Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 15. oktober 2010 6 VIKUSKIFTI prátið kemur inn á ferðavinnu, ferða­ sam band og kostnað. Ryanair hevur snøgt sagt givið Malta luft und ir veingirnar, felagið hevur gjørt risa íløgur í floghavnina á oynni, og hevur hvørja viku 120 fráferðir til og av Malta til 20 býir í Evropa. Prísurin fer ongantíð hægri enn nakrar fáar hundr­ að krónur. Eg lovi at flyta tykkum eina milli­ ón ferðandi til Malta um árið, skal O’Leary hava sagt í samráðingunum við maltesisku myndugleikarnar í vár, og hetta lyfti sæst aftur í ferðavinnuni, sum er høvuðsvinna á Malta. Onnur lág prís feløg hava somuleiðis sæð møgu leikar í Malta, og turru tølini yvir ferð andi um floghavnina stuðla undir smíl ini hjá mongu maltesarunum, ið liva av ferðavinnuni. Fyrstu tríggjar árs fjórð ingarnar í ár fóru 2,6 milliónir fólk um einastu floghavnina á oynni, og hóast altjóða fíggjarkreppan hevur rakt ferðavinnuna nógvastaðni, so er ferða fólkatalið á Malta økt millum 15 og 19 prosent í summar, sammett við fjør summar. Eisini Joanna og Henry fegnast um møguleikarnar, sum bíligu ferða seðl ar­ nir hjá lágprísfeløgunum geva. ­ Ímynda tær at fara ein svipp til ein evropeiskan stórbý fyri nakrar fáar hundrað krónur. Vit búgva í ein um lítlum oyggjasamfelag, men eru kort­ ini so nær við umheimin, at vit uttan stór vegis kostnað kunnu uppliva stór­ b ý ir og onnur spennandi støð. Tað ger tað nógv meira áhugavert at búgva her, siga tey bæði í ein munn, og byrja í sama andadrátti at fortelja um ferðina til Venedig herfyri. Hetta tykist vera breiða fatanin mill­ um manna. Bøtta og bíliga ferða sam­ band ið hevur av álvara fingið hjól ini at mala skjótari, og tað merkist alla­ stað ni hjá teimum, sum hava nakað við ferðavinnu at gera ­ tað veri seg á gistingarhúsunum, matstovunum, teim um sum skipa fyri útferðum, hýru vogns førarum og so framvegis. Ella, sum ein smílandi hýruvognsførari tók til tann eina dagin: Ryanair gevur mær ovmikið av arbeiði og harvið góða inn tøku, og so fái eg eina bíliga feriu uttan lands omaná tað heila. Riddari í Valletta Henry hyggur at klokkuni. Hann hevur eina avtalu við eitt filmsframleiðslulið, sum vil hava statistarnar til ein kom­ andi spælifilm at møta upp og royna bún ar nar. Malta er tiltikið fyri sítt góða og støðuga veðurlag, her skínur sól in 250 dagar um árið, og tað gevur films­ framleiðarum best hugsandi ar beiðs­ um støður. Síðani sjeytiárini hevur films­ og lýsingarvinnan nýtt Malta til upptøkur, og millum ár og dag eru ikki so fáir Hollywood filmar tiknir upp á Malta. Av teimum kendastu kun nu nevnast stórfilmar sum “Greivin av Monte Cristo”, “Gladiator” og “Alex­ and er.” Javnan verða heilir býlingar broytt ir, pyntaðir og brúktir til leik tjøld í einum filmi, og ikki so sjálvdan upp­ liva íbúgvarnir herflogfør í “bardaga” í maltesiska loftrúminum ella stór sjó­ ræn ara­ ella krígsskip á vágni. Og enn minn ast mong maltesisk kvinnuhjørtu aft ur á, tá Orlando Bloom og Brad Pitt spák aðu í gøtunum í fríløtunum millum upp tøkurnar til “Troy”. Virksemið hjá films vinn uni kastar eisini væl av sær til mal tes iska samfelagið, bæði í umrøðu og virksemi – og so eru eisini fitt av fólki knýtt at feløgunum, sum útvega film s lið un um statistar. Tað gongur skjótt fyri seg við bún­ un um, og ein tíma seinni er Henry til nevndur riddara. Ein treyt er tó, at hann letur rakiknívin liggja og skeggið vak sa til upptøkurnar, sum fara fram um nakrar vikur. ­ Tað er ótrúliga stuttligt at vera við og á henda hátt fáa eitt sindur av innlit í filmsframleiðslu og hvussu arbeitt verð ur, sigur Henry, sum er fastur fúsur sum statistur, hvørja ferð boð eru eftir hon um. Higartil er tað blivið til tríggjar leik­ lut ir, tvær ferðir í filmsframleiðslu og einaferð til eina lýsing. Frískt fyri eina fimmkrónu Tey flestu, sum hava vitjað sunnaru breidda rs tigini, munnu minnast aftur á fríska grønmetið og fruktina, ið seta sín serliga dám á máltíðirnar. Í so máta er Malta eitt Mekka. Sunnumorgnar plaga Joanna og Henry at leita sær teir fáu kilometrarnar til havnabýin Marsaxlokk, ið er tiltikin fyri sín festa fisk, grønmeti og frukt. Á marknaðinum ber til at keypa tær frískas tu vørurnar fyri ein bíligan penga. ­ Tað er sera hugnaligt at fara á torgið sunnumorgnar, og góðu rá vør­ ur nar gera tað eisini sera hugaligt at mat gera, siga tey bæði við ein munn. Kostnaðarstøðið er rímuligt á Malta, tað er bíligt at búgva og liva á oynni, og sjálvt frískastu vørurnar fáast fyri lít ið og lætt á torginum. ­ Hetta er absolutt eitt stórt pluss við at búgva á Malta. Eisini er Valletta ein sera áhugaverdur býur við nógvari ment an og list, og fólkið er sera fitt og frynt ligt. Og so ger tað ikki støðuna verri, at her eru 250 sóldagar um árið at njóta góðu strendurnar, sigur Henry. Áðrenn kambsdalsbúgvin flutti til Malta, búði hann útvið fýra ár í Dan­ mark. ­ Tað, sum mær mest leingist eftir í Føroyum eru vinir og familja, og onkun tíð eru grønu fjøllini í huganum. Men eg fór uttanlands fyri at víðka sjónar ring in, og tað geri eg so avgjørt her á Malta, leggur hann afturat. Tað er langt av dalinum innanfyri Varma keldu eiði suður til vermandi keldur nar í Valletta. Joanna og Henry vóru fyrstu ferð í Føroyum saman í sum mar, og eisini fáa tey javnan vitj­ an av familju og vinum heimanifrá. Har aftur at gevur internetið góðar møgu leik ar at fylgja við í føroyska sam felag num. ­ Eg má viðganga, at í løtuni havi eg trupult at ímynda mær, at vit búseta okk um í Føroyum, sigur Henry og legg­ ur við einum skálkabrosi afturat: ­ Men føroyingur fer man altíð at vera. Úr 400 ára gomlu húsum sínum í hjartanum av elsta býarpartinum í Valletta hava Joanna og Henry útsýni yvir vakra havnalagið, ið ferðafólkaskipini dagliga vitja á síni ferð í Miðjarðarhavinum Myndir: privat