Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 15. oktober 2010 16 VIKUSKIFTI Arbeiðspláss Uni Arge ua@sosialurin.fo Átrúnaður hevur allar dagar havt al­ stóran týdning fyri menniskju, og tí finnast eisini óteljandi sløg av átrún aði kring heimin. Felags fyri allar trúar­ rætningar er trúgvin á okkurt, sum er hægri. Undan upplýsingartíðini hevði átrúnaður sera stórt vald, og tann, sum vildi svara heimsins loyndar mál um við vanligum vísdómi, skuldi ansa sær at kunngera sínar tankar, tí hann kundi verða brendur á báli. Eftir upp lýsingar­ tíðina bragdaði kortini, og vísindin vann seg fram. Sjálvstøðugt hugsandi menniskju fóru at loysa manga gátuna við viti og skili, og mentanarliga, ídnaðar liga og politiskt skapti hetta stór fram stig. Átrúnaðurin hvarv ikki av hesi orsøk. Hann misti bara sítt alt­ um fevnandi vald á samfelagnum, tí fólk sóu, at við vitan kundi skapast fram burður. Øll, sum vilja hava vald á øðrum menn iskjum, royna at skapa eina kenslu av felagsskapi, har tey sjálv standa á odda fyri felagsskapinum. Í sunnum felags skapum verður valdið ásett við demo kratiskum mannagongdum, og leið arar nir eru ikki óuppnáiligir gudar, ið ongin kann seta spurnartekn við. Tosast kann við teir, og funnist kann verða at teirra avgerðum. Men so leiðis er langt frá altíð í handilsligum fyri­ tøkum. Í fyritøkum hava stjórarnir stórt vald á starvsfólkunum, serliga tí teir gjalda starvsfólkunum løn, men eisini tí fyritøkur sjáldan verða stýrdar serliga demokratiskt. Har ræður stjórin, og um hann ikki er opin og vil hava mótspæl fyri at menna seg og fyritøkuna, tora starvsfólk sjáldan at siga sína veruligu hugsan um, hvat fyriferst í fyritøkuni. Halleluja, eg arbeiði! Seinnu árini hevur tikið seg upp ein leiðsluháttur, ið blandar saman bæði demo kratiskan, einaræðisligan og átrún aðarligan leiðslustíl. Corporate religion nevnist hesin leiðsluháttur. Hann snýr seg í stuttum um at geva fólki fatan av, at tey hava ávirkan og verða við farin sera menniskjaliga, men sam stundis verða tey skúlað til at halda, at einasta rætta arbeiðsplássið á jørð er teirra egna. Starvsfólkini verða sum ein rørsla, ið boðar gleðiboðskapin um ar­ beiðs plássið, og stjóran skal ongin makt í verð ini seta spurnartekn við, tí hann er tann, sum gevur starvsfólkunum frukt, kondirúm, gávur, jakkar og flott­ ar starvs fólkaveitslur. Hugsanin handan corporate religion er, at arbeiðs plássið skal gerast himmiríki hjá starvs fólk­ unum, so tey lættari fáast at ganga aft an á leiðsluni. Á tílíkum arbeiðsplássum er ymiskt, hvussu starvsfólk uppføra seg, tí fólk eru jú ymisk. Summi eru persónliga sterk og hugsa altíð sjálvstøðugt, sama um tey hava ein arbeiðsgevara uppi yvir sær ella ikki. Onnur eru per són liga veikari og gera, sum stjóri og deildar­ leiðarar siga. Um arbeiðsplássið gongur eina leið, ið tykist óforsvarlig, muta tey sterkastu kanska ímóti, um tey annars ikki hava so nógvar fyri munir, at tey tiga. Tey veikastu siga onki. Tey eru kanska so veik, at tey langt síðan hava lagt allan sín samleika í fyri tøk una. Teirra vælvera er treytað av heilsu poli­ tikk inum hjá fyritøkuni. Teirra gleði stendur og fellur við tiltøkum, sum fyri­ tøkan skipar fyri. Og teirra stoltleiki er treytaður av, hvussu væl stjórin stendur seg í fjølmiðlunum. Sum í eini samkomu Í eini fyritøku, ið verður rikin sum ein sam koma, er sostatt stórur vandi fyri, at kritiski sansurin hjá starvsfólkunum hvørvur, og at vit og skil verða løgd til viks. Um leiðslan sigur, at nú hevði verið skilagott hjá starvsfólkunum at keypt partabrøv í fyritøkuni, ja, so er tað skilagott, og starvsfólkini keypa parta brøv í fyritøkuni. Ongin vil jú vera illoyalur ímóti himmiríki. Um arbeiðs­ plássið so er ein banki, ið kann veita starvsfólkunum lán at keypa parta­ brøvini fyri, er tað jú uppaftur betri, tí hevur tú lænt frá egnari fyritøku fyri at keypa partabrøv í egnari fyritøku, kanst tú ómøguliga koma illa fyr. Tú kenn ir jú øll har, leiðslan eggjar tær at ger ast partaeigari, og øll hini gerast eis ini partaeigarar, so sjálvandi bert tú teg rætt at. Meðan stjórin stendur seg væl í fjøl­ CorporAte religion eitur eitt hUgtAk, sum lýsir, hvussu summi Arbeiðspláss verða sum rørslUr, har fyritøkan sjálv er himmiríki, og stjórin er gUð. Í tÍlÍkum fyritøkUm setir ongin spUrnArtekn við leiðina, ið fyritøkan fer. øll hálovA fyritøkuni, gerast pArtAeigArAr Í henni og boða gleðiboðskApin um hennara dUgnAsemi. so mikið størri verður skelkUrin, tá fyritøkan fer á húsAgAng, og himmirÍki vÍsti seg at vera ein dreymasjón. eik var ein tann fyrsta føroyskA fyritøkan av tÍlÍkum slAg Tá arbeiðs- plássið verður himmiríki Í eini fyritøku, ið verður rikin sum ein sam koma, er stórur vandi fyri, at kritiski sansurin hjá starvsfólkunum hvørvur, og at vit og skil verða løgd til viks