fríggjadagur 15. oktober 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 15. oktober 2010
15
VIKUSKIFTI
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
Hvaðani er hesin?
Nú um dagarnar hitti Sosialurin eitt par, sum hevur
siglt í norðuratlantshavi og polarøkinum seinastu tvey
árini. Tá ið vit komu heimaftur, sóu vit, at maðurin var
heldur øðrvísi útgjørdur. Okkum vitandi var maðurin
úr Týsklandi, men kanska hendan myndin kann fáa
fólk at ivast í, hvaðani og hvør maðurin er.
Tað hevði verið øgiliga og søgu
liga stuttligt og ikki minst hug
vekj andi at gjørt eina fíggjarlóg,
har sum øll ynski og øll krøv,
og eg sigi øll, eru tikin við. Allir
dreymar eisini og ynskidreymar
sjálvandi. Men engin marra.
Øll berghol og allir undir
sjóvar tunlar, sum eru nevnd
higartil, okkurt um 30, tíggju
prosent í lønarhækking, tjóð leik
hús, Landssjúkrahús uttan eyka
játtanir, brennivín og mjólk fyri
danskar prísir og so framvegis, og
so framvegis. You name it.
Og so lagt tølini saman fyri at
vita, hvussu nógvar milliardir, ein
slík fíggjarlóg fór at kosta.
Síðani rokna út, hvussu nógv
skattur og avgjøld skuldu fara
upp fyri at gjalda alt hetta gildið.
Tá hevði blivið áhugavert at
sæð, hvør hevði hug at gjalda
nógv meira fyri at fáa nógv
meira. Skal eg gita, eingin. Tí øll
vilja bara hava, eingin vil lata og
enn minni gjalda.
Vilja heldur blaka pengarnar
burtur í partabrøvum og lánum
at keypa partabrøv fyri. Bara ikki
pengarnir fara í felagskassan.
Samhaldsfesti virkar bara, tá
tað er álagt við lóg, sum eingi hol
eru í, tøtt sum lønarsamráðingar
vikur eftir deadline.
Tá eg gekk í studentaskúla
mótmæltu vit amerikonsku inn
rás ini í Vjetnam. Og onnur, tey
sum hildu við USA, mótmæltu
okkum.
Nú mótmæla tey øll, at skatt
gjaldarin ikki skal gjalda árliga
rukkutúrin við Norrønu.
Tey ungu í miðnámsskúlunum
nú mótmæla ikki innrásunum
hjá danska ríkinum í Afganistan
ella í Irak. Tær raka líka sum ikki
soleiðis har tey.
Ein inntøkukelda hjá sperda
landskassanum, sum skal vera
dadda hjá Gudi og hvørjum
føroyingi, kann vera tann eyð
sýnda, at øll, sum skriva undir
mótmæli og krøv, lata lands kass
anum 1000 krónur fyri hvørja
undirskrift.
Og skúlabøkur? Hví kosta tær
so nógv? Tær eru so gamlar, at
tær eiga at fáast fyri fimm krónur
hjá Reyða Krossi í Vágsbotni.
Pengar eru ikki alt, siga tey,
sum ikki duga við pengum, ikki
hava skil fyri pengum, ongar
pengar eiga, hava gamblað allar
í einum rúsi, einum drúgvum
tørni, út í tóman fíggjarheim.
Pengar eru ikki alt. Ein uggi,
javell. Men alt verður tó gjørt
upp í pengum.
Minnist drúgvu kjakini um
kapitalismuna fyrst í hálv
fjerðsunum. Var í Danmark tá.
Kapitalisman fekk milulm annð
eisini skyldina fyri at infiltrera,
sníkja seg inn í málið. Flætta
pengarnar inn í vanligt málbrúk.
Eitt dømi er, sum illa kann
umsetast beinleiðis til føroyskt,
ikki á skriftmáli: kan det betale
sig? Det betaler sig ikke.
Hómi okkurt um, at eg segði,
tá Sparikassin fór at tvætla uppi
í vinnuni, at hatta endar galið.
Hatta betalir seg ikki. Vinnan
er í kroniskari kreppu. Hon
hevur ongantíð ráð at gjalda
síni lán, heldur ikki millum
heimskreppurnar og millum
lokalu kreppurnar. Haldið
tykkum til sethúsalánini, segði
eg. Eingin lurtaði sjálvandi.
Men var onkur, sum gav sær
far um tað, eg segði, var svarið:
dómadagsmøsn.
Sum vit nú síggja vóru bonaðu
gólvini í Føroyum ikki nóg hál.
Men, sum sagt, hví ikki gera
eina fíggjarlóg, sum øll eru nøgd
við? Lallandi optimisma er betri
enn vanlig optimisma og nógvar
fíggjarlógir betri enn realisma.
Eina fíggjarlóg við øllum og
kettsjupp í eitt jørn, takk. Vit eru
váðafús, come on!. Tí vit vita, at
Danmark loftar okkum, koma vit
alt ov nær tromini. Danmark er
har fyri okkum, hvørja ferð.
UmaftUrafturum
høgNi djurhuuS
Hvat gera teir har?
Farnir undir ferjuleguna
Sosialurin
Frá toppi til tá
Eiga at endurskoða
Løgtingsins umboðsmann
Kringvarp.fo
Lokalblað?
Norðlýsið samsendir
beinleiðis úr Chile
Norðlýsið
40 tung ár
Drúgvi andróður Michelsens
Dimma
Sjálvspíning?
Søkt verður eftir timburmonnum
Starvslýsing á portal.fo
Reiðarí við drotning
Bók á veg um Drotningina hjá DFDS
Dimma
Nú fóru danir við Eik
Eik Banki í Fólkatinginum í morgin
Kringvarp.fo
Okay?
Kappingarráðið: Posta
hevur ikki monopol
Kringvarp.fo
Neyvan aftur í tíðina
Sparikassin setir kós inn í framtíðina
Norðlýsið
Sikken eitt lív!
15 ár uttan haru
Sosialurin
ranga
í
strúpan
Neyvan so festligt
Norðurírsku áskoðararnir settu veruliga dám á havnina og Svangaskarði í vikuni.
Áskoðararnir vóru í góðum lag alla tíðina, og teir stuðlaðu sínum liði væl til
landsdystin ímóti Føroyum. Men heilt erligt, tað mann neyvan verða festligt at síggja
soleiðis út sum maðurin á myndini, tá mann hevur snávað ímóti Føroyum.
Tey mugu
verða illa fyri
Hendan yvirskriftin á við
merking hjá løgtingskvinnuni
Bergtóru Høgnadóttir Joensen
boðar ikki frá góðum. Eru
tað veruliga fólk, um sum
í hesum fjalltíðum, verða
slept upp á fjall – enn tá
við sjúkradagpeningi?
Kanska ikki besta trekkið
at senda fólk, sum fáa
sjúkradagpening, á fjall.
Eina við øllum