fríggjadagur 15. oktober 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. oktober 2010 · Nr. 146
18
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
C
arl Bærentsen var sonur
Johannes
Bærentsen
(1835-1918)
skómakara
á
Sundi, sum flutti til Havnar
í 1893. Tey búsettust í Nýggju-
stovu niðri í Gongini, har
Johannes hevði verkstað
uppi á loftinum.
Eitt systkinabarn Johan-
nes var Christian Bærent-
sen, sum var fyrsti og einasti
føroyingur,
sum
gjørdist
amtmaður.
Johannes giftist í 1857 í
Danmark við Rasminu Caro-
linu Jacobsen f. 1840 í Helsin-
gør. Tey fingu seks børn. Eitt
av teimum var Carl.
Byrjaði hjá Restorff
Um
hann
skrivaði
Dag-
blaðið
5.
juli
1949
hesi
minningarorð:
Nýliga eru tveir kendir
havnarmenn
deyðir.
Teir
eru Carl Fossaa, fyrrverandi
bakarameistari, og svágur
hansara, Carl Bærentsen,
fyrrverandi handilsmaður.
Carl Fossaa doyði 1. juli og
Carl Bærentsen 4. juli.
Hesir báðir svágrarnir
(Carl Fossaa var giftur við
Onnu, systir Carl Bærentsen)
verða
saknaðir
millum
havnarfólk, tí teir livdu sítt
lív og høvdu síni størv so
tætt uppi at fólkalívinum í
okkara bý, at teir kendur øll,
og øll kendu teir sum tveir
góðar havnarmenn.
Carl
Bærentsen
kom
sum ungur til handilin í
Vágsbotni, sum í teirri tíðini
ivaleyst var størsti handil í
Havn. Og í hesum handli var
Carl Bærentsen vorðin ein
føst mynd, ja, so føst, at tað
var eitt glopp í, tá ein kom
inn í Vágsbotn eina løtu, og
Carl Bærentsen ikki var at
síggja innanfyri skivuna.
Tó var tað so, at Carl
Bærentsen eisini hevði sítt
at gera úti, tí hann hevði
í nógv ár alt fiskaarbeiði í
hondunum hjá Vágsbotns-
handlinum. Góðar terradagar
hevði hann fasta støð í
Álakeri ella aðra staðni, har
teir turkaðu fisk. Sjálvur var
hann so innlivaður í handils-
arbeiðið í Vágsbotni og tað
starv, sum hann hevði við
hendan handil, at tað neit
honum ógvuliga meint, tá
ið tann dagur kom, at har
noyddist at verða afturlatið.
Carl Bærentsen var ikki
ungur longur, og tað var eins
og hetta vónbrot, ið hann
skuldi koma at vera fyri
í Vágsbotni, tók nakað av
hansara fría flogi frá honum
– lítið vildi bera til hjá honum
eftir henda dag.
Hesi seinastu árini hevur
hann verið ógvuliga sjúkur.
Carl Bærentsen var giftur
við Siggulinu, dóttur Bærint
bónda Vang í Sólgørðum í
Kaldbak.
Teir eru nú farnir báðir,
Carl Fossaa og Carl Bærent-
sen. Og tó at hin fyrsti var
ættaður úr Vestmanna og hin
seinni av Sundi, so høvdu teir
trúliga sítt lívsyrki her sum
ídnir Havnarmenn. Og vit
vilja minnast teir sum tveir
góðar havnarmenn, nú teir
eru farnir til hvíldar.”
Carl byrjaði sín egna
handil
stutt
eftir,
at
Restorffs-handilin var farin
á húsagang í 1926. Fyrst var
handilin
í
Tróndargøtu,
seinni úti á Landavegnum.
Hann gavst at handla í 1935.
Handilin varð róptur Gamla
Vágsbotn. Hetta komst av, at
fólk kendu Carl frá Vágsbotn-
handlinum.
Børnini
hjá
Carl
og
Siggulinu vóru:
Johannes Albin (1898-1980)
var stjóri í Føroya Sparikassi
frá 1953-1968. Hann var ein
sjáldsamur maður. Hann var
ikki stórur av vøkstri, men
stórur sum menniskja. Altíð
fólkaligur og blíður og dugdi
sera væl við starvsfólki og
viðskiftafólki.
Eftir at hava fingið real-
prógv kom hann at arbeiða
hjá M.C Restorff og synum
í Vágsbotni, helst hjá pápa
sínum. Tá handilin fór á
húsagang í 1926, fór Albin
um landið at fáa tey, sum
skyldaðu til handilin um at
forleingja fyrningarkrøvini.
Tey høvdu alt at vinna við
at sýta. Hetta gjørdi kortini
eingin. So væl dugdi Albin
við fólki.
Seinni
kom
hann
at
arbeiða hjá Zacharias Heine-
sen í Vágsbotni. Aftaná tað
kom hann í 1935 at arbeiða
sum bókhaldari í Færø Amts
Sparekasse, sum Eik kallaðist
tá. Hann kom tá at avloysa
systkinabarn pápa hansara,
Helenu Bærentsen, sum var
fyrsta kvinna, sum hevur
arbeitt í sparikassanum.
Albin var maður, ið stóð
fyri
nýskipanum.
Hann
fekk í lag eina skipaði inn-
krevjingarskipan fyri spari-
kassan, hetta umfataði eis-
ini fastar flytingar. Síðst í
fjørutiárunum var bókhalds-
skipanin hjá sparikassanum
meira í samsvar við nútíðina
enn hjá donskum sparikass-
um. Albin gjørdist stjóri í
sparikassanum í 1953.
Hann var eisini millum
teir fyrstu í telduøldini í tí
virksemi, sum nú er Elektron.
Hann fekk eisini sett ta fyrsta
deildina hjá sparikassanum
á stovn, nevniliga hana í
Vestmanna. Hetta var í 1956.
Í 1968 var hann blivin
70 ár. Tað var vanligt at
sparikassastjórar sótu, til
teir doyðu. Men Albin helt
tað vera uppá tíðina at
gevast. Hann helt tó fram í
umboðsráðnum til 1977.
Maria Sofía f. 1899. Hon
var gift við Frants OIsen
(1897-1951), sum var sýslumað-
ur í Norðoyggjum 1927-1930.
Emmy f. 1904
Holger f. 13. august 1905,
tók realprógv í Havn í 1922.
Frá 1922 til 1924 hevði hann
skrivstovupláss í timbur-
handlinum hjá H.C. Andreas-
sen, Hans á Reyni, í Havn.
Í 1924 fór hann á Føroya
Læraraskúla og tók prógv
har í 1926. Fram til 1928 var
hann lærari við privata real-
skúlan í Vági. 1929-30 hann
lærari í Sandavági.
Frá 1937 var Holger lærari
við Tórshavnar Handilsskúla,
og frá 1951 var hann fyristøðu-
maður fyri skúlan. Holger
fekk skrivimaskinur inn á
handilsskúlan, og tá fór eisini
at verða undirvíst í maskin-
skriving. Hetta var eitt stórt
framstig tá.
Holger gjørdist varaskúla-
stjóri við kommunuskúlan
og seinni skúlastjóri. Hann
hevði hetta starv, til hann fór
frá fyri aldur.
Hann var giftur við Sign-
hild f. Niclassen út Miðvági.
Hon var fødd 5. August 1914.
Holger doyði 3. februar 1975.
Signhild doyði 2. februar
1976
Charles f. 1909, var giftur
við Hansu Petersen f. 1922
í Saltnesi. Charles var síni
seinastu ár prísansari hjá
prísráðnum.
Helena var fødd 24. juni
1912. Hon tók realprógv í
Havn í 1929 og hevði skriv-
stovupláss 1930-32. Hon fór
á Føroya Læraraskúla í 1932
og tók prógv í 1935. Frá 1.
september 1935 til 1. mei 1942
var hon lærarinna á barna-
garði KFUMs í Tórshavn. Í
1942 til 1943 var hon lærarinna
í Kaldbak og á Sundi. Hon
var skrivari í KFUK 1943-
1948. Frá 1. mars 1948 var hon
lærarinna í Havn. Hon doyði
18. august 1976.
Keldur:
Zakarias Wang: Eikirøtur
Lærarafólk í Føroyum
Birgar Johannesen: Fólk og
yrki
Poul Johs. Lindberg: Handils-
skúlin – hálvrunnin øld
Viggo Christiansen
Carl Bærentsen:
Sonurin gjørdist kendur sparikassastjóri
Bærentsenfólkið av Sundi hevur sett síni týdningarmiklu fingramerki á føroyska samfelagið.
Vit hava umrøtt fleiri teirra í hesi røð. Hetta er eisini galdandi fyri Carl Bærentsen og hansara
CARL BÆRENTSEN
F. 23-3-1873
D. 4-7-1949
SIGGELINE BÆRENTSEN
F. WANG
F. 9-11-1873
D. 21-5-1937
GUÐ ER KÆRLEIKI
Albin Bærentsen
Carl Bærentsen
Holger Bærentsen
Helena Bærentsen
Handilin hjá Carl Bærentsen í Tróndargøtu
var í húsunum ytst t.h.
Í komandi parti
verður greitt frá
Eliesar Andreassen,
Essa á Reyni.
Hann var ein av
stovnarunum av
Thorshavns Total-
afholdforening í 1878