mánadagur 18. oktober 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Aftur eitt gullheiðursmerki legðist
afturat rúgvuni hjá Jens Eriki
Rasmussen um vikuskiftið.
Hann hevur átt týðandi leiklut
í uppflytingini hjá 07 Vestur í ár.
Bóltsnillingurin hevur verið lið
skipari hjá vágamonnum, sum
tryggj aðu sær gullmerkini leygar
dagin.
Jens Erik Rasmussen hevur
spælt allar dystirnar hjá 07 Vestur
í hes um kappingarárinum.
– Eg ætli mær at halda fram, so
leingi hugurin er til tað, og eg eri
førur fyri at spæla. Tað eri eg fram
vegis, so eg fari nú at fyrireika meg
til kappingarárið í Vodafonedeildini,
sigur Jens Erik Rasmussen.
Ungt lið
Jens Erik Rasmussen hevur roynt
nógv sum fótbóltsspælari.
Hann hevur spælt við MB, HB,
FS Vágum, TB, B36, SÍ, og seinastu
trý árini hevur hann umboðað 07
Vestur.
Rasmussen er eisini skrásettur
fyri 25 altjóða landsdystir og tvey
mál.
Nú er hansara uppgáva at hjálpa
teimum
ungu
vágamonnunum,
sum ætlandi skulu mynda felagið
í fram tíðini.
– Tað eru fleiri ungir og dugna
ligir spælarar, sum helst fara at
gera seg galdandi í framtíðini. Tað
sær spennandi út, sigur Jens Erik
Rasmussen, sum skeyt tvey av mál
unum, tá 07 Vestur vann 40 móti
Víkingi. Bæði vóru við brotssparki.
Jens Erik Rasmussen er ikki
bilsin av, at liðið vann næstbestu
deildina í ár, framman fyri KÍ og
TB, sum vóru skýrd av hava góðan
møguleika at vinna gullmerkini.
– Vit hava gjørt stór framstig
gjøgnum kappingina, og tað er
uppi borið, at vit eru fremstir. Vit
hava verið støðugir, og stigatalvan
prógvar, at vit hava verið bestir,
vísir Jens Erik Rasmussen á.
Uni Holm Johannesen
Fótbóltssambandið hevur givið
tvørámonnum greið boð.
Um graslíkið ikki verður
skift, og umstøðurnar kring
vøll in verða batnaðar munandi,
sleppur TB ikki at spæla sínar
heimadystir á Sevmýri í 2011.
Tað er lítið sannlíkt, at fel
agið fer at gera so ógvusligar
ábøtur á vøllin.
Felagið hevur ikki fíggjarliga
orku.
Til Hvalbiar
Jóan Petur Olgarsson, formaður
í TB, hevur sagt alment, at
leiðslan fer væntandi at spyrja
seg fyri í Hvalba, um Royn og
tvørámenn kunnu samstarva
um grasvøllin í bygdini.
Hin møguleikin er at spæla
í Vági.
TB fer at kanna allar møgu
leikarnar, skrivar heimasíðan
hjá tvørámonnum.
– Felagið fer óivað at royna
allar møguligar leiðis, áðrenn
avgerðin verður tikin. Vit
vóna, at tá alt kemur til alt,
at hini feløgini vísa Tvøroyrar
Bólt felag vælvild, eins og vit
altíð hava roynt at vísa øðrum,
skriv ar heimasíðan.
TB vann 51 móti næstbesta
liðnum hjá NSÍ í seinasta lands
kappingardystinum á gamla
graslíkisvøllinum.
Fótbóltsfelagið á Tvøroyri
er eitt stórt felag við stórari
ungdómsdeild, og tí verður
spurningurin, um vøllurin í
Hvalba, ella í Vági, kann hýsa
øllum fótbóltsspælarunum á
Tvøroyri.
uni@sosialurin.fo
Virðiligt farvæl
1. deild Tað er lítið og einki
sum bendir á, at TB fer at spæla
sínar heimadystir á Sevmýri í
2011. Tvørámenn vunnu stórsigur
í seinasta dystinum á gamla
graslíkisvøllinum á hesum sinni
Jens Erik
heldur fram
Fótbóltur 42 ára gamli Jens Erik Rasmussen hevur skotið
flest mál í næstbestu deildini í ár. Hann hevur verið ein av mest
eyðsýndu monnunum hjá 07 Vestur, og hann fer nú at fyrireika
seg til aftur eitt kappingarár millum teir bestu í Føroyum
FAKTA:
Navn: Jens Erik Rasmussen
Felag: 07 Vestur
Pláss: Miðvøllur og framherji
Yrkisleið:
1991: MB, Vdf., 11 dystir / 3 mál
1992: HB, Vdf., 14 d. / 3 mál
1993: MB, 1. d., 18 d. / 12 mál
1994: FS Vágar, 1. d., 12 d. / 10 mál
1995: FS Vágar, Vdf., 1 d. / 1 mál
1995: TB, Vdf., 11 d. / 3 mál
1996: FS Vágar, Vdf., 24 d. / 11 mál
1997: HB, Vdf., 24 d. / 14 mál
1998: HB, Vdf., 28 d. / 6 mál
1999: HB, Vdf., 27 d. / 7 mál
2002: FS Vágar, 1. d., 27 d. / 14 mál
2003: FS Vágar, Vdf., 25 d. / 4 mál
2004: B36, Vdf., 12 d. / 2 mál
2005: SÍ, 2. d., 16 d. / 14 mál
2006: SÍ, 1. d., 20 d. / 5 mál
2007: SÍ, 1. d., 27 d. / 8 mál
2008: 07 Vestur, 1. d., 28 d. / 21 mál
2009: 07 Vestur, Vdf., 26 d. / 12 mál
2010: 07 Vestur, Vdf., 28 d. / 17 mál
kelda: faroesoccer.com
Vinnarirnir av 1. deild 2010 og uppflytarar: 07 Vestuur
Mynd: Álvur Haraldsen
Út av lagið vánaligi vøllurin á Sevmýri, verður nú
enduliga kolldømdur, og mugu tvørámenn framyvir
leita sær nýggjar leiðir til sínar heimadystir
Aldursforsetin, Jens Erik
Rasmussen, heldur fram so
leingi hugurin er til tess
Mynd: Álvur Haraldsen
07V - VÍK 4-0 (3-0)
Dómari: Rói Jacobsen
1-0: Jens E. Rasmussen, brts., 34.
2-0: Johan Ejvind Mouritsen, 39.
3-0: Jens E. Rasmussen, brts., 45.
4-0: Sigtór A. Petersen, brts., 90.
KÍ - B68 3-0 (2-0)
Dómari: Bárður Mortensen
1-0: Bárður J. Heinesen, 31.
2-0: Sørmundur Kalsø, 38.
3-0: Sørmundur Kalsø, 77.
EB/S - AB 2-0 (1-0)
Dómari: Alex Troleis
1-0: Hallur E. Fláaberg, 7.
2-0: Halldórur Joensen, 59.
TB - NSÍ 5-1 (3-1)
Dómari: Ransin N. Djurhuus
0-1: Sonni L. Petersen, 20.
1-1: Dan Mortensen, 23.
2-1: Petur Mortensen, 25.
3-1: Teitur Justinussen, 34.
4-1: Hanus Mortensen, 72.
5-1: Heini Mortensen, 89.
HB - FCH 1-2 (0-1)
Dómari: Dagfinn Olsen
0-1: Jákup Petur Eliassen, 40.
1-1: Christian Eli Zachariassen, 64.
1-2: Jóhannes Færø, 84.
Tríggir
føroyingar
endaðu
ovast, tá »North Atlantic Open
2010« var í vikuskiftinum.
Badmintonsamband Føroya
var í farnu viku vertur fyri venj
ingarlegu há fremstu ungdóms
leikarunum í Føroyum, Íslandi
og Grønland. 24 spælarar og
níggju venjarar hava vant
und ir leiðslu av Bjarne Nielsne,
sum er dagligur leiðari av Top
Direct Badmintonakademinum
í Hillerød.
Legan var partur av størri
verkætlan hjá evropeiska bad
mintonsambandinum, ið hev ur
sum endamál at menna ítrótt
ina í Evropa.
Legan endaði við stórari
kapping
um
vikuskiftið.
»North Atlantic Open 2010«
gav øllum høvi at síggja sterk
astu
ung dómsleikararnar
í
norður atlanshøvum í ár. Tað
var spælt í aldursbólkinum
U13, U15 og U17 í einmansleiki,
tví mansleiki og blandaðum
tví mans leiki.
Bartal Poulsen, VÍF, vann
í Men’s Single U13, og í Dame
double U17 vunnu Rannvá
Djurhuus Carlsson og Helena
S. Lamhauge úr HBF.
Ísland vann flestu kapp
ingarnar. Íslendingar vunnu
11 av teimum 15 kappinginum
í ein mansleiki, tvímansleiki og
bland aðum tvímansleiki.
-uni
Tríggir føroyingur
vunnu gull