Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. oktober 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. oktober · Nr. 147 6 Sosialurin FólkaFlokkur Fastur í bloke Uni Arge – Í dag er gingin ein vika, síð­ an eg fór úr flokkinum, og tað kennist væl at sleppa undan at høggast við nakað, sum er vónleyst. Fólkaflokkurin verður noyddur at lurta eft ir teimum fólkum, sum hava funnist at honum. At Annfinn Kallsberg onki skilir, er væl rættiliga lýs­ andi fyri støðuna. Um flokk­ ur in ikki hevur førleika at flyta seg inn í nútíðina og fremja tær broytingar, sum eru neyðugar, vænti eg, at flokkurin fær fleiri skelkir, tí fleiri hava somu støðu sum eg. Eg eri ikki einsamallur um hetta. Hesa heilsan sendir Poul Michelsen sínum fyrr ver ­ andi floksfeløgum í Fólka­ flokk inum, sum í farnu viku rættiliga kom í andglettin, tá tingmaðurin úr Havn eft ir 40 ára tænastu sendi for­ manninum, Jørgeni Nicla sen, partíkortið og takkaði fyri seg. Hann hevði fingið nóg mikið av, at Fólkaflokkurin ikki fylgdi stevnuskránni, og at minnilutar ferð eftir ferð steðga politiskum málum, ið kunnu flyta Føroyar inn í framtíðina, segði hann. Ongir reformar Poul Michelsen setti ikki ná­ greiniliga orð á, hvat at enda fekk hann at fara, men tað ger hann nú. Hann hevur ver­ ið ónøgdur við støðuna leingi, tí ferð eftir ferð hava týdn­ ingarmikil mál verið blokerað í flokkinum. Eitt dømi var revsilógin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði fyri tingið fyrr í ár, og sum mundi kostað henni hennara polit­ iska lív í flokkinum. Dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir, var ein hend ing hósdagin fyri 10 døg um síðan, tá ein stórur meiri luti í Fólka­ flokk inum var sinnaður at semjast við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um ein kommunal reform, ein skúla­ reform og at leggja eldraøkið út til kommunurnar. – Vit vóru komin so langt, at ein massivur meiriluti var fyri hesum í flokkinum. Men ein lítil minniluti í flokkinum, Annfinn Kallsberg, Jógvan á Lakjuni og Jákup Mikkelsen, hótti restina av flokkinum við so stórum avleiðingum, at flokkurin bakkaði, sigur Poul Michelsen. Tílíkar hendingar eru sam bært Poul Michelsen ikki eindømi í Fólkaflokkinum. Í etiskum málum hevur hann upplivað, at serliga Jógvan á Lakjuni hevur hótt seg til, hvat onnur skuldu meina um etisk mál. Flokkurin, sum sigur seg tryggja tað per sónliga frælsið, hevur á hendan hátt ikki virt egna stevnu, hóast etisk mál eru ein persónligur spurningur og ikki nakað floksmál. – Flokkurin hevur givið eftir fyri hesum lítla minni­ lut anum av yvirberandi or søk um, men hetta hevur und ir grivið so nógv tað, eg standi fyri, at tað gekk bara ikki meira. Ein einstakur mað ur kann ikki taka ein heil an flokk sum gíðsla. Um talan var um Miðflokkin, so var tað nakað annað, tí hann stendur sum flokkur sam­ an um hasi sjónarmiðini í etisk um málum. Men Fólka ­ flokkurin stendur fyri per­ són ligum frælsi, sigur Poul Michel sen. Ongin semja Á skrivstovu síni á heil søl­ uni við Hoyvíksvegin í Havn ger fyrrverandi fólka floks­ maðurin upp, hvat Fólka­ flokkurin er samdur við seg sjálvan um og tí eisini førur fyri at semjast við onnur um. Listin av málum, ið Poul Michelsen reksar upp, er langur, men í ongum av málunum dugir hann at síggja, at Fólkaflokkurin hev­ ur felags stev. – Sjúkan í flokkinum er, at fleiri ynskja radikalar broyt­ ingar, og at nakrir so halda ímóti. Spyrt tú meg, hvat Fólkaflokkurin er samdur um, so síggi eg onga semju um nakað. Hann kann ikki semj­ ast um fiskivinnureform, ikki um burð ar dygd, ikki um um hvørvis mál, ikki um kommunal reform, sum lands­ stýris fólk hjá flokkinum hava slóðað fyri á dugnaligan hátt, ikki um skúlareformin, ikki um stjórnarskipanina, ikki um tjóðskaparmál og heldur ikki um búskaparmál. Eg dugdi bara ikki at síggja, at hetta var vert at vera partur av, sigur Poul Michelsen. Hann leggur tó dent á, at hann vil ikki geva øðrum skyldina fyri, at hann er farin. Hann vil bara vísa á, at tað ber ikki til hjá Fólkaflokkinum at lata nakrar lítlar minnilutar standa á bremsuni í týðandi málum. Samfelagið má telgj­ ast til tann veruleika, Før oy­ ar eru í nú, og tað hjálpir ikki at knarra um blokk niður­ skurðin fyri skjótt 10 árum síðan, sum summir eis ini gera í Fólkaflokkinum, tí tann av­ gerðin er tikin og farin. – Um vit ikki broyta sam fe­ lagið við reformum, so endar tað við, at tann almenni sek­ torurin koppar øllum sam­ felagnum. Politiska skipanin er nú løgst á vinnulívið við hækkaðum avgjøldum, men tað er so øgiliga avmarkað, hvussu leingi tú kanst gera tað, tí vinnan er viðbrekin. Hon kann ikki betala alt í allar ævir, og tann almenni parturin má skilja hetta. Vit mugu hava í huga, at tað er so at siga bara tann privati parturin av føroyska búskapinum, sum hevur tik­ ið alt skrædlið, sigur Poul Michel sen. Ongin stýring Hann fýlist eisini hvass liga á arbeiðslagið í Fólka flokk­ inum. Jørgen Niclasen hevur sum persónur nógv góð evnir, heldur hann, men hann saman sjóðar sum formaður ongan flokk. Tann uppgávan verð ur misrøkt, heldur Poul Michel sen. – Vit fáa løn fyri at vera politikarar, men vit hava í ár ongan fund havt, har vit gjølla hava viðgjørt, hvussu okkara politikkur skal vera, og hvørjar okkara hugsjónir eru. Annfinn Kallsberg sigur, at hann hevur onki problem, og tað sigur kanska alt, tí um hann onki problem hevur, so hevur Fólkaflokkurin onki problem. Men problemið er stórt. So nógv lallarí er í flokkinum, at tað minnir um leti. Flokkurin verður ikki stýrdur, og tað hevur verið niðurgerandi at uppliva, sigur Poul Michelsen. Hann nevnir stjórnar skip­ anarmálið sum dømi um eitt mál, ið flokkurin ongantíð so POLITIKKUR – Spyrt tú meg, hvat Fólkaflokkurin er samdur um, síggi eg onga semju um nakað. Hann kann ikki semjast um fiskivinnureform, burðardygd, umhvørvismál, kommunalreform, skúlareform, stjórnarskipan, tjóðskaparmál, rættarfatan ella búskaparmál. Eg havi leingi verið ónøgdur við arbeiðslagið, men nú bar bara ikki til meira, sigur Poul Michelsen, sum fyri viku síðan meldaði seg úr flokkinum. Nú ætlar hann sær at virka fyri at finna teir meirilutar á tingi, sum vilja arbeiða fyri at gera lógir og karmar, ið svara til tey krøv og avbjóðingar, samfelagið hevur fyri neyðini. Reformar eru alneyðugir, heldur hann