fríggjadagur 15. oktober 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 15. oktober 2010
11
VIKUSKIFTI
Tú kom aftur á landsliðið til dystirnar
móti Slovenia og Norðurírlandi,
eftir at tú hevði sagt liðnum
farvæl, kunnu vit síggja teg aftur á
landsliðnum í einari neyðstøðu?
Tá skal talan verða um eina
neyðstøðu. Annars ikki.
Tú ert róstur upp um skýggja fyri
tín innsats móti bæði Slovenia og
kanska serliga móti Norðurírlandi,
gevur tað ikki blóð á tonnina?
Nei, slett ikki, heldur hinvegin, tað gevur
mær góða samvitsku at gevast.
Um tú hugsar aftur á landsliðstíðina,
hvat metir tú so sum tín besta dyst?
Tað var á útivølli móti Litava, eg haldi
tað var í 99. Vit spældu 0-0.
Hvat er tín mest skuffandi
fótbóltsuppliving?
Tað er niðurflytingin við KÍ í fjør.
Eitt stig móti Norðurírlandi er gott
úrslit, men hvat metir tú sum besta
úrslitið, tú hevur fingið á landsliðnum?
Tað má vera 2-1 sigurin á Litava í fjør.
Føroyar hava higartil fingið eitt
stig í undankappingini, hvat skal
til fyri at tú metir kappingina vera
nøktandi fyri føroyska landsliðið?
Í hvussu er at tey tapini, vit kunnu vænta, ikki
verða ov stór, men at vit kunnu minka munin
niður í eitt og tvey mál. Hartil havi eg vónir
um, at vit kunnu fáa trý stig móti Estlandi, og
fáa vit tað, hevði eg hildið tað verið nøktandi.
Hvat er tín
besta fótbólts
uppliving
nakrantíð?
Tað má nokk vera
meistaraheitið
við Herfølge
í 2000.
Tú hevur leikt undir fýra
landsliðsvenjarum, hvør er
størsti munurin á teimum?
Fyrst hevði eg Allan Simonsen, og tað var
ógvuliga stórt at spæla undir honum, tí hann
var ein so stór persónligheit, og mann vildi
fegin vísa nakað fyri honum. Síðani kom
Hendrik Larsen, og hann skapti ein ógvuliga
postivan stemning. Hann var ein ógvuliga fittur
fýrur, og hjá honum var tað ikki so stívt, sum
hjá Allan og Jógvan Martin. So kom Jógvan
Martin Olsen, sum var ógvuliga grundigur, men
tá kendi mann seg nógv tættari at venjaranum,
meðan tað við Allan var ein ávís frástøða.
Jógvan Martin var eisini ógvuliga sterkur
taktiskt, men tú fekst diskuterað tingini við
hann, tí tú vart tættari upp á. Nú hava vit so
fingið Brian Kerr, sum minnir eitt sindur um
Allan Simonsen. Hann er kanska tann mest
professionelli av teimum øllum, og hevur tilført
eina professionalismu inn í landsliðshópin.
Hann setur ógvuliga stór krøv til bæði hópin
og til umstøðurnar, alt skal vera í lagi.
Frá tú byrjaði á landsliðnum
fra til í dag, hvørja menning
hevur tú merkt á liðnum?
Tað er eitt sindur trupult at svara upp
á. Eg haldi, at yvirhøvur er fótbólturin
rættiliga nógv mentur í Føroyum. Eg
haldi, at liðið spælir nógv betri í dag, enn
tá vit byrjaðu fyri 20 árum síðani.
Tú spælir í ár við ÍF, komandi ár
verður KÍ í Vodafondeildini aftur, hvar
verður tú at síggja komandi ár?
Eg havi ikki rættiliga tikið støðu til enn, um eg
haldi fram at spæla ella ikki, men eg dugi illa
at ímynda mær, at eg verið at finna á KÍ-liðnum
komandi ár, tí teir hava góðan málmann.
Jákup Mikkelsen
Meistaraheitið
við Herfølge størsta upplivingin
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
JáKUp MiKKElSEN var kallaður inn sum bJargiNgarMaðUriN til dystirnar móti slovenia
og norðurírlandi, nú gUNNar NiElSEN var skaddur. og serliga móti NorðUrÍrlaNdi
vísti hann seg sum ein rættan bJargiNgarMaNN. men vit skulu ikki vænta at síggja hann
aftur á føroyska laNdSliðNUM – uttan so, at talan verður um eina NEyðSTøðU
Kunnu vit fáa trý
stig móti Estlandi, er
kappingin nøktandi