Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. oktober 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. oktober · Nr. 147 14 Sosialurin Árni Joensen Grønland: Tað er andstøðu­ flokkurin Siumut, sum er komin við teirri álvarssomu skuldsetingini. Upprunaliga varð tosað um vina­ og kenn ingapolitikk, men nú er Siumut­formaðurin, Aleqa Ham mond, farin at brúka orð ið korrupsjón. Kjarnin í málinum er, at Kuupik Kleist, lands stýr­ is formaður, og Ove Karl Berthel sen, landsstýrismaður í rá evnis málum, eru sera nær tengdir at leiðsluni í náms felagnum Greengems, sum hevur fingið loyvi frá lands stýrinum at leita eftir smaragd um. Grethe Kramer Berthelsen, sum er gift við Ove Karl Berthelsen, er stjóri og nevndarlimur í felagnum, og Aviâja Vandersee, sum er sambúgvi hjá Kuupik Kleist, er nevndarformaður. Tær báðar komu í leiðsluna í felagnum fyri teir báðar, tá verandi landsstýri bleiv skipað. – Eg vil hava nevndina at taka støðu til, um manna­ gongdin í hesum máli ikki er vina­ og kenningapolitikkur og korrupsjón ella júst tað, sum landsstýrið skuldi rudda av vegnum, sigur Aleqa Hammond við tíðinda­ stovuna Ritzau. Hon leggur afturat, at hon sóknast eftir politiskari og moralskari á byrgd. Úr leysum lofti Over Karl Berthelsen var ikki á fundinum, tá landsstýrið viðgjørdi umsóknina frá Green gems um at sleppa at leita eftir smaragdum. Tað hevur landsstýrið upplýst, men einki varð sagt um Kuupik Kleist í tí sambandi. Lands stýris formaðurin sigur, at hann hevur einki ímóti, at málið verður kannað. – Tað er í fínasta lagi, at tey vilja hava málið kannað. Eg haldi, at tey skulu koma við øllum teimum avdúk ing­ um, sum tey siga seg hava, og at málið skal kannast sum skjótast, sigur Kuupik Kleist. Landsstýrisformaðurin leggur afturat, at skuldset­ ingøarnar hjá Siumut­for­ mann inum eru tiknar úr leysum lofti, og at alt er farið rætt fram. arni@sosialurin.fo Handilslærlingur Vit sóknast eftir lærlingi til HVS deildina hjá P/F Mariu Poulsen, Smyrilsvegur 8 Vit kunnu bjóða: Eitt spennandi starv, við dagligum avbjóð­ ingum og góðum arbeiðsumhvørvi. Førleikakrøv: FHS ella HH er ein treyt fyri at byrja sum lærlingur í handilsvinnuni. Vit vænta at tú ert: Røsk/raskur, fyrikomandi og von/vanur við at fáast við fólk. Harafturat er tað ein fyrimunur um tú hevur aðrar royndir ella útbúgvingar innan handilsvinnuna, men hettar er eingin treyt. Seinasta freist at senda umsókn við prógvum er 31. oktober 2010. Eru spurningar, eru tygum altíð vælkomin at ringja á tel 31 20 00 – Símun Askham. Box 182 · FO-110 Tórshavn Kuupik Kleist lagdur undir korrupsjón Ein nevnd hjá grønlendska Landstinginum skal nú taka støðu til, um landsstýris­ formaðurin og ein av landsstýrismonnunum eru sekir í korrupsjón Aleqa Hammond, formaður í Siumut Kuupik Kleist, landsstýrisformaður Ove Karl Berthelsen, landsstýrismaður í ráevnismálum