fríggjadagur 15. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Eftir at embætisfólk og um
boð fyri føroyskt vinnulív
hava samráðst við Noreg,
ES og Ísland um býtið av
felagskvotuni
av
makreli
fyri 2011, er greitt, at eingin
semja fekst á hesum fyrsta
fundarumfarinum, sum var
í London mikudagin og hós
dagin í hesi vikuni.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiski vinnu
málum, sum ikki bein leið is
hevur luttikið í sam ráði ng
un um, sigur, at fundirnir
hesa ferð endaðu uttan, at
komið varð á mál.
– Eg havi skilt, at partarnir
hava tosað saman um at
hittast aftur í London seinni
í hesum mánaðinum.
Landsstýrismaðurin
vísir á, at áðrenn makrel
sam ráðingarnar
byrjaðu,
var fundur um kongafisk,
ið heldur ikki førdi til semju
millum londini, sum um
sita kongafiskaveiði í Irm
ingarhavinum og í altjóða
sjógvi norðanfyri.
–
Samráðingarnar
um
konga fiskin verða nú tiknar
uppaftur, og síðan verða
samráðingar um svartkjaft
og sild. Tá hesar samráðingar
hava verið, verður helst enn
ein roynd gjørd at finna
semju um býtið av felags
kvotuni av makreli.
Jacob Vestergaard sigur,
at allar hesar samráðingar
eru í London, og tær liggja
so mikið tættar, at føroysku
umboðini helst vera verandi
í London, til nýggjar makrel
sam ráðingar verða tiknar
upp aftur.
Langur vegur
– Eg havi skilt, at hóast sam
ráðingarnar um makrelin
ikki førdu á mál á hesum
sinni, hevur talan verið
um konstruktivari fundir,
enn vit annars kenna til í
makrelhøpi. Hetta halda vit
er positivt.
Spurdur, um Noreg og
ES kanska geva sær størri
far um føroysku ynskini og
krøvini, nú føroysk skip við
fiskiskapi av eginkvotu hava
prógvað, at nógvur makrelur
hevur verið í føroyskum
sjógvi, sigur hann, at okkurt
kundi bent á, at so er.
– Í ár er vísundaliga stað
fest, at makrelur gýtir víða
um í føroyskum øki, og eisini
hava vit fingið staðfest,
at nógvur makrelur kann
veiðast í føroyskum sjógvi.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at bæði Noreg og ES nú
munnu hava sæð skriftina á
vegginum og vita, at neyðugt
er hjá londunum at flyta seg,
um nøkur semja skal fáast í
lag millum strandalondini
um býtið av makrelinum.
– Sjálvandi vóna vit, at
komið verður á mál, men
lítið er at ivast í, at vegurin
til semju, sum allir partar
kunnu liva við, er langur og
trupul. Enn er alt ov tíðliga
at siga, hvussu leikur fer,
sigur Jacob Vestergaard.
Ísland skal við
Ísland hevur ongantíð ver
ið partur av stranda landa
sam starvinum um makrelin,
sum Føroyar komu við í fyri
góðum 10 árum síðan, men
seinnu árini hava íslendingar
kortini fiskað rættiliga nógv
an makrel í egnum sjógvi.
– Orsøkin til, at Ísland
ikki hevur verið við í hesum
samstarvi áður, er, at teir ikki
hava havt nakran makrel at
veiða. Men seinnu árini er
hetta broytt. Tað er ein sann
roynd, at væl hevur borið til
at veitt makrel í íslendskum
sjógvi seinnu árini.
Nú roynt verður at finna
semju um nýggja stranda
landa avtalu fyri 2011, situr
Ísland eisini við sam ráð ingar
borðið og ynskir at gerast
partur av eini avtalu.
Jacob Vestergaard dylur
ikki fyri, at Noreg og ES gera
tað rættiliga trupult at finna
semju.
– Hesi lond halda seg
fram vegis eiga næstan allan
makrelin, og við slík um
útgangsstøði kunnu sam ráð
ingarnar enn einaferð gerast
rættiliga truplar.
Hann ásannar, at Føroyar
framvegis vilja hava ein
størri part av felagskvotuni,
og tað kemur ikki upp á tal,
at Føroyar bert skulu fáa
tillutað tey sløku 5%, sum vit
høvdu í undarfarnu avtalu.
– Vit vilja hava ein størri
part, samstundis sum Ís land
skal koma við upp í sam
starvið, og tá Noreg og ES
ógvuliga treyðugt vilja geva
nakað frá sær, er greitt, at
ógvuliga trupult verður at
náa á mál.
Jacob Vestergaard er onga
løtu í iva um, at Føroyar eiga
ein størri part enn Ísland, tí
íslendskt havøki framvegis
eigur at roknast sum ein
útjaðari í makrelhøpi, sam
stundis sum líkt er til, at
før oyskt sjóøki er vorðið ein
miðdepil fyri føðini hjá fisk
inum.
– Tað vísti seg eisini, tá
gýtingarleiðir vórðu kann
aðar um okkara leiðir, at
gýtingin minkaði burtur, tá
komið varð longur norður.
Annað er so, vísir lands
stýrismaðurin á, hvar makrel
ur søkir sína føði, og her er
eingin ivi í hansara sál um, at
rættiliga nógvur makrelur er
farin at ferðast í føroyskum
sjógvi og etur ein hóp av føði,
meðan hann er her.
Kenna »pínumarkið«
– Í norskum sjógvi er at
kalla eingin gýting, men
makrelurin etur eisini í norsk
um sjógvi. Tí halda norðmenn
seg hava rætt til ein so stóran
part av heildarkvotuni, sum
teir seinnu árini eisini hava
kannað sær. Nú eiga vit prógv
fyri, at makrelur gýtir um
meginpartin av føroyskum
sjóøki, samstundis sum eing
in ivast í, at ein veldug rúgva
av makreli søkir sær føði
her.
Tað vísti seg eisini, sigur
Jacob Vestergaard, at nú Før
oyar ásettu sær egin kvotu
upp á 85.000 tons í ár, at før
Eitt nýtt
stríð um
makrel er
nú byrjað
SAMRÁÐINGAR Brotasjógvarnir í drúgva stríðnum
um makrelin hava nóg illa lagt seg, nú strandalondini
longu aftur eru farin til samráðingarborðið. –
Vit vita so nøkulunda, hvar »pínumarkið« er,
og vit vilja í øllum førum hava ein munandi
størri part av heildarkvotuni enn tað, vit høvdu
í avtaluni fyri 2009, sigur landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard
– Í ár er vísundaliga
staðfest, at makrelur
gýtir víða um í føroyskum
øki. Eisini er staðfest, at
nógvur makrelur kann
veiðast í føroyskum sjógvi,
sigur Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
... høvuðsgýtingar
økið hjá makreli er fram
vegis vestanfyri Írland...
JACOB VESTERGAARD