Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146 16 Sosialurin Randi Jacobsen Nýggja kunngerðin um bunk ring ásetir neyvt manna gongdir fyri, tá ið skip bunkra, og kunngerðin sigur eisini greitt, hvar ábyrgdin liggur. Nú er ikki loyvt longur at pumpa meira olju umborð, enn skipið hevur biðið um. So greitt var alt ikki 10. mars 2008, tá ið russiska skipið Murmanski kom á Havn ina fyri at bunkra, Skipið bað um at fáa 58.400 litrar av olju, og gjøg­ num umboðið hjá reiðarínum varð peningurin fluttur til Effo. Slangurnar vórðu settar til, og 1000 litrar av olju fóru um minuttið umborð á skipið. Tá ið tað nærkaðist, at skipið hevði fingið um bidnu nøgdina, veittraði maskin­ meistarin av skipinum til Effo­mannin og bað hann halda fram við at pumpa. Tað gjørdi hesin uttan at hava tryggja sær, at skipið hevði pening at keypa meira olju fyri. Lív kom í Tá ið teljarin vísti góðar 124.000 litrar, sá maðurin, sum pumpaði olju umborð, at røringur kom í umborð á skipinum. ­ Eg hoyrdi róp av brúnni, og fleiri menn fóru í sving. Tá skundaði eg mær at sløkkja, segði maðurin, tá ið málið var í rættinum týsdagin. Hann viðgekk, at hann átti at havt spurt seg fyri á skrivstovuni, áðrenn hann helt fram við at pumpa olju umborð á skipið. Hann sá ikki oljuna renna á sjógv, tí tað var á hinari síðuni á skipinum. Men hann sá, hvussu teir turkaðu olju upp umborð, og at olja var farin á sjógv. Maðurin var nokkso nýggj ur í hesum arbeiðinum, tí ið óhappið hendi, men hann segði seg hava fingið upp læring. Effo­maðurin helt, at ábyrgdarmaðurin umborð hevði alla ábyrgdina, tí hann hevði biðið hann halda fram við at pumpa, og hann visti, hvussu nógv olja aftr at rúmtist í tangunum á skip­ inum. Oljan, sum skipið fekk ov nógv, varð pumpað í land aftur. Avtala ella ei? Tað var annars nevnt á rætt­ ar fundinum, at tað vanliga er at steðga, tá ið umbidna oljan er pumpað umborð, men tað hendir tó meira enn so, at skip fáa meira olju, enn tey hava biðið um. Ákærin helt ongan iva vera um, at oljufelagið hevði alla ábyrgdina. Avtalan var, at skipið skuldi hava ávísa nøgd, og fyri tað um maskinmeistarin veittraði, var tað ikki nøkur avtala. Kravið hjá ákæranum var, at Effo fær 25.000 krónur í bót, og í hvussu er ikki minni enn 15.000 til 20.000 krónur í bót. Sakførarin hjá Effo kravdi frídøming. Hann vísti á, at onrar reglur vóru tá, sum Effo kann hava brotið. Hann helt tað eisini vera løgið, at maskinmeistarin á russiska skipinum ikki var avhoyrdur av politinum eftir óhappið. Effo varð stevnt, bara tí Effo var her í Føroyum, helt hann. Dómur fekkur í málinum í næstu viku. Oljan fleyt yvir oljudálking Ákæruvaldið vil hava Effo dømt fyri, at tað fleyt ivir, tá ið olja varð pumpað umborð á ein russiskan trolara í mars 2008. Skipið hevði skyldina, heldur Effo Mett varð, at umleið 500 litrar av gassolju fóru á sjógv í hesum óhappinum. Ein sløkkiliðsmaður greiddi í rættinm frá, at tað var so heppið við veðrinum tann dagin, at øll oljan savnaðsit í krókinum við oljukeiina, og oljan varð fingin upp við eingangsgyrðingum. Tí gekk væl at fáa oljuna upp og basa dálkingini. Verri hevði verið, um oljan hevði rikið yvir móti bátabrúgvunum. Hepni Listabólkurin FØRKA hev­ ur sítt fyrsta tiltak í Sjón­ leik arhúsinum í Havn miku kvøldið. Hetta er ein installatión við málningum, upp lestri av yrkingum og annað. Av tí at hetta ikki er eitt heilt vanligt tiltak, men stimbrar sansir á fólki á ein heldur øðrvísi hátt, hava tey, sum skipa fyri, valt einans at sleppa 17 gestum inn í senn, so øll kunnu fáa eina so góða uppliving sum gjørligt. Tiltakið verður kvørt kvøld í døgunum frá 10. til 31. oktober frá kl. 19.37. FØRKA er nýstovnaður listabólkur, sum hevur í hyggju at skipa fyri øðrvísi, nýskapandi tiltøkum, har bert hugflogið setur mørk. Í bólkinum eru: Anna Sofía Egilstrøð, Jytte Joensen, Ellindur Egilstrøð og Jónvá Danielsen Bert 17 sleppa inn samstundis