mánadagur 18. oktober 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Feburar 2007:
Tom Hicks og George Gillett
keypa Liverpool og lova at byggja
nýggjan leikvøll. Spakin skal
setast í innan 60 dagar.
Maj 2007:
Liverpool er í Champions League
finaluni, men tapur 2-1 ímóti AC
Milan. Eftir finaluna lova Hicks og
Gillett at venjarin, Rafael Benitez,
fær nógvar pengar at brúka upp
á leikarar. Millum keypini eru
Fernando Torres, Ryan Babel og
Yossi Benayoun.
NoveMbur 2007:
Rafael Benitez og eigarnir
kunnu ikki einast um leikarar,
ið skulu keypast í komandi
flytingarvindeyganum. Benitez
er í øðini.
jaNuar 2008:
Tom Hicks viðgongur, at hann
hevur roynt at fingið Jurgen
Klinsmann til at avloysa Benitez.
Fjeppara felagið Spirit of
Shankly(SOS) verður stóvnað sum
eitt mótspæl til Hicks og Gillett.
jaNuar 2009:
Rafael Benitez í øðini, tí hann ikki
sleppur at nýta pengarnar hann
fær fyri at selja Robbie Keane.
jaNuar 2010:
Sonurin hjá Tom Hick, sum er
nevndarlimur í Liverpool, leggur
frá sær. Hann hevur spilt ein
Liverpool viðhaldsmann hjá
Liverpool út á einum telduposti.
apríl 2010:
Tom Hicks og George Gillett seta
Liverpool til sølu. Teir fáa Martin
Broughton inn í leiðsluna fyri
at finna ein keypara og umsita
søluna.
auguSt 2010:
Kenny Huang úr Kina og Yahya
Kirdi úr Sýria vísa sína áhuga,
men einki boð kemur á borðið
5. oktobur 2010:
Liverpool boðar frá, at teir hava
góðtikið eitt boð frá New England
Sports Ventures. Hicks og Gillett
gera alt fyri at steðga søluni.
Sakin endar í rættinum
12. oktobur 2010:
Rætturin í London gevur
Liverpool viðhald, samstundis
kemur Peter Lim úr Singapor við
einum boðið uppá felagið, ið er
hægri en tað hjá NESV.
13. oktobur 2010:
Ein rættur í Texas gevur Hicks og
Gillett viðhald og sølan er fyribils
steðgað.
14. oktobur 2010:
Rætturin í London staðfestur, at
rætturin í Texas onga heimild at
steðga søluni.
15. oktobur 2010:
Liverpool er selt NESV fyri 2,5
milliardir krónur. Tom Hicks lovar
at hetta er ikki endin á hesum
málinum.
Tróndur Arge
Liverpool
Høvðussøgan í fótbóltsheiminum
seinastu vikuna hevur verið um
søluna av Liverpool. Í februar 2007
keyptu Tom Hicks og Geroge Gillett
Liverpool. Teir áttu eisini íshockey
liðini Dallas Stars og Montreal
Canadiens umframt Baseball liðið
Texas Rangers. Teir lovaðu nýggjan
leikvøll og at styrkja um liðið. Alt
hetta uttan at seta felagið í skuld.
liverpool til sølu
Í apríl 2010 varð Liverpool sett til
sølu aftur. Ongin nýggjur leikvøllur,
leiðslan í felagnum er at kalla óar
beiðsfør, felagið hevur eina met
skuld uppá góðar tvær milliardir
krónur, venjarin er í øðini, tí hann
ongar pengar sleppur at nýta, og
á vøll inum gongur illa. Liverpool
endar á sjeynda plássi, røkkur ikki
Champions League fótbólti og Roy
Hodgson loysir Rafael Benitez av.
Inn kemur eisini Martin Broughton,
sum verður settur til at finna ein
keypara og umsita søluna.
Hvussu nógv er
felagið vert?
Tom Hicks og George Gillett meta
felagið verða vert góðar 6 milliardir
krónur, meðan Martin Broughton
og hinir í leiðsluni meta felagið
ikki verða vert meir enn góðar 23
millardir. Tað gongur illa at finna
nakran keypara og Royal Bank of
Scotland, sum umsitur eitt lán hjá
Hicks og Gillett uppá góðar tvær
milliardir, setur 15. oktobur sum
dead line fyri at gjalda skuldina
aftur.
kríggj í leiðsluni
Fyrr í hesum mánaðinum velur
ein meiriluti í Liverpool leiðsluni,
Martin
Broughton,
Christina
Purslow og Ian Ayre, at taka av
einum boðið frá NESV upp á góðar
2,5 milli ard ir. Minnilutin, Tom Hicks
og George Gillett, meta at prísurin
er alt ov lágur og teir gera alt fyri
at steðga søluni. Sakin endar í rætt
inum í London. Meirilutin vinn ur,
men dagin eftir avgerð ein rætt
ur í Texas, at sølan ikki er farin
rætt fram. Fríggjadagin kemur so
staðfestingin, rætturin í London
av gerð enn eina ferð, at sølan er
far in rætt fram, og Liverpool er selt
NESV fyri 2,5 milliardir krónur.
NeSv lovar einki
Nýggju eigararnir vóru á Goodison
Park í gjár og sóu Liverpool tapa
greitt fyri Everton. Teir hava mót
satt Tom Hicks og Geroge Gillett
valt at halda kortini tætt at kropp
inum og hava ikki sett tøl ella
tíðar skeið á nakað. NESV hevur
inn fríðað skuldina, so felagið er
skulda frítt. Tó hevur John W. Henry
staðfest eitt:
– Tað er langur vegur á mál!
Tað segði hann eftir, at rætturin
í London hevði givið grønt ljós fyri
søluni. Liverpool liggur á 19. plássi
og spælið er út av lagið vánaligt.
So er spurningurin nær Liverpool
kemur fram á gylta himmalin hinu
megin ódnina.
trondur@sosialurin.fo
Tíðin hjá Hicks og
Gillett í Liverpool
Gylti himmalin
Premier League Í kenda sanginum hjá Gerry and the Pacemakers syngja Liverpool
viðhaldsfólkini um gylta himmalin, ið er fyri endan av ódnini. Liverpool er at síggja til mitt
í ódnini, men spurningurin er nú um nýggju eigarnir, New England Sports Ventures við
John W. Henry og Tom Werner á odda, kunnu leiða Liverpooll burturúr ódnini og inn í bláa
himmalin. Á vøllinum sær einki út og søguríka felagið liggur næstniðast á stigatalvuni
Spaniólin, Mikel Arteta, hevur júst banka bóltin í netið
aftanfyri landsmannin, Pepe Reina. 2-o til Everton, ið
eisini gjørdist endaliga úrslitið sunnudagin
Liverpool venjarin, Roy Hodgson,
hevur als ikki havt eina góða
byrjan uppá nýggja starvið.
Liverpool liggur nú á næstaftasta
plássinum í Premier League
Liverpool leikararnir hanga við høvdinum á Goodison
Park. Serliga álops essið hjá teim reyðu, Fernando Torres,
tykist hava tankarnar á heilt ørðum staði fyri tíðina
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Chelsea
8
6
1
1
23-2
19
2
Manchester City
8
5
2
1
12-5
17
3
Arsenal
8
4
2
2
18-10
14
4
Manchester United
8
3
5
0
18-11
14
5
Tottenham
8
4
2
2
10-7
14
6
West Bromwich
8
3
3
2
11-14
12
7
Bolton
8
2
5
1
12-12
11
8
Aston Villa
8
3
2
3
9-12
11
9
Stoke
8
3
1
4
9-11
10
10 Blackpool
8
3
1
4
13-18
10
11 Everton
8
2
3
3
8-7
9
12 Fulham
8
1
6
1
9-9
9
13 Wigan
8
2
3
3
6-15
9
14 Newcastle
8
2
2
4
12-12
8
15 Sunderland
7
1
5
1
7-7
8
16 Blackburn
7
2
2
3
7-8
8
17 Birmingham
8
1
4
3
8-12
7
18 Wolverhampton
8
1
3
4
8-13
6
19 Liverpool
8
1
3
4
7-13
6
20 West Ham
8
1
3
4
6-15
6
NeSv:
New eNglaNd SportS veNtureS
var stovnað í 2001 av John W. Henry, Tom Werner,
Les Otten og The New York Time Company.
NESV eigur og rekur amerikanska
baseball felagið Boston Red Sox.