fríggjadagur 15. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 15. oktober 2010
14
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Hóast Anna Sofía Zachariasen bert er 23 ára
gomul, hevur hon roynt eitt sindur av hvørjum.
Sum 14 ára gomul byrjaði hon at hjálpa til
í Effo í Sørvági, har hon upp ígjøgnum árini
eigur nógvar arbeiðstímar tilsamans. Hon
hevur arbeitt í saltfiski í eitt ár, og hon hevur
arbeitt á deildini hjá Atlantic Airways, sum
heldur skrivstovunum og flogførini rein.
Á sumri í 2008 tók hon hægri
handilsskúlaprógv á Føroya Handilsskúla
í Marknagili í Havn, har hon fyrst tók FHS-
prógv og soleiðis gekk í trý ár tilsamans.
– Eg droymdi um at sleppa í skrivstovulæru,
og tá H-Dygd í Vatnsoyrum lýsti eftir lærlingi
fyrr í ár, søkti eg og fekk læruplássið. Læran
fevnir um skrivstovu og fyrisiting. Áðrenn
eg byrjaði at læra hin 1. mai í ár, visti eg
ikki rættiliga, hvat tað var, eg fór í holt við.
Sjálvandi var eg ógvuliga spent, men nú
ein tíð er fráliðin, eri eg sannførd um, at eg
havi valt hitt rætta læruplássið. Mær dámar
serstakliga væl hjá H-Dygd, og mær dámar
sera væl tað, eg fáist við og tær avbjóðingar,
sum eru knýttar at hesum, sigur hon.
Selir H-vindeygu
Anna Sofía Zachariasen sigur, at nógv er
at seta seg inni í, og enn er hon ikki komin
runt í fyritøkuni, sum hon tekur til.
Á skrivstovuni hjá H-Dygd sita fýra
kvinnur sum selja, umframt ein sølumaður,
bókhaldari og stjórin, Jóhan á Mýrini.
Í fyritøkuni tilsamans starvast 35 fólk.
Anna Sofía Zachariasen sigur, at við í
læruni er eisini søla, og ein fittur partur av
hennara arbeiði er at tosa við viðskiftafólk
og geva tilboð upp á vindeygu.
– Nú eg havi verið her í eina tíð,
kann eg skriva tilboðini sjálv, men er
talan um størri bíleggingar, ráðføri eg
meg gjarna við onkran av teimum, sum
hava verið longri í fyritøkuni enn eg.
Virksemið hjá H-Dygd er trævindeygu,
træ/alu, plastvindeygu og hurðar.
– Træ- og træ/aluframleiðslan er
í Vatns oyrum, meðan framleiðslan av
plastvindeygum fer fram í Miðvági,
sigur fryntliga sørvágsgentan.
Fiskur og flogfør
Eftir at Anna Sofía var liðug við hægri
handilsskúla í 2008 og heilt fram til, hon
fór í læru hjá H-Dygd tíðliga í summar,
var hon í starvi hjá Atlantic Airways
á deildini, tey rópa »Cleaning«.
– Vit vóru tríggjar kvinnur á hvørji vakt,
dagvakt og kvøldvakt, og eisini arbeiddu
vit annað hvørt vikuskifti. Uppgávan hjá
okkum var at halda skrivstovurnar og flog-
førini rein. Mær dámdi væl hetta arbeiði.
Arbeiðstíðirnar vóru skiftandi, og tað
dámdi mær eisini væl, leggur hon aftrat.
Millum framhaldsskúlan og FHS ar-
beiddi hon í fiski í Sørvági í eitt ár.
– Hetta var á saltfiskavirkinum hjá Jóhan
Páll Joensen og øðrum. Her var eg í føst um
starvi í eitt ár, og mær dámdi hetta ógvu-
liga væl. Hetta var ordiliga deiligt, um man
kann siga tað so. At arbeiða í fiski er líka
sum nakað, ið skal roynast. Eg visti, at hetta
bara var fyri eina tíð, og tað var ser stak liga
áhuga vert eisini at arbeiða saman við til-
komnum fólki, ið hava eitt longri lív aftan-
fyri seg, enn vit ungu. Vit høvdu rímiliga
støð ugt arbeiði. Tú fekk løn hvørja viku – og
um vikuskifti høvdu vit frí, sigur hon.
Anna Sofía Zachariasen er næst yngst
í einum systkinaflokki upp á fýra.
– Eg upplivdi ikki at ganga í skúla í
Mykinesi, men sum børn vóru vit nógv har
úti í frítíðini – og framvegis eigi eg ommu og
abba í Mykinesi, sigur unga sørvágsgentan.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen
Anna Sofía lærir og selir vindeygu
MaMMan er úr MykineSi, og pápin hevur eisini ættarbond har. Tvey av
hennara eldru sysTkjuM upplivdu aT ganga í barnaSkúla í Mykinesi. Sjálv
er hon vaksin upp í Sørvági. nú er hon í læru hjá H-dygd í vaTnsoyruM, Men
hevur áður bæði arbeitt hjá effo, í fiski og hevur vaSkað flogfør
Fakta
Navn: Anna Sofia Zachariasen
Starv: Skrivstovulærlingur
Besta við starvinum: Lærurík,
spennandi og avbjóðandi
Ringasta við starvinum:
Tað havi eg ikki hugsað um ...
Starvstíð: Mai 2010
Starvsfólk: 35
Staður: Vatnsoyrar
Stjóri: Jóhan á Mýrini
Mynd: Birgir W. HøgNESEN
– At arbeiða í fiski er líka sum nakað, ið skal roynast. Eg visti, at hetta bara var fyri eina tíð, og mær
dámdi sera væl, sigur Anna Sofía Zachariasen, sum nú er í læru hjá H-Dygd í Vatnsoyrum