fríggjadagur 15. oktober 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 15. oktober 2010
13
VIKUSKIFTI
Hetta gera vit við Google...
Vit senda teldupost við at nýta Gmail. Tænastan er ein tann
best umtókta í heiminum og ber til at goyma óavmarkað av
posti.
Vit blogga við at nýta blogger. Heimins størsti
bloggportalur, ið allar adressur við orðinum "blogspot" eru
knýttar til. Google keypti Blogger 2003 frá Evan Williams,
ið síðani hevur bygt Twitter.
Vit goyma okkara myndir á Picasa. Fyri at sleppa frá at
goyma myndirnar á egnari teldu ber til at sortera og goyma
myndirnar inni á Picasa.
Vit lesa og skriva við Google Docs. Trupulleikarnir við
ymiskum Word forritum, sum ikki tosa sama mál, eru
loystar við Google Docs, sum lesur øll tey ymisku forritini.
Vit finna runt við Google Maps. Kort yvir so at siga allan
heimin, sum eisini ber til at kobla saman við GPSaranum.
Vit læra okkum landalæru við Google Earth.
Fylgisveinamyndir av øllum heiminum - og mánanum- og
eisini Mars.
Vit hyggja eftir filmi á Youtube. Heimins størsta
sjónvarpsrás, har ein og hvør kann legga sín egna film út.
Nógvir fjølmiðlar, politikarar og artistar hava egnar rásir á
Youtube. Google keypti Youtube fyri 1,65 milliardir í 2006,
og heimasíðan er ein av teimum fáu, ið ikki bera seg.
Og vit nýta Google Translate, Google Code, Google Alerts,
Google Reader, Google Sites, Google History, IGoogle og
nógv, nógv meira. Listin gerst næstan longri fyri hvønn dag,
ið gongur.
Myndir: Google
Larry Page og
Sergey Brin
grundadu
Google 1998