fríggjadagur 15. oktober 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 15. oktober 2010
12
VIKUSKIFTI
google
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Andreas Ekstrøm eitur journalisturin,
ið hevur skrivað reportasjubókina
"Google- koden". Hann hevur vitjað
Google í Kalifornia og tosa við fólkið
aftan fyri eina av heimsins skjótast
veks andi fyritøkunum.
Skapanarsøgan hjá Google líkist
tí hjá nógvum øðrum KT-fyritøkum.
Nakr ir lesandi, ungir menn fáa eitt
hug skot og gerast milliarderar. Men
með an flestu aðrir selja fyritøkurnar
og liva gott av peninginum, so arbeiða
stovn ar ar nir Larry Page og Sergey Brin
enn á Google.
Tað var 1995 á Stanford Uni ver si-
tet i num uttanfyri San Fransisco, at teir
báð ir hittust og byrjaðu at arbeiða sam-
an. Googol, sum Google var kallað frá
byrj an, gjørdist til Google, tá ið onkur
stavaði navnið skeivt. Merkið varð
stovn sett í 1998.
Fyrstu trý árini tjenti Google ikki
eitt oyra - stovnararnir vónaðu bara,
at teirra skapanarverk fór at geva úrslit
fyrr ella seinni.
Fyri at gerast størri var neyðugt at
fáa meiri telduorku, og fyri at fáa tað,
vóru pengar neyðugir. Adam Bechtols-
heim eitur íleggjarin, ið gav teimum
báð um Larry og Sergey 100.000 dollarar,
og teir kundu keypa størri servarar.
Fyrstu fimm árini vaks Google við
400.000 prosentum. Google gjørdist eitt
sagn orð, at samanbera við at eta ella
at renna. Um nakar spyr okkurt, er tað
van ligt, at vit svara "googla tað", Og at
googla gera vit nógv - umleið 20.000
leiti ng ar um sekundið eru á Google.
Slagorðið hjá Google er "Don't be
evil", sum merkir umleið "Ver ikki ónd-
ur" - við tí vilja teir siga, at Google skal
vera ein góð fyritøka, ið ger heimin til
eitt betri stað at vera. Tað ljóðar sum
eitt gott slagorð, men hóast tað, finnast
nógv at Google og tí monopolið, teir
eru í ferð við at byggja á internetinum.
Høvundin til bókina "Google koden",
Andreas Ekstrøm, spældi við tankan at
skriva bókina uttan at nýta Google fyri
at leita eftir tilfari, hann gav upp - tað
bar ikki til. Hann kom eisini við hug-
skoti num um ein "Google-frían dag",
men sjálvur kiksaði hann longu kl 06:50
sama dag, tá hann lat Google-kaland ar-
an upp uttan at hugsa seg um.
Google er ein stórur partur av
okkara lívi á internetinum - størri enn
nógv av okkum hugsa um.
Egið busskerv
Høvuðsskrivstovan hjá Google eitur
Googleplex og er í Kalifornia. Har
starvast umleið 20.000 fólk. Tey hava sítt
egna busskerv, har ongin skal nýt ast at
ganga meira enn 800 metur til buss in. Tey
fáa ókeypis mat, kunnu lata síni klæði til
vaskaríið, og 20 prosent av ar beiðs tíðini
fer til egin projekt, ið ikki nýt ast at vera
fíggjarliga berandi, men ný skapandi.
Andreas Ekstrøm lýsir Googleplex
sum eitt universitetsøki, heldur enn eitt
arbeiðspláss. Klædningar eru ikki nógv ir
at síggja, og tað er komið fyri, at fólk eru
komin til arbeiðis í nátt klæð um.
Fyri nøkrum árum síðani var tað
sera óvanligt at nakar gavst á Google,
men síðani Facebook og Twitter eru
kom in, eru tað fleiri, ið hava valt
at byrja har ístaðin. Google hevur
skrivstovur í 30 ymisk um londum.
Størsta verkætlanin, ið nú er í gongd,
er Google Books. Ætlanin snýr seg um at
skanna allar heimsins bøkur inn og gera
tað gjørligt at finna tær á Google. Ljóð ar
kanska sum ein óveruligur dreym ur, men
er tað nakar, sum kann fáa tað at bera til,
er tað Google.
Soleiðis tjenar Google pengar
Adwords og Adsense. Soleiðis kallast lýsingarhættirnir hjá
Google. Felags fyri báðar er, at man skal gjalda fyri hvørt
klikk. Um lýsarin hevur ráð til 1.000 klikk fyri 2 krónur stykki,
hvørvur lýsingin, tá peningurin eru uppi.
Adwords er tað, sum kemur upp til høgru og sæst í gulum, tá
tú til dømis leitar eftir skógvum - tá koma lýsingar fyri skógvar
upp í teiginum til høgru ella er markerað við gulum.
Adsense ger, at allar heimasíður í heiminum kunnu gerast
lýsingarøki hjá Google. Við at klistra eina teldukotu inn á tína
heimasíðu síggjast lýsingar, sum passa til tína heimasíðu, har.
Tú fortjenar eitt sindur, um tú hevur nógv vitjandi, og Google
fortjenar sera nógv, tí milliónir og aftur milliónir av brúkarum
klistra hesa kotuna inn á sína heimasíðu.
Lýsingar við Adwords standa fyri 66 prosentum av
inntøkunum hjá Google og Adsense fyri 31 prosentum.
Restin - 3 prosent - kemur frá stórum fyritøkum, sum gjalda
eyka fyri at goyma data hjá Google.
-harradømi á internetinum
Eitt lítið, runt G til høgru á tínum teldUsKíGGja stýrir tær nógv mEira,
Enn tú ánar. Privata fyritøkan GooGle fær mEira og mEira vald á
InternetInUm, og sPurningurin Er, hvat hEndir tá Ein Einstøk fyritøka
stýrir alt mEira av okkara samsKIftI á nEtinum. vikuskifti hEvur lisið
"GooGle Koden" - og vit Eru Eitt sindur rædd, mEn Eisini Imponerað