mánadagur 18. oktober 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
12
Sosialurin
Føroya Symfoniorkestur
Konsertirnar verða leyg ar
dagin 23. oktober í Christ
ians kirkjuni klokan 1600 og
í Vesturkirkjuni sama dag
klokkan 2000. Á skránni eru
árstíðirnar
eftir
Antonio
Vivaldi, Chacony eftir Henry
Purcell, Air eftir J. S. Bach,
Sæterjentens Søndag eftir
Ole Bull og Chanson de Nuit
eftir Edward Elgar.
Í árstíðunum av Vivaldi
fara vit at møta fýra før oysk
ar violinsnidlingar, sum fara
at spæla soloirnar í verkinum.
Sámal Petersen spælir várið,
Øssur Bæk summarið, Rúni
Bæk heystið og Rúni Søren
sen veturin. Teir eru allir
violinistar, har tann fyrsti
er konsertmeistari fyri FSO,
Øssur er leiðari av Vestjysk
En semble, Rúni er limur í
Danmarks Radios Sym foni
orkester og Rúni Søren sen er
konsertmeistari og leiðari av
Sjællands Symfoniorkester.
Saman við teimum spælir
partur av strúkarunum í Før
oya Symfoniorkestri.
Um árstíðirnar og
Antonio Vivaldi
(1678-1741)
Vivaldi var prestur og violin
leikari. Hann var nevndur il
preto rosso, reyði presturin,
tí hann var reyðhærdur,
men var ógvuliga sjúkligur
og ringur av astma, so hann
kundi ikki messa, so hann
gjørdist
komponistur
og
ferð andi violinleikari. Tað
er ikki lítið hann hevur
lagt úr hondum, einar 400
violinkonsertir, 136 kamar
konsertir, 56 kirkjulig kór
verk og 46 operair. Men
mest kenda verk hansara
eru Tær fýra árstíðirnar,
skriv aðar
yvir
yrkingar,
sum hann møguliga sjálvur
hevur gjørt, men sum nú ikki
finnast. Hetta verkið, Tær
fýra árstíðirnar, er tað sum
nærmast kemur “programm
musikki”; tað merkir, at nakað
verður myndað við tónleiki.
T.d. er veturin kryddaður
við staccato í høgu streingja
instrumentunum og minna
um ísakaldar regndropar,
með an um summarið hoyr
ist torusláttur. Vit skulu
minn ast, at hetta er italskt
veðurlag hann avmydar.
Hvør partur verkinum
hev ur tríggjar satsir við ein
um seinførum satsi millum
teir báðar skjótu.
Umframt Tær fýra árstíð
ir nar er á skránni nakrir
vælkendir
gimsteinar
innan klassiska tónleikin.
Fyrst
Chaconny
eftir
Henry Purcell, (16591695)
eitt sera tignarligt verk úr
barokktíðini lagt til rættis
fyri strúkarar og cembalo
av Benjamin Britten. Tað er
soleiðis við barokktónleiki,
at
hann
er
“absoluttur”,
ella tónleikur burturav og
hevur oftast bert heiti frá
ymsum dansirútmum sum
Allemande, Gigue, Pavane,
Gavotte o. s. fr. Hetta merkir
oftast bert, hvør rútmu
sundurbýtingin er. um hon
er tvey, trý, ella fýradeild
ella annað.
Annað verkið er vælkenda
Air eftir Johan Sebastian
Bach. Verkið er í dag mest
kent sum Air fyri gstreingin
á fiólini, men upprunaliga var
tað skrivað til stuðulsmann
hansara Leopold av Anholt,
prinsi, umleið 1720 og tá sum
partur av størri suitu fyri
strúkarar.
Triðja
verkið
er
Sæterjentens Søndag eftir
Ole
Bull
(18101880).
Ole
Bull var norðmaður og var
kendur violinsnidlingur, sum
ferðaðist um stóran part av
heiminum og var næstan eins
kendur og Paganini. Verkið,
sum verður framført, er eitt
sera romantiskt verk, gjørt
yvir eina yrking av J. Moe, um
gentuna, sum er farin niðan á
“sæteren”, at ansa neytunum
um summarið. Hagar var
so langt at ganga, at hon
ikki kundi fara omanaftur,
men mátti vera har einar
tríggjar fýra mánaðir. Nú er
sunnudagur, og hon hoyrir
kirkjuklokkuna ringja, og
so droymir hon um fólkið,
sum er á veg í kirkju og
serliga um Odd. Har plagdu
tey bæði at sita í loynd og
eygbera hvønn annan undir
gudstænastuni.
Fjórða verkið er eftir
enska
tónaskaldinum
Edward Elgar (18571934) og
kallast Chanson de Nuit.
Heldur løgið, at eitt enskt
verk hevur franskt heiti,
tí tónasetarin hevði ikki
givið verkinum nakað navn,
men helt tað kundi kallast
vesper, ein katólsk kvøldbøn
við sólsetur; men útgevarin
Novello helt, at tað fekk
størri sølu, um verkið hevði
eitt franskt heiti.
Samanumtikið ein sera
áhugaverd konsert, sum her
verður boðin áhoyrarunum
av Føroya Symfoniorkestri.
Hósdagin tann 21. ok
tob er kl. 16 verður bókin
GULLGENTAN
eftir
Hanus Kamban løgd fram
í Norðurlandahúsinum.
Rithøvundurin hevur
tað seinasta árið hildið
til í býnum Freiburg í
Suðurtýsklandi. Býurin
liggur í statinum Baden
Württemberg, við at kalla
11 milliónum av íbúgv um.
Freiburg er ein so kall
aður “grønur” býur, við
góðum sporvognsneti,
stórum bilfríum miðøki
og reinum vatni, skol
andi gjøgnum veitir í
høvuðsgøtunum.
Frei
burg fekk fyri nøkrum
ár um síðani eina euro
pe iska virðisløn fyri sína
fagurfrøðiliga og um
hvørvisliga frálíku býar
skipan.
Borgmeistarin
er jødi.
GULLGENTAN
er
eitt
savn
við
tíggju
stutt søgum. Tær flestu
av søg unum eru skriv
aðar í Freiburg, stuttan
tein frá, har skógurin
Schwarzwald
tekur
við. Tekstirnir umboða
eina snaring í Hanusar
søgukynstri, soleiðis at
skilja, at lesarin í teim
um verður leiddur út
ígjøgnum
veruleikans
dyr – og inn í dreym,
søgn, ævintýr og fram
tíð.
Permumyndin er eftir
ta ungu listakvinnuna
Silju Strøm, sum somu
leiðis
hevur
tríggjar
mynd ir inni í bókini.
Tiltakið
er
skipað
so leiðis, at høvundurin
fyrst sigur nøkur orð um
býin Freiburg, har hann
nemur stutt við mentan
og heimspeki og við tann
serliga týska áhugan fyri
Norðurlondum.
Síðani sigur hann
nøk ur
orð
um
bók
ina. Tekstirnir í GULL
GENT UNI eru ógvuliga
ymiskir, men aftan fyri
teir eru nøkur yvirskipað
motiv og tankamynstur,
sum neyvan við fyrsta
lesnaðin eru so sjónlig,
men sum gera bókina
til eina heild. Nøkur av
hesum motivum tekur
høvundurin fram í síni
umrøðu. Til seinast lesur
hann nøkur brot upp, og
at enda fáa fólk høvi til
at seta spurningar.
Fólk fáa somuleiðis
høvi til at keypa bókina
fyri ein lagaligan prís.
Um fólk vilja, setir høv
undurin sín autograf í
bókina.
Øll eru vælkomin.
Til takið, sum er ókeypis,
varar o.u. ein tíma.
Hanus Kamban
í Norður landa
húsinum
Tað nýggja søgusavnið
GULL GENTAN verður lagt
fram 21. oktober kl. 16
Fýra føroyskir
úrmælingar
framføra
Árstíðirnar
Sámal Petersen, Øssur Bæk, Rúni Bæk og Rúni Sørensen allir leikandi á
violin framføra í næstum saman við strúkarunum í Føroya Symfoniorkestri,
tvær forkunnugar konsertir í ávíkavist Christianskirkjuni og Vesturkirkjuni