mánadagur 18. oktober 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 18. oktober · Nr. 147
Sosialurin
Verandi stjóri á Brunaumsjón
Landsins fer frá vegna aldur, og
søkt verður eftir nýggjum stjóra.
Samstundis verða uppgávur
stovnsins víðkaðar til eisini at
fevna um tilbúgvingarsamskipan
og tilbúgvingarumsjón.
Fiskimálaráðið
Brunaumsjón Landsins virkar eftir løgtingslóg um eldsbruna og kunngerðum sambært hesi lóg. Stovnurin fær nýtt navn í næstum: Tilbúgvingar-
og brunaumsjón landsins. Á stovninum virka í løtuni trý fólk: stjóri og tveir málsviðgerar. Virkisøki stovnsins fevnir í høvuðsheitum um almenna
trygd í samstarvi við allar viðkomandi partar. Stovnurin húsast á Tinghúsvegnum í Havn og er skipaður sum sjálvstøðug bygnaðarlig eind undir
Fiskimálaráðnum.
Høvuðsuppgávan er at hava ábyrgd av dagligu
leiðsluni á stovninum við serligum atliti at
UÊ ÊMálum, avrikum og meginsetningum stovnsins
UÊ ÊSamskipan og ráðgeving um tilbúgvingar- og brunamál,
herundir at tilevna reglugerðir, kunngerðir og lógir
UÊ ÊJáttanum, fíggjarviðurskiftum og starvsfólkaviðurskiftum
UÊ ÊMálsviðgerð, fyrisiting og avgreiðslu
Almennu førleikakrøvini eru
UÊ Ê2ÌLÖ}Û}]ÊsÊ>ÊÃiÌ>ÃÌÊÊÃ>L>`ÊÛsÊÛÀéÊÃÌÛÃÃ
UÊ ÊÌÊ}ÊÀÞ`ÀÊ>ÊÌLÖ}Û}Ê
?Ê>`Ê}ÊÕÕ
UÊ ÊÌÊÊë>À]ÊÀi}Õ}iÀsÀÊ}Ê?ÃiÌ}>À]ÊsÊÛsÛ>Ê
brunatrygd
UÊ isÃÕÀÞ`ÀÊi>ÊisÃÕv©Ài>À]ÊÕvÀ>ÌÊÀÞ`À]ÊsÊÊ
knýta seg at virkisøki stovnsins
Setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.
Umsóknir
Skrivligar umsóknir við avritum av prógvum og møguligum
viðmælum skulu sendast við vanligum brævi til Fiskimálaráðið,
stílað til Rógva Reinert, aðalstjóra, Postsmoga 347,
110 Tórshavn ella við teldubrævi til rogvi.reinert@fisk.fo
Umsóknarfreistin er 25. oktober 2010.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Rógva Reinert, aðalstjóra, á telefon 35 30 30.
-/$,Ê/Ê/ 26 ,Ê
"Ê ,1 1-$ Ê - -
SKRIVSTOVUHØLI
YTST Á ARGJABOÐA
Hølini eru nýumvæld og hava framúr-
skarandi útsýni yvir fjørðin. Til ber at leiga
allan bygningin ella hvørja hædd sær.
Meira fæst at vita við at ringja til
Rasmus Magnussen á telefon 794 270.
BYGNINGURIN HEVUR:
UÊ {Ê
C``À
UÊ sÊ«>ÀiÀ}ÃÛsÕÀÃvÌ
UÊ À>ÖÀÊÖÌÃßÊ
UÊ >ÀÊÌ©}>ÀÊi}}}>À
Um vikuskiftið skrivar Hans Pauli Strøm,
at bleytu virðini eru raðfest hjá sitandi
samgongu. Havi verið framsøgufólk hjá
Tjóðveldi í almannamálum seinastu smáu
trý árini. Hesa tíðina havi eg millum annað
viðgjørt øll sosialpolitisk mál hjá samgongu
og andstøðu. Heilt einfalt kann staðfestast
at: Bleytu virðini eru ikki raðfest hesa tíðina
– tvørturímóti.
Prógv? Lat meg nevna nøkur dømi, har
fólk hava kent og framvegis kenna sviðan
av væntandi raðfesting:
• Hoyritólsbrúkarar skulu sjálvir rinda
2000 kr fyri hvørt hoyritól
• Foreldur sum hava fyri neyðini at vera
heima hjá barni vegna brek ella sjúku, eru í
fleiri førum farin niður í løn
• Fólk fáa skerda/missa heimahjálp
• Stuðul til dagtilhald er tikin burtur
• Javningin á almannaveitingum fór fyrst úr
4 niður í 3% - nú dettur hon væntandi burtur
• 67 – 70 ára gomul hava mist rættin til
sjúkradagpening
• Fyrst var setanarsteðgur ymsastaðni í
Nærverkinum, nú verður talan um millióna-
sparingar
• Menningarhjálpin er skerd
• Framvegis er ikki lýst eftir tannlækna
til landssjúkrahúsið. Hetta ávirkar serliga
sálarsjúk og børn
• Útbúgvingarstuðulin lækkar
Kundi nevnt fleiri enn hesi 10 dømini.
Ræðandi? Ja, og enn verri er, at fleiri uppskot
eru trumfað ígjøgnum uttan hoyringar, so
hvørki málbólkur ella fakfólk er komin til
orðanna. Eisini hevur talan í fleiri førum
verið um lítla og onga skiftistíð.
Hans Pauli Strøm finst í greinini at, at
miðlarnir ikki siga sannleikan um allar tær
bleytu raðfestingarnar hjá samgonguni.
Hvussu ber tað tá til, at bæði yrkisfeløg,
Javni, brúkarar, avvarðandi og fakfólk gera
vart við sína ónøgd og sín ótta? Í vikuni
segði landsstýriskvinnan enntá í miðlunum
– loksins og nakað seint – at nú kundi hon
ikki spara meir. Tí so fillaði hon systemið
sundur.
Løgi, at so mong – og úr at kalla øllum
sjónarhornum - síggja veruleikan so øðiliga
nógv øðrvísi enn Hans Pauli Strøm.
Bleytu virðini raðfest
- ein aprílsøga!
Bergtóra Høgnadóttir Joensen