fríggjadagur 15. oktober 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
Sosialurin
Ítróttur
Uni Holm Johannesen
Tá ið HB sunnudagin fer norður til
Fuglafjarðar, verður setningurin at
vinna og harvið undan síðsta um
fari at telva seg í eina fína støðu,
sum kann bera við sær, at HB á
heimavølli um eina viku í granna
uppgerð ímóti B36 kann endurvinna
FM heitið.
Endin á hesum kappingarárinum
fær næstan ikki verið betri hjá HB,
sum við fýra stigum í tveimum
dystum kann tryggja sær 21. FM
heitið, eftir at tað inntil fyri íkki
so nógv um vikum síðani ikki sá so
bjart út.
– Hetta verður ein lykladystur.
Vit skulu í hvussu so er hava fýra
stig burturúr tveimum teimum
seinastu umførunum, staðfestir HB
vete ranurin Andrew av Fløtum.
Og hvussu verður?
– Hjá okkum ræður um at foku
sera á stóru avbjóðingina, nú fleiri
spælarar hava verið burtur frá
venjing, tí teir hava verið upptiknir
av landsliðnum. Úrslitið var gott
týskvøldið, men nú er neyðugt at
sleppa tí avrikinum og fult og heilt
at savna seg um avbjóðingina í
Fugla firði. Har hava vit altíð havt
tað torført. Vøllurin er smalur og
kom paktur, og harvið eru um støð
urnar heilt øðrvísi, enn tær eru á
okk ara heimavølli, sigur Andrew
av Fløtum.
Fara eftir øllum
Hjá ÍF hevur kappingarárið verið
betri, enn tað ofta hevur hilnast hjá
fuglfirðingum, sum ikki so sjáldan
hava havt hóttanina av niðurflyting
hangandi yvir sær. Men myrki
skuggin av taptu steypafinaluni
hongur yvir ÍF, og nú er tað greitt,
at tað er eingin møguleiki at vinna
heiðurs merkir.
Kortini hava Abraham Løkin og
hansara menn nógv at spæla fyri.
ÍF hevur ongantíð áður luttikið í
europeisku kappingunum. Euro
peisku atgongumerkini hómast
fram vegis í sjónar ringinum, og
um tað skal eydnast ÍF at sleppa
upp í part í dreyma landinum, so
er fyrsta treytin, at ÍF vinnur fulla
úr tøku ímóti HB. Harvið verður
sann líkið størri fyri, at FM heitið
ikki endar í Gundadali, men norðuri
við Margáir. Um tað verður úrslitið,
so fær ÍF europeisk atgongumerki
sum tapari í steypafinaluni.
Tað er hetta roknistykkið, sum
fuglfirðingar vilja hava at ganga
upp, og tí er einki at siga til, at tað
prutlar í Fuglafirði, har teir í ár hava
góðar royndir á heimavølli ímóti
HB. Í 8. umfari, sum var 16. mai,
vann ÍF heimadystin ímóti HB 21.
Øssur Dalbúð og Andy Olsen skor
aðu fyri heimaliðið, sum var greitt
omaná, inntil Rógvi Poulsen eitt
korter undan leikloki minkaði um
munin, og so var tað heilt spenn
andi síðsta korterið.
– Vit vunnu fyrra dystin í ár, og
seinna dystin í fjør á heimavølli
ímóti HB vunnu vit 30. Tí halda
vit okk um hava takið á teimum her
norð uri, og vit fara eftir sigrinum
hesa ferð, sigur ÍF toppskjúttin
Øssur Dalbúð.
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 HB
25
14
6
5
45
30
+15
48
2 EB/Streymur
25
12
9
4
58
29
+29
45
3 NSÍ
25
13
6
6
50
30
+20
45
4 Víkingur
25
11
7
7
41
32
+9
40
5 ÍF
25
11
7
7
46
38
+8
40
6 B36
25
10
7
8
41
33
+8
37
7 B68
25
7
7
11
38
44
-6
28
8 B71
25
5
8
12
23
52
-29
23
9 FC Suðuroy
25
5
7
13
33
51
-18
22
10 AB
25
1
8
16
26
62
-36
11
Føroyska Vodafonedeildin
Uni Holm Johannesen
Leingi sá tað svart út. Men nú
tað resta tvey umfør, er bjarg
ingin hjá FC Suðuroy bara eitt
stig burtur. Fýra stig eru komin
til høldar tvær tær seinastu
ferðirnar, og um tað eydnast at
vinna eitt stig meiri burturúr
tveimum teimum síðstu um
førunum, enn tað eydnast
sand oy ingum at vinna, so fara
suður oyingarnir eisini í 2011 at
spæla í bestu deildini.
Hjá FC Suðuroy er Heini
Bech leikbannaður hesa ferð,
og Martin Tausen er tøkur aft
ur eftir leikbann.
Víkingur spælir framvegis
fyri
europeiskari
luttøku.
Hesa ferð er vong verjin í høgru
Sverri Jacobsen leikbannaður.
– Um tað eydnast okkum
at vinna á Vágseiði, so kann
tað fara at laga seg soleiðis, at
tað í síðsta umfari í Sarpugerði
verður finala um europeiskt
pláss, tá ið ÍF kemur at vitja.
Tað hevði verið fínur endi á
kapp ingar árinum hjá okkum,
stað festir
Jógvan
Martin
Olsen, venj ari hjá Víkingi.
Vodafonedeildin, 26. umfar
Allir dystirnir verða spældir sunnudagin 17. oktober 2010, kl. 14.45
ÍF - HB: í Fuglafirði Lars Müller
B36 - nsÍ: í Havn Eiler Rasmussen
B71 - EB/streymur: á Sandi Páll Augustinussen
FC suðuroy - víkingur: í Vági Ransin Djurhuus
B68 - aB: á Toftum Petur Reinert
1. deild, 27. umfar
Allir dystirnir verða spældir leygardagin 16. oktober 2010, kl. 14.30
HB - FC Hoyvík: í Havn Dagfinn Olsen
tB - nsÍ: á Sevmýri Ransin Djurhuus
KÍ - B68: í Klaksvík Bárður Mortensen
07 vestur - víkingur: í Sørvági Rói Jacobsen
EB/streymur - aB: í Streymnesi Alex Troleis
Vónin
er kveikt
í Vági
Vodafonedeildin Eftir
heimasigurin á toftamonnum
hevur FCSuðuroy møguleika at
lyfta seg nærri bjargingini, tá
ið Víkingur kemur at vitja
savnsmynd
Dystir um vikuskifti:
Tað kókar
í Fuglafirði
Vodafonedeildin
Tá ið HB sunnudagin
hevur møguleika at
leggja lunnar undir
enn eitt FM heiti,
hava fuglfirðingar
møguleika fyri
fyrstu ferð at lata
dyrnar upp fyri sær
sjálvum út í Europa
Skaðalistin er langur undan
hvørjum umfari, men tað plagar
at hiln ast væl við fólki hjá HB, tá
ið tað stendur á.
Síðuspælararnir Rógvi Poulsen
og Símun Samuelsen hava verið
sera týdningarmiklir í ár. Símun
Samuelsen var væl upplagdur
týskvøldið
á
Svangaskarði.
Spenn ingurin í HB er nú, um
hann verður førur fyri at spæla í
Fuglafirði. Tað er hælsinan, sum
tað er galið við.
Rógvi Poulsen hevur ikki vant
saman við hinum tvær tær sein
astu vikurnar. Hann hevur runn
ið fyri seg sjálvan, men teir vóna
tað besta.
Umframt Símun hava Fróði
Benja minsen, Hendrik Rubeksen
og Tórður Thomsen verið upp
tiknir av landsliðnum. Fróði og
Hendrik fara at spæla sunnu
dagin. Um Tórður Thomsen verð
ur millum stólparnar er meiri
ivasamt. Tá ið hann var sjúkur
her fyri,
setti
Julian
Hansen
Marcin Dawid í málið, og hann
hev ur staðið seg væl.
uni@sosialurin.fo
HB haltar
spenningur
HB hevur mangan havt tað trupult í Fuglafirði
Mynd: Álvur Haraldsen