fríggjadagur 15. oktober 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
12
Sosialurin
Svenning Tausen hevur
í nógv ár havt stóran
áhuga fyri, hvussu før
oysk fjølmiðlafólk orða
seg í skrift og talu.
Hann segði í viðtalu við
Dimmalætting fríggja
dagin tann 3. au gust í
2007, at føroysk tíðinda
fólk duga ov illa føroyskt
mál, og at tey ótilvitað
hava ringa ávirkan á
mál burðin hjá vanliga
før oynginum.
– Eg meti, at føroy
ing ar duga eins væl sítt
móðurmál,
sum
fyri
2030 árum síðan. Men
tað kann ikki dyljast,
at Kringvarp Føroya og
bløðini ávirka fólk tann
skeiva vegin. Tað hevur
Útvarp Føroya gjørt hesi
fimmti árini, tað hevur
verið, og nógv verri, síð
an Niels Juul Arge fór
frá sum útvarpsstjóri.
Eg veit, at Niels Juel
Arge og Ívar Iversen
gjørdu nógv burturúr
at vegleiða útvarpsfólk.
Fjølmiðlafólk mugu læra
seg at brúka orðabók,
segði hann við blaðið.
Brot úr hugleiðingunum
hjá Annfinni í Skála í
grein á heimasíðuni hjá
Sprotanum:
»Lat meg siga eitt
fyrst, fólk halda, at før
oyskt ikki kann nýtast
í øllum lutum, at tað
er ov fátækt, tungt og
tvørligt, og at ikki ber
til at festa á blað alt tað,
sum er neyðugt í nútíðar
samfelagi. Tað er í roynd
og veru ikki rætt, tí tað,
ið er stóra problemið
føroyskum viðvíkjandi,
er, at vit snøgt sagt ikki
duga føroyskt nóg væl.
Frálæran í føroyskum
er við øðrum orðum ikki
nóg holl, og vit verða
so
sanniliga
held ur
ikki stuðlað til at duga
føroyskt, tá ið vit lesa
tað, ið skrivað verð ur á
før oysk um, tí skriv andi
fólk gera sær ongan
ómak. Her hugsi eg
serstak liga um fjøl miðla
fólk okkara. Hvar eru
Ívar, Niels Juel, Oskar,
Axel og Jóhann Hendrik
nú? Stórar saknur er í
teimum.«
Uni Holm Johannesen
Ívar Iversen tekur undir við
Annfinni í Skála.
– Nei, føroysk fjølmiðlafólk
vanda sær ikki serliga væl
um málið, sigur maðurin við
eyðkendu og týðiligu røddini,
sum í fleiri áratíggju las
tíðindini í Útvarpi Føroya.
Annfinnur í Skála hug
leiðir í grein á heimasíðuni
hjá Sprotanum um málburðin
hjá føroysku fjølmiðlafólkum.
Hann er ikki bergtikin:
»Nú hava vit nógvar og
al samt vaksandi tal av bók
um á føroyskum, vit hava
tríggjar útvarpsræsur, og
um stutta tíð hava vit kanska
eisini tvær sjónvarpsræsur.
Harumframt hava vit tvey
rættiliga stór bløð, men synd
hevði verið at sagt, at nøk ur
málmenning er farin fram,
heldur tvørturímóti. Dastið
av fjølmiðlafólkum okkara
ger sær lítlan ómak, tá ið
tað snýr seg um at skriva
ella tosa føroyskt. Hend an
líkasæla
føroyska
mál in
um viðvíkjandi, er vorð in
eitt mígandi hart rák, sum,
eg, ið hvussu er, haldi, fer
at fáa óhepnar, ja syrgiligar
málsligar avleið ingar,« skriv
ar Annfinnur í Skála.
Ívar Iversen er málvinur
sum fáur. Hann hevur tænt
føroyska málinum ómetaliga
væl í fleiri enn 50 ár. Sum
fjølmiðlamaður dugdi hann
væl at taka til.
Ívar Iversen heldur, at
fjøl miðlarnir leggja ikki so
stóran dent á at málbera seg
rætt.
– Eg skal ikki siga, at or
søk in er beinleiðis líkasæla.
Men fjølmiðlafólkini duga
ser liga illa at benda, og tey
brúka stundum skeivar fyri
setingar, sigur Ívar Iversen.
Løgtingsfólk talaðu at
Útvarp Føroya fór at senda
í 1957. Tá byrjaði somuleiðis
eitt nýtt tíðarskeið í føroyska
fjølmiðlaheiminum. Beinan
vegin varð gjørt av, at alt til
farið skuldi vera á føroysk
um.
Og nógv varð lurtað eft
ir útvarpinum. Tað gav før
oyska málinum munandi
betri møguleikar at menna
seg, tí nú slapp tú fyri fyrstu
ferð at hoyra tíðindi á før
oysk um.
Tað vistu Ívar Iversen og
hinir, sum starvaðust í Út
varpinum. Tað var mangan,
at løgtingsfólk ringdu til út
varpsmenninir og gjørdu
vart við, at málsliga var
ymiskt komið skeivt skeivt.
– Vit vóru nærlagdir við
føroyska málinum, tí ann
ars vóru vit flongdir, skemt
ar hann, og leggur dent á
týdningin, sum málburðurin
hevur í føroysku loftmiðl un
um.
– Tað er serliga í Út varp
inum og Sjón varpinum, at
fjølmiðlafólkini mugu gera
sær ómak. Fólk hugsa meira
um málburðin, tey hoyra í
loftmiðlunum, enn skrivaða
málið í bløðunum. Tað setur
seg onkursvegna fastari í
minnið, sigur Ívar Iversen.
Hann byrjaði í Útvarpin
um í 1960 og fór frá fyri aldur
í 1998.
Tøknin eingin
umbering
Tíðindi á føroyskum verða
varp að út sum ongantíð áð
ur.
Í útvarpi, sjónvarpi, bløð
um og á alnetinum er tað
nýggjasta til taks so at siga
allan dagin.
Fjølmiðlafólkini
eru
und ir støðugum trýsti fyri
at fáa alt út. Men tað er
eing in umbering fyri mál
burðin, heldur Ívar Iversen.
– Tað eigur ikki at ávirka
mál burðin, tí tú hugsar og
skrivar á føroyskum. Tú
verð ur heldur ikki kønur í
føroyskum máli eftir einum
degi. Menningin stendur við
alt lívið, sigur Ívar Iversen,
sum leggur doyin á, at øll
heimsins mál broytast við
tíðini.
Hann vísir eisini á, at
møguleikanir hjá fjølmiðl
unum eru betri í dag. Orða
bøkur vóru ongar at hella seg
til fyrr, og tí noyddist tú at
ringja og spyrja teir málkønu,
um tú ivaðist í onkrum.
– Uttan at vita tað við
vissu, so tykist tað sum, at
fjøl miðlafólk duga ov illa
at nýta allar teir hentleikar,
sum nú eru til taks at læra
seg gott mál, sigur Ívar Iver
sen.
Løgtingsmenninir
talaðu at
Mál í MiðluM – Eg veit tað ikki við vissu, men tað tykist sum duga
fjølmiðlafólk ikki at nýta allar hentleikar, sum nú eru tøkir at læra
seg gott mál. Tað sigur Ívar Iversen, sum minnist, at løgtingsmenn
talaðu at, um hann ikki brúkti rættan málburð sum útvarpsmaður
Ávirka fólk
skeiva vegin
Stórur saknur
í teimum
málkønu
Annfinnur í Skála sigur, at saknur er í Ívari
Iversen og øðrum í føroyskum fjølmiðlunum
– Eg skal ikki siga, at orsøkin er beinleiðis líkasæla. Men fjølmiðlafólkini duga serliga
illa at benda, og tey brúka stundum skeivar fyrisetingar, sigur Ívar Iversen
Málið
Saknur