fríggjadagur 15. oktober 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 15. oktober 2010
5
VIKUSKIFTI
loysingina frá Bretlandi kravdi so høga
leigu frá bretsku herflotastøðini á oyn
ni, at bretar valdu at rýma. Jú, Malta
hev ur roynt at ganga egnar leiðir, men
um aldarskiftið vildi samfelagið ganga
í takt við tey stóru inni í Evropeiska
Sam veldinum, og í 2004 fekk tjóðin
ESlimaskap.
Malta hevði eina serstøðu hjá
teimum sam eindu undir seinna
heimsbardaga. Av fortovskaféini í
Republic Street eru bara fáir metrar
yvir til loyniligu, strateg isku, høvuðs
støðina hjá teimum sam eindu í Mið
jarð ar havinum undir seinna heims
bardaga, sum fyri stuttum varð latin
upp fyri almenninginum. Støðan
hjá Malta mitt í Miðjarðarhavinum
og stóra, bretska herstøðin í Valletta
gjørdu høvuðsstaðin til eitt bumbumál
hjá týsku og italsku hermegini. Hóast
bumbur nar regnaðu yvir býin fyrstu
krígs árini, sæst aldargamla søgan hjá
Val letta framvegis allastaðni í býar
mynd ini.
Líka til sjeytiárini var maltesiski
høvuðs staðurin ein býur, týðuliga
merkt ur av vertshús og skøkjulevnaði,
sum kom í kjalarvørrinum av bretsku
her monnunum á oynni og sjómonnum.
Men í sjeytiárunum flutti ein rættuliga
stór ur partur av fólkinum úr býnum, og
fram vegis eru nógv tóm hús í Val letta.
Hetta gevur møguleikar fyri til flytarar
og onnur, sum vilja royna eydnu na í
Val letta, og tað í eini tíð, har myndug
leik ar nir gera stórar íløgur í at fríðka
býin.
Joanna Delia og Henry Margeir
Peter sen hava tikið kjansin og sett føtur
undir egið borð í hjartanum av elsta
býar part inum í Valletta.
Ja, her er eitt sindur at taka hond
ina í, siga tey skemtandi, tá vit stíga
innar í 400 ára gomlu húsini hjá teim
um.
Húsini eru høg og smøl, fastbygt er
til báðar síður, og stinga tey seg fimm
hædd ir upp í loft. Jú, nógv er at gera
við húsini, onkustaðni má farast við
stiga millum hæddirnar, meðan tey
íð in greiða frá sínum ætlanum. Viður
og timbur verður at kalla ikki brúkt á
hes um breiddarstigum, so múrsteinar,
grót og sement verður álitið í teirra
byggi ætlan. Komin upp á terassuna á
fim tu hædd taka vit eitt tørn afturat,
heilt upp á takið.
Sólin stendur høgt á himli yvir Val
letta henda seinnapart í september,
hit in er um 30 stig, og spegilsklári
sjógv ur in í stórsligna havnalagnum
verður bara brotin av skipunum, ið
stev na út og inn. Havnin í Valletta er
eitt natúrligt mál hjá flestu cruise skip
um í Miðjarðarhavinum, og hvønn dag
vit ja fleiri av hesum havsins ris um bý
in. Av takinum síggja vit eisini yvir á
niðurløgdu, bretsku her flota støðina,
sum í dag verður nýtt til films fram
leiðslu.
Hetta er eitt stórt projekt fyri okk
um, og tað fara helst at ganga fleiri ár,
áðr enn vit eru komin á mál og hava sett
øll húsini í stand. Men tað er spennandi,
og vit kunnu ikki siga annað enn at vit
búgva væl fyri, sigur Henry áðrenn vit
leita okkum niður aftur av takinum.
Flogbrúgv setir ferð á
Tað er enn eingin standmynd av Michael
O’Leary á Malta. Men karismatiski
stjór in í lágprísflogfelagnum Ryanair
fær smílini fram á teimum flestu, tá
Framhald á
næstu síðu...
Tað var kærleiki við fyrsta eygnabrá,
tá Joanna Delia og Henry Margeir
Petersen hittust til veitslu í
Valletta fyri einum ári síðani
Mynd: privat