fríggjadagur 15. oktober 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 15. oktober 2010
18
VIKUSKIFTI
8
7
6
5
4
Meira um tey
8 kostráðini
heIlsU
síðan
Tað hevði gagnað okkum, um viT óTu meira av serliga frukt, grønmeti, grovum kornvørum og
fiski. her eru nøkur hugskot Til, hvussu Tú kansT eta efTir Teimum 8 kostráðunum.
Jórun Klein, dietistur
1
Et frukt og grøn meti,
6 um dagin
Tað er týdningarmikið at eta frukt og grønmeti fyri at nøkta
tørvin á vitaminum og mineralum. Mælt verður til at eta 600
gram um dagin. Børn undir 10 ár eiga at eta 400 gram um
dagin.
Tú nær skjótt tí tilráddu nøgdini, um tú býtir hana yvir 3
høvuðsmáltíðir og 3 millummáltíðir um dagin og etur umleið
100 gram av frukt ella grønmeti til hvørja máltíð. Tað svarar til
eina stóra gularót, eitt súrepli og so framvegis.
Serliga verður tilrátt at eta gularøtur, ymisk sløg av káli,
grønt blaðgrønmeti, piparfruktir, ber og sitrusfruktir. 2
Et fisk og fiska við
skera fleiri ferðir um
vikuna
Fiskur inniheldur millum annað góðar feitt sýrur,
D-vitamin og jod. Fiskur minkar eisini um vandan fyri at
útvikla blóð tøppar. Tilrátt verður at eta í minsta lagi 300
gram av fiski um vikuna.
Fyri nøkur kann tað vera óyvirkomiligt at eta fisk
fleiri ferðir um vikuna, men minst til at viðskeri sum
rogn, tun, sild og makrel eisini telur við í roknskapin. So
um tú etur fiskaviðskera 4-5 ferðir um vikuna og fisk
til døgurða eina ferð um vikuna, kemur tú upp á tey
tilráddu 300 g um vikuna. Annars verður mælt til at eta
fisk til døgurða 2 ferðir um vikuna. 3
Et eplir, rís ella pasta
og grovt breyð hvønn
dag
Lat vera við at eta ov nógv av tí hvíta breyðinum sum til
dømis italienskt breyð. Tað er týdningarmikið heldur at eta
serliga tær grovu vørurnar, sum rugbreyð og grovt breyð.
Harumframt fullkornspasta, brún rís og havragrýn.
Grovar kornvørur innihalda nógv kostfibur, íð eru
týdningarmikil fyri eina góða sodning og fyri at tú kanst føla
teg mettan leingi. Um tú etur tær grovu matvørurnar er tað
lættari at nøkta tørvin á kostfibrum, íð er 25-35 g um dagin.
Hald aftur við
feitti, serliga frá
mjólkarvørum og kjøti
Best er at eta soltnar mjólkarvørur. Mjólk og
ostur eru góðar keldur til góð føðslu evni og
hava týdning fyri eini sterkari beina grind. Tað
stóra innihaldið av kalsum í mjólkar vørumog
osti er tann mest týðandi parturin av
beinagrindini. Tilrátt verður, at menn inn taka
3,5 g og kvinnur 3,5 g av kalsium dagligt.
Tørvurin verður nøktaður við at eta/
drekka ½ l av mjólkarvøum dagligt. Um tú
ert við barn, verður tilrátt at eta/drekka
½ - ¾ l av mjólkarvørum dagligt. Um tær
ikki dámar mjólkarvørur, kanst tú taka eitt
dagligt kálktilskot.
Kjøt er, sum mjólkarvørur, ein týdningar-
mikil kelda til til protein. Tilrátt verður eisini
at eta kjøt í soltnum útgávum, sum til dømis
høsnarunga, men eisini fiskur og egg eru
góðar keldur til protein.
Hald aftur við sukri
serliga soda vatni,
søtmeti og kaku
Sukur inniheldur bert orku og
upptekur harvið pláss í maganum fyri
týdningarmiklari matvørum, íð innihalda
vitaminir, mineralir og onnur góð
føðsluevni..
Et fjølbroytt
Eingin matvøra inniheldur einsamøll allar
vitaminir, mineralir og føðsluevni. Tað er
tí týdningarmikið at eta so fjølbroytt sum
gjørligt.
Sløkk tostan í vatni
Vanligt vatn hjálpir til at dekka tørvin á
vætu uttan samstundis at tilføra orku.
Drekk í minsta lagi 1 ½ l av vatni dagligt.
Rør teg í minsta lagi
30 minuttir um dagin
Rørsla gagnar bæði heilsuni og ger teg í
betri lag.
Tú styrkir hjarta, ryggin, magan og
kokubotnin.
Fleirómettað feitt, ið er í fiski, verður nevnt
fiskaoljur ella n-3 feittsýrur. Hesar feittsýrur
eru eisini í øðrum hav súg djórum, og feittsýran
minkar millum annað um vandan fyri at útvikla
blóð tøppar. Hetta er ein av grundunum til, at vit
helst skulu eta í minsta lagi 300 g av fiski um
vikuna. Fiskur verðað býttur í soltnan, hálvfeitan
og feitan fisk.
• Av tí soltna fiskinum kann nevnast toskur,
tun og gedda.
• Kalvi, reyðsprøka, hornfiskur og síl eru dømi
um hálvfeitan fisk.
• Sild, makrel, laksur og állur eru dømi um
feitan fisk.
Tað er ikki nakar serligur munur á fiskaoljunum í
tí ymiska fiskinum.
Harumframt inniheldur fiskur eisini sum heild
nógvar B-vitaminir.
Tað er tó tann feiti fiskurin, ið inniheldur nógv
D-vitamin. Kroppurin hevur tørv á D-vitamin, fyri
at hann harvið kann upptaka kalsium. Kroppurin
hevur tørv á kalsium fyri at uppbyggja ella
stabilisera beinagrindina. Um eitt barn manglar
D-vitamin kann tað føra til rakitis (eingilska
sjúku) og hjá vaksnum kann tað føra til
osteoporose (beinbroyskni). Eisini kann mangul
uppá D-vitamin hava óhepna ávirkan á millum
annað tunglyndi.
Hví er fiskur so sunnur?