fríggjadagur 15. oktober 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Skal tú trúgva fjølmiðlunum,
er rættilig kreppa í Fólka
flokk inum, og formaðurin
missir meiri og meiri álit
fyri hvønn dag sum gongur.
Hetta skilir fyrrverandi for
maðurin, Anfinn Kallsberg,
tó einki av.
– Eg havi fylgt við í miðl
unum og havi hoyrt, hvat
har hevur verið sagt, men
vit skulu minnast til, at
Fólkaflokkurin er saman
sett ur av tingfólkum, ið eru
ógvu liga sjálvstøðug og hava
eina ógvuliga sjálvstøðuga
meining. Og vit hava altíð
megnað innanflokka at sam
an sjóða hesar sjálvstøðugu
meiningar og umboðað flokk
in úteftir sum ein maður,
sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at tá tað ikki
eydnaðist nú, so er tað for
maðurin, ið fær skuldina, og
tað skilir hann einki av.
– Tað er púra og aldeilis
burturvið, tí vit hava ein
serstakliga góðan formann,
sum dugir væl at skipa fyri
og er sera semjusøkjandi
og dugir væl at síggja, hvar
hann skal finna konsensus.
Tí haldi eg, at tað er púra
ógrund aður
kritikkur
av
for manninum, sigur Anfinn
Kalls berg.
Stjórnarberandi
Hann viðgongur tó, at tað
hevur sína ávirkan, at Poul
Michelsen nú er farin úr
flokkinum.
– Sjálvandi merkist tað, at
vit fyrr vóru sjey tingmenn,
og nú eru vit seks, og tað er at
harmast um, at vit nú eru ein
færri. Eg eri sera keddur av, at
Poul Michelsen hevur valt at
fara úr flolkkinum, hann hevur
sínar avgjørdu meiningar, men
tað er ikki øðrvísið, enn aðrir
limir í flokkinum hava, sigur
Anfinn Kallsberg.
Hann heldur, at taka eitt
so drastiskt stig, sum Poul
Michelsen hevur gjørt, er
eitt sindur ógjøgnumtonkt.
Og hann heldur ikki, at hann
sjálvur hevði handfarið støð
una øðrvísið, enn sitandi for
maður.
– Nei, tað haldi eg als
ikki. Tað hava eisini verið
rembingar í Fólkaflokkinum,
meðan eg havi sitið sum
formaður, og tað er einki at
siga til. Tú skal minnast til,
at vit hava sitið sum stjórn
arberandi flokkur líka síðani
1996, og tað vil so vera, at tá
tú samstarvar við flokkar við
so øðrvísið hugsjónum, so
verður tú noyddur at ganga
upp á kompromis, sigur
Anfinn Kallsberg.
Hann heldur tí, at tað,
sum kemur fram nú, meira
eru frustratiónir, ið stava
frá, at Fólkaflokkurin hevur
veirð í samstarvi við aðrar
flokkar so leingi.
– Men tað sær út til, at
tað als ikki ber til at stjórna
Føroyum, uttan at Fólka
flokkurin er við, og tað
kemst av, at vit higartil hava
klárað at funnið tey kom
promis
innanfloks,
sum
skulu til, og har haldi eg, at
okkara verandi formaður er
heilt framúr, sigur Anfinn
Kallsberg.
Eingin ónøgd
Komið er fram í fjølmiðlunum,
at fleiri finnast at háttinum,
sum formaðurin í flokkinum
verður valdur upp á, men
heldur ikki her sær fyrr
verandi formaðurin nakran
vanda.
– Nei, eg skilji heldur
ikki tann kritikkin. Minsta
krav til at vera ting ella
landsstýrisfólk er, at kenna
lógirnar hjá flokkinum, og
tað var mitt í 90unum, at
lógin fyri flokkin varð broytt
til, at tað nú er tingmanning
floksins, ið velur formannin
beinleiðis millum ting og
landsstýrismanning floksins,
sigur Anfinn Kallsberg.
Fólkaflokkurin valdi sín
formann undan tað, eins og
hinir flokkarnir gera, og hann
heldur, at hinir flokkarnir
nú øvunda Fólkaflokkinum
teirra skipan.
– At skipanin blev broytt
er stutt sagt tí, at hetta er
ein ógvuliga praktiskur og
demokratiskur máti at gera
tað upp á. Vit hava eina
floksleiðslu sum er sam an
sjóðað av formonn unum í
ymsu valfeløgunum kring
landið, og einum umboði, ið
verður valt av aðalfundinum,
og hartil koma so ting og
landstýrisfólkini, sum til
samans eru í einari rættiliga
stórari starvsnevnd, sigur
Anfinn Kallsberg.
– Hetta forum velur so sjey
limir, harav tingmanningin
velur teir tveir, har annar er
formaður, tað hevur verið
ásett í lógini og hevur verið
galdandi seinastu 1520 árini,
sigur Anfinn Kallsberg.
Hann avvísir staðiliga,
at hann hevur merkt nakra
ónøgd í flokkinum við for
manninum.
– Vit høvdu so seint sum
fyrradagin fund í flokk
inum har ting og lands
stýrismanning var savnað,
og har hvørki hoyrdi ella
merkti eg nakað til nakra
ónøgd við verandi formann,
sigur Anfinn Kallsberg.
Skilir ikki
kritikk av
Jørgen Niclasen
Politikkur Anfinn Kallsberg skilir ikki kritikkin av
formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen. – Hann er
semjusøkjandi og finnur kompromisir, og vit kundu ongan
betri formann havt, sigur fyrrverandi formaðurin
Leo Poulsen
Fyrradagin kom fram,
at Kringvarpið hevur
tik ið
avgerð
um,
at
senda ein tíðindamann
til Afganistan at dekka
stríðið
í
landinum.
Spurn ingurin var so,
hví tað er neyðugt við
ein um tíðindamanni í
fjar skotna
landinum
at dekka tíðindi, sum
altjóða
tíð inda stovur
framm an undan dekka.
– Tað redaktionella
valið liggur á tíðinda
deild ini, men tað, sum
sjálvandi er áhugavert
er, at uppliva kríggið við
før oyskum eygum. Tað
er ein før oyingur har
niðri, og tað halda vit
er ógvuliga áhuga vert.
Gjøgnum
ríkis felags
skapin eru vit jú í kríggj,
sigur
Annika
Mittún
Jacob sen, stjóri í Kring
varp inum.
At tað so júst gjørdist
Afganistan, sigur Annika
Mittún Jacobsen vera
eitt redaktionelt val.
Tað finnast jú før oy
ing ar, sum liva í vanda
hvønn einasta dag aðra
staðni enn í Afganistan.
Til dømis løgreglumenn
mitt í bandastríðnum í
Keypmannahavn,
ella
sjómenn í sigling framvið
Somalisku strondini.
– At tað júst gjørdist
Afganistan kemst helst
av, at vit kunnu gera tað
saman við øðrum á ein
tryggan hátt. Júst hvat
liggur til grund fyri tað
redaktionella valið, dugi
eg ikki at sigur, sigur
Annika Mittún Jacob sen.
Saman við Dimmu
Eitt, sum kanska undrar
mangan
lurtara
og
hyggj ara, er raðfestingin
av peng unum hjá Kring
varp inum. Eitt nú eru
ikki ráð at senda lands
dystirnar hjá Føroyum á
útivølli, tað eru ikki ráð
at nøkta føroyska tíð
indamarknaðin á full
góðan hátt, men kortini
hevur Kringvarpið ráð
at senda tíðindafólk til
Afganistan.
– Vit hava ikki ráð til
alt, og tí mugu vit rað
festa, og í hesum førinum
hava vit mett tað hava
týdning at verða við á
einum marknamóti, har
tað er kríggj, og síggja
tað við føroyskum eyg
um, sigur Annika Mittún
Jacobsen.
Hon viðgongur, at
vit uttan mun til høvdu
sæð alt kortini, men
mett verður altso, at
pengarnir eru væl nýttir
til einar føroyskar brillur
í Afganistan.
Almenna Kringvarpið
hevur í hesum føri valt
at ganga hond í hond
við ein annan privatan
føroyskan miðil, men
Annika Mittún Jacobsen
dugir ikki at siga, hvussu
tað samstarvið er komið
í lag.
– Nei, tað veit eg ikki
nágreiniliga, men or
søkin til at vit fara inn
í eitt samstarv í hesum
føri er eisini, at vit so
kunnu útføra uppgávuna
til ein rímiligan penga,
sigur
Annika
Mittún
Jacobsen.
Ráð til
Afganistan
men ikki
Føroyar
tÍÐiNDA FlutNiNGur – Tað
er ein redaktionell avgerð
at senda tíðindafólk til
Afganistan, og tað verður
gjørt fyri at fáa ein føroyskan
vinkul upp á stríðið har, sigur
Annika Mittún Jacobsen.
Annika Mittún Jacobsen
heldur tað vera rímiligt,
at brúka pengar upp
á einar føroyskar
brillur í Afganistan
Fyrrverandi formaðurin í Fólkaflokkinum avvísir, at
nøkur ónøgd er við verandi formann Jørgen Niclasen
oNGiN óNøGD