fríggjadagur 15. oktober 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 15. oktober 2010
17
VIKUSKIFTI
miðlunum, ársúrslitini vaksa, og kurs
irnir fara til skýggja, er gleðin stór.
Rørslan hevur tað gott, og onki kann
koppa henni. Soleiðis tóktist lagið leingi
at vera í Føroya Sparikassa, ið seinni
gjørd ist Eik Banki. Onki kundi koppa
teirri sterku og gomlu eikini, ið hevði
verið trygg sum ein bankaboks og síðan
endur nýggjaði sítt virkisgrundarlag og
legði kappingarneytarnar langt aftur um
seg. Trúgvin á vøkstur var óavmarkað.
Kenslan av felagsskapi var sterk sum
í eini samkomu. Gleðiboðskapurin um
nýmótans arbeiðsplássið við teimum
dugnaligu stjórunum, ið tordu at leggja
heimin undir seg, varð støðugt boðaður
í fjølmiðlunum, ið ofta eisini lótu seg
tøla av prædikum, ið vóru ílatnar sum
fíggjartíðindi.
Læran av skrædlinum
Byrjanin til stóra umskiftið hjá Eik var
árið 1998. Tá orðaðu Marner Jacobsen
og fleiri onnur eitt heilt nýtt virkis
grunarlag fyri stovnin, sum staðfesti,
at Føroya Sparikassi skuldi gerast
brúkara vinarligasti peningastovnur í
Føroyum, og at starvsfólkini skuldu
vera fram søkin og hava tað stuttligt til
arbeiðis. Farið varð undir hetta arbeiði
fyri at skapa vøkstur. Stovnurin arbeiddi
dúgliga eftir hesum setningi til 2008.
Vøkst urin var ovurstórur, uppkeypini
vóru mong, og viðurkenningarnar vóru
líka stórar. Forstjórin varð á leiðaradegi
kosin ársins leiðari, og fyritøkan gjørd
ist á vinnudegi ársins virki. Var tað lætt
hjá starvsfólkunum undir hesum um
støðum at vera atfinningarsom og ikki
fegnast? Tað var tað ikki. Eik Banki var
staðið at vera.
Læran av skrædlinum hjá Eik
man so vera, at sama hvussu væl gongst
tín um ar beiðsplássi, og sama hvussu
stór ar viðurkenningarnar verða, legg
so ongantíð egnan fornuft til viks.
Øll heims søgan er sprenfull av søgum
um, hvussu fólk og fyritøkur fingu sær
ferð ímóti himni og síðan skramblaðu
til jarðar aftur. Orðatøk minna í yms
um útsetingum á, at hugmóð stendur
fyri falli, og kristindómurin prædikar
støðugt um eyðmýkt og máta hald.
Kortini hendir tað aftur og aftur, at
fólk nettupp ikki kenna sær hógv og
brenna seg illa persónliga og fíggjar
liga. Hvussu mong hava gjørt tað í Eik
Banka, verður ikki mett um her, men
at mong eru komin illa fyri í fíggjar
krepp uni sum viðloyparar, er almanna
kunn ugt, og orsøkin var uttan iva blind
trúgv á vøkstur.
Frælsi og tryggleiki
Eftir skrædlið í Eik Banka hava mangar
røddar sagt, at fyrr ella seinni mátti
ganga galið hjá bankanum. Soleiðis er
altíð, tá fallið er veruleiki, gudarnir eru
dotnir av skýggjunum, og pessimistarnir,
ið áhaldandi bíða eftir at sleppa av við
sína háð, loksins sleppa av við hana.
Ein av stjórunum í Eik Banka hevur
sagt, at tað einasta, sum í veruleikanum
gekk galið, var fíggjarkreppan. Eik var
í mangar mátar ein sunnur banki,
og hevði fíggjarkreppan ikki rent
íslendskar sparikassar um koll og sent
fast ognar prís irnar í Danmark í botn,
so hór aði Eik Banki undan. Kanska er
hetta rætt, men skelkurin hjá teimum
starvs fólkum, ið fataðu Eik sum einasta
sanna arbeiðsplássið, ja, tað besta og
dugna ligasta arbeiðsplássið av øllum,
man vera líka stórur fyri tað.
At vera í starvi er fyri mong tað
sama sum persónligur tryggleiki. Húsa
lánini verða goldin, og matur kem ur á
borðið. Men summi eru farin at siga, at
leiðslur, ið ov ídnar dyrka leiðsluháttin
corporate religion, áttu at fingið meiri
mótspæl, og tað fáa tær eis ini í t.d.
USA. Har hava tikið seg upp al samt
fleiri fræls arbeiðsfólk, ið ikki verða
motiverað av at svørja einastu sonnu
fyri tøkuni ævigan trúskap, men síggja
upp gávuna og góðu hugskotini sum
sína størstu motivatión. Frælsu arbeiðs
fólkini arbeiða við ymsum upp gávum
og fyri fleiri fyritøkur sam stundis. Tey
eru støðugt á ferð eftir av bjóðingum,
fáa fjølbroyttan íblástur, ja, eru fræls
frá allari einoygdari trúgv. Hvussu
mong tora hetta? Neyvan øll. Men
skapar corporate religion trygg leika?
Langt frá hjá øllum, eins og fíggjar
kreppan hevur víst – eitt nú í Íslandi
og Føroyum.
Leiðsluhátturin Corporate Religion snýr seg í stuttum um at geva fólki fatan av, at tey hava ávirkan og verða við farin sera
menniskjaliga, men sam stundis verða tey skúlað til at halda, at einasta rætta arbeiðsplássið á jørð er teirra egna
Onki kundi koppa teirri sterku og gomlu
eikini, ið hevði verið trygg sum ein bankaboks
og síðan endur nýggjaði sítt virkisgrundarlag og
legði kappingarneytarnar langt aftur um seg