Í fyrireikingunum tvær tær seinastu vikurnar hevur tað verið ein fyrimunur, at eingin ÍF spælari hevur verið burturstaddur í lands liðsørindum. ÍF venjarin, Abraham Løkin, hevur ábyrgdina av U­19 lands­ liðnum, og fyri Abraham og ÍF hevur tað sjálvandi ikki verið opti­ malt, at venjarin seinastu stóru vikuna hevur verið í Letlandi. Hjálparvenjarin, Torkil Hansen, hevur staðið fyri venjingunum í Fuglafirði. Abraham Løkin vænt­ aðist at vera aftur á vøllinum í Fløtugerði í kvøld. ÍF vant uttan venjaran Stórt mannfall í fyrireikingunum Vodafonedeildin Fleiri NSÍ spælarar hava verið upptiknir av landsliðnum, og stórur partur av B36 spælarunum hava verið í Katar tvær tær seinastu vikurnar Seinast NSÍ vitjaði B36 í Gundadali, vunnu Einar Hansen og teir gulu úr Runavík sannførandi 5-1. Hetta ynskja Hjalgrím Elttør og hinir hvítklæddu úr Havn óiva at gera gott aftur, nú ein sigur er krav, um vónin um evropeiskt pláss skal varðveitast Mynd: Hilmar Jan Hansen Mannfall Stendur betur til á Sandi Vodafonedeildin Í Sundalagnum iðra teir seg um, at teir so ofta hava verið partur av javnleiki Æran stendur upp á spæl Vodafonedeildin Á Svangaskarði hava ungu argjamenninir møguleika at reisa seg eftir stórtapið ímóti B36 Royndirnar siga, at úrslitini ofta eru óvæntað fram ímóti kappingarenda, sigur EB/ Streyma liðskiparin, Egil á Bø savnsmynd