mánadagur 18. oktober 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað var lagt upp til ein oddadyst í
Kollafirði í gjár.
Men at siga, at talan var um ein
oddadyst, er at taka í so rívan til.
Tí tað var eingin oddadystur í
Kollafirði.
– Vit vóru rætt og slætt bukaðir
av. Sjálvsálitið var kanska ov stórt
undan dystinum, og vit fingu ein
ordiligan frammaná beinanvegin,
sigur Suni Johannesen, KÍF.
Neistin smurdi kollfirðingarnar
av. 16-26 vísti stóran talvan við
teimum reyðu bókstavunum, tá
dysturin var liðugur.
Skrædnaði beinanveg
Neistin vann sær eina leiðslu á
fimm mál beinanvegin.
Orsøkin var fremst av øllum, at
kollfirðingarnir vóru lítið neyvir
í álopsspælinum. Fleiri óneyvar
send ingar og skeivar avgerðir eyð-
kendi álopsspælið.
Umframt tað, so spældi Ári
Egason Dam, sum vardi málið hjá
Neistanum, sera væl, og hann vardi
fyri óteljandi atsóknum hjá heima-
liðnum.
Neistin tók av og vann sær
greiða leiðslu.
– Vit røkja ikki okkara innan-
hýsis uppgávur á vøllinum. Vit
hava fingið eina flúgvandi byrjan
í hesum kappingarárinum. Eg skal
ikki siga, at vit ikki væntaðu okkum
ein torføran dyst, men úrslitið
prógv ar, at tað restar nógv í, um
vit skulu enda ovast, sigur Suni
Johannesen.
Heimaliðið fekk ikki fleiri enn
seks mál í fyrra hálvleiki. Tá hevði
Neistin longu skotið 16 mál.
Áki er við aftur
Neistin hevur tikið um endan, har
teir sleptu í farna kappingarári.
Hópurin er lítið broyttur, uttan
so, at fleiri av ungu leikarunum
gera nú av álvara um seg. Rósing
Ras mussen skeyt fýra mál í gjár,
Bartal Hansen vardi málið eina
løtu og Guðfinnur Thorsteinsson
var eisini á vøllinum.
Áki Mørk, sum hevur verið
stuðulsleikari í fleiri ár, hevur verið
skaddur seinastu vikurnar, og hann
var fyri fyrstu ferð á vøllinum í hes-
um kappingarárinum í gjár.
David Edvardsen var toppskjútti
í bestu deildini í 2009/2010. Hann
er ikki byrjaður eins væl í ár, men
hann var toppskjútti í gjár við átta
málum.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Gestirnir úr Klaksvík vunnu
seg fram um í fyrsta álopinum,
men síðan runnu teir bara
aftaná.
Tað verður eisini uppgávan
hjá Team Klaksvík í hesum
kapp ingarárinum. At renna
aftaná.
Fyrstu fýra landskapp ing-
ar dystirnir benda ikki á, at
klaksvíkingur fara at standa
hin um liðunum kurl yvirhøvur.
Men ábyrgdarmenninir hava
eisini gjørt greitt, at liðið er í
fyrsta umfari við fyri at læra.
StÍF
vann
32-19.
Hálv-
leiksstøðan í høllini á Skála
var 15-7.
Jørmund
Joensen,
StÍF,
var mest eyðsýndur. Hann
stóð fyri átta av málunum hjá
heima liðnum.
uni@sosialurin.fo
Team
Klaksvík
tapti aftur
Hondbóltur Klaksvíkingar
eru fyrst og fremst við fyri at
læra. Tað verður hugsað um
menningina av spælarunum, og
ikki so nógv um úrslitni. Hesa ferð
taptu uppflytararnir 32-19
Savnsmynd
KÍF - Neistin 16-26 (6-16)
Dómarar: Sámal Paulason og Kári Hansen
Áskoðarar: 350 fólk
10 min.: 2-7
20 min.: 4-12
40 min.: 8-18
50 min.: 11-22
KÍF: Andrias Nielsen 4, Ási Dam 4 (1), Regin Petersen 3, Ingi Johannesen 1, Tony Weyhe 1, Rúni Joensen 1 (1),
Jákup Trygvason 1.
Neistin: David Edvardsen 8 (2), Ingi Olsen 6, Rósing Rasmussen 4, Heini Hanusarson 3, Sjúrður Thomassen 2,
Jákup Apol 1, Jón Ludvík 1.
Útvísingar: KÍF 5 – Neistin 5.
StÍF - Team Klaksvík 32-19 (15-7)
Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar Simonsen
Áskoðarar: 214 fólk
10 min.: 5-2
20 min.: 11-4
40 min.: 21-9
50 min.: 27-13
StÍF: Jørmund Joensen 8, Jógvan Berg 6, Marius Joensen 4 (2), Leivur Justinussen 4, Jóanes Prestá 3, Jógvan G.
Joensen 3, Fríði Djurhuus 2, Jákup Berthelsen 1.
Team Klaksvík: Zarko Pejovic 10 (4), Dánjal Kjærbo 3, Andrias Ellingsgaard 3, Sámal Olsen 2,
Steffan Kalsø 1.
Útvísingar: StÍF 3 – Team Klaksvík 6
Stuðulsleikarar
mangla
KÍF kennir sviðan av, at fótbóltskappingin framvegis ikki er liðug.
Gert Hansen og Arnbjørn Hansen hava verið lítið við seinastu
umførini, tí teir eru knýttir at hópinum hjá EB/Streymi, sum stríðist
um meistaraheitið. Harafturat verður Agnar Joensen ikki tøkur fyrr
enn um góðar tríggjar vikur, tí vestmenningurin hevur spælt við VÍF í
hesum kappingarárinum. Tá siga lógirnar, at tú skal bíða í ein mánað,
áðrenn tú kann spæla fyri nýggja felagið. Sorl!
Hondbóltur Neistin staðfesti væl og virðiliga sína støðu
sum besta mansliðið í landinum. Verandi greipuvinnararnir
vunnu við 10 málum, tá teir vitjaðu í Kollafirði
Teir bláu úr Neistanum, rætt og slætt sorlaðu kollfirðingar
Mynd: Álvur Haraldsen