mánadagur 18. oktober 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
Sosialurin
rin er læstur
ringum
mikið sum hevur viljað við
gjørt innanhýsis.
– Fleiri ferðir havi eg roynt
at fingið flokkin at siga, hvat
hann heldur um uppskotið,
men ongantíð er málið komið
til viðgerðar, einamest tí
Ann finn Kallsberg, Jákup
Mikkelsen og helst eisini
Bjarni Djurholm hava bloker
að fyri tí. Tað einasta, eg havi
hoyrt, er kritikkur um, at
tilfeingisgjald hevur staðið
nevnt í uppskotinum. Nú
grein 25nevndin varð vald
aftur, velur flokkurin so
Bjarna Djurholm í nevndina,
hóast hann er einasti ting
maður, sum alment hevur
lát urs gjørt arbeiðið og ikki
vildi atkvøða fyri at seta
grein 25nevndina. Tað fat
aði eg sum eina hevndar
atsókn ímóti mær aftur
fyri stríðið í sambandi við
kommunalreformin
og
skúla reformin, sigur Poul
Michel sen.
Poul Michelsen hevur eis
ini verið misnøgdur við, at
fíggjarlógin ferð eftir ferð
hevur verið pettað sund
ur í fíggjarnevndini, hóast
landsumsitingin hevur sak
køn fólk at gera fíggjar lóg
ina á nøktandi hátt. Hann
hevur verið ímóti at lata
skattalættar, tá búskapurin
hevur verið yvirupphitaður,
hevur havt ilt av bondska
tón anum úr gamla Dag
blað num, sum viðhvørt enn
hoyrist í løgtinginum, og
so hevur hann verið ímóti
hand faring ini av aðal stjóra
setanini í Uttan ríkis ráð num,
har Jørgen Niclasen fekk sín
mann settan í sessin.
– Tilsamans hevur ónøgd
in verið stór, men eg gevi ong
um øðrum skyldina. Eg kundi
bara ikki standa inni fyri hes
um longur. Fólkaflokkurin
er endaður í einum óndum
sirkli av blokeringum, eins og
ABCsamgongan við sínum
innanhýsis blokeringum elv
ir til ábyrgdarloysi og leti.
Framdriftin í samfelagnum
er ov lítil, og boðið upp
á morgindagin er ikki til
staðar. Mín útmelding er
eisini eitt uppróp til allar
politikarar um at finna útav
at samstarva tvørtur um
øll floksmørk, so vit kunnu
koma longri fram á leið. Eg
fari so at samstarva við øll
fyri at fáa teir meirilutar, sum
eru neyðugir fyri samfelagið,
sigur Poul Michelsen.
Ongin tíð
Bæði Annfinn Kallsberg og
Jørgen Niclasen hava nevnt,
at Poul Michelsen er ótolin
politiskt, og at hetta er or
søkin til, at hann er komin
tvørt fyri í Fólkaflokkinum.
Hetta vil Poul Michelsen ikki
hoyra talan um.
– Kommunalreformurin
hevur verið á veg í 30 ár, og
so sita menn enn og siga, at
nú skulu vit bara taka tað
róligt. Tað haldi eg ikki, vit
skulu gera, tí vit eru í eini
kreppu, og tá má ferð setast
á at loysa trupulleikarnar
í samfelagnum. Vit mugu
taka avgerðir. Fólkaflokkurin
er kanska tann mest kon
servativi flokkurin av øllum,
og tað hóskar ikki saman
við tí, hann eigur at standa
fyri. Hann skuldi staðið fyri
framdrift. Tað mátti sagt eitt
sindur, at vinnulívsmenninir
í flokkinum hava markerað
sína ónøgd seinastu dagarnar,
meðan nakrir skúlalærarar
leggja seg afturá og siga,
at alt gongur fínt. Tað ger
tað bara ikki, sigur Poul
Michelsen.
ua@sosialurin.fo
Poul Mikkelsen takkaði í farnu viku fyri
seg eftir 40 ár sum limur í Fólkaflokkinum.
– Fólkaflokkurin er endaður í einum
óndum sirkli av blokeringum, eins og
ABC-samgongan við sínum innanhýsis
blokeringum elv ir til ábyrgdarloysi og leti
farvæl