Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. oktober 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 18. oktober · Nr. 147 Sosialurin Randi Jacobsen 28. september vóru tveir før­ oysk ir elektrikarar fyri ein­ um arbeiðsóhappi á Karsten­ sens Skibsværft í Skagen. Teir skuldu seta upp eitt el­skáp og høvdu sjálvir tikið nakr ar tryggingar burtur. Skápi stóð skeivt, og tá ið teir í hond ætlaðu at skumpa skáp ið upp á pláss, fingu teir tað 800 tons tunga skápið nið ur yvir seg. Menninir vóru hepnir, at teir sluppu við at bráka ryggja geislar. John Eli Olsen, stjóri í El­Service á Skála sigur, at óhappið ikki var nakað óvan­ ligt, hóast hetta er fyrsta ó happ hjá El­Service í 19 ár. Arbeiðseftirlitið fór bein­ an vegin eftir El­Ser vice og kravdi, at nakrar man n a­ gongd ir v órðu settar í verk. ­ Onkur krøv vóru í lagi, men arbeiðseftirlitið vis­ ti ikki, at vit hava ISO 9000 góðkenning og manna gongd­ ir, sum helst eru tær bestu í Norð ur londum, sigur John Eli Olsen. Eftir óhappið hava tey í El­ Ser vice gjøgnumgingið man na gongdir aftur, og tær eru nú enn betri, so vandin fyri óhappi er minni nú, sigur John Eli Olsen. Teir báðir menninir eru royndir og hava arbeitt hjá El­ Ser vice øll árini. Eftir óhappið vórðu teir sjúkra meld aðir í nakrar vik­ ur, men John Eli Olsen vil hava teir at binda frið longri enn so, tí skaðar í rygginum eru ikki til at spæla við. Komnir heim sjúkrameldaðir Tveir føroyingar, sum í starvi hjá El-Service á Karstensens Skibsværft í Skagen í Danmark, fingu eitt el-skáp niður yvir seg, brákaðu sær ryggjageislar og eru sjúkrameldaðir. Hetta er fyrsta óhapp hjá El-Service i Danmark í 19 ár Dekksølan brann í grund Stóra dekksølan Pitstop hjá Gunnari Justinussen í Hafnarfirði í Íslandi brann í seinastu viku í grund. Politiið heldur, at eldurin var ásettur Randi Jacobsen Mikunáttina kom eldur í stóru dekkgoymsluna hjá Gunn ari Justinussen í Haf nar firði. Tað var eitt ordans bál, tí goymslan var full av vetra dekk­ um, sum øll kol að ust upp. Log ar­ nir stóðu minst 20 metrar upp í luftina. ­ Tað var so óheppið, at goymslan var full av vetr ar dekk um, sum vit æt laðu at selja, nú veturin nær k­ ast. Alt annað varð tikið út, sig ur Gunnar Justinussen. Hann eigur dekksøluna Pit­ stoop við Rauðhellu í Hafnarfirði. Eldurin var sløktur, men kyk­ naði aftur miku morg unin. Nógv fólk Eldurin var so stórur, at sløkki­ liðið kom við allari síni út gerð, og 40 sløkkiliðsfólk vóru við til at sløkkja. Goymsl an brann tó í grund. Leingi bar sløkkiliðið ótta fyri, at eldurin fór at breiða seg til grannalagið, men veð ur gudarnir vóru vinar ligir het ta kvøldið. Gunnar Justinussen met ir, at virðir fyri umleið 15 milliónir krónur eru farin upp í royk. Sjálvt um Ísland ikki long­ ur er nakað eldorado longur, hev ur Gunnar Justinussen ong ar ætlanir um at gevast við virksemi sínum í Íslandi. Men tað er truplari nú. Hann var staddur í Før oyum, tá ið hann fekk boð ini, men skundaði sær beinan vegin til Íslands. Brandmúrurin helt Húsið, sum brann, var í tveim um. Onnur helvtin var dekk goymsla og hin helvtin verk staður. Brandveggur var ímillum, og haon helt, so verkstaðurin hevur ikki fing ið skaða. Gunnar Justinussen hev ur longu leigað onnur høli til dekk­ ini at brúka, meðan hitt verður bygt uppaftur. ­ Tað arbeiði er longu farið í gongd. Arbeiðsloysið í Ís landi er stórt, og tí er lætt at fáa arbeiðsmegi, sigur stjór in. Goymslan var tryggjað, men ikki fult tryggjað. Gunn ar Justinussen vænt ar, at trupult verður at endur nýgg ja alla goymsluna. ­ Hetta er ein vanlukka fyri meg, sigur Gunnar Justinus sen. Enn eru eingi prógv fingin fyri, hvør orsøkin var til eld in. Politiið arbeiðir út frá tí teori, at eldurin var ásettur av onkrum íslendingum, full um av vreiði inn á kreppuna. Logarnir vóru himmalhøgir Mynd: Július Sigurjónsson